Skulu fleiri børn koyra við bussi í og úr skúla hvønn dag? Ella skulu lærarar koyra millum bygdirnar og undirvísa? Ella skulu bæði lærarar og næmingar flyta seg í annað stað av og á? Hesir eru bert nakrir av spurningunum, sum verða settir í hesum døgum. Tí hvat ætla vit við føroyska fólkaskúlanum, og hvussu gagnnýta vit lærarakreftirnar betur? Hesar spurningar verða vendir í samrøðu við formannin í Føroya Lærarafelag.
- Vit mæla ikki til, at skúlar verða niðurlagdir. Men at teir umleið 56 skúlarnir verða umskipaðir í størri samstarvseindir, við felags læraratoymi, bygningum og næmingum, sum hoyra til økið. Á hendan hátt fáa vit meira burturúr hvørjum læraratíma, staðfestir Magnus Tausen. Í sama andadrátti leggur hann dent á, at her er alneyðugt at varðveita verandi orku og pengar innan fyri skipanina, fyri at kunna geva eitt betri tilboð.
- Ynskja vit at tryggja eitt dygdargott, fjølbroytt og nútímans skúlatilboð noyðast skúlarnir at samstarva meira og ikki seta smáu skúlarnar upp ímóti teimum størru. Tað snýr seg um at hyggja eftir samlaða skúlaverkinum undir einum, sigur Magnus Tausen. Hann ímyndar sær, at tað ber til at flyta bæði næmingar, flokkar og lærarar ímillum, tá tørvur er á tí. Og at smáu bygdaskúlarnir til dømis kunnu verða nýttir til serlig námsfrøðilig ednamál, til dømis til næmingar við serlgum tørvi, sum ongan góðan eiga í dag, til ávísar verkætlanir ella lærugreinir.
- Tað skal helst eisini vera soleiðis, at foreldur og lærarar kunnu velja ein lítlan skúla, tí hann veitir eitt námsfrøðiligt tilboð, sum er serligt og hóskar júst til viðkomandi. Hetta snýr seg ikki um einsrætting, men um at brúka orkuna sum best, við at skipa okkum betur, vísir Magnus Tausen á.
Magnus Tausen kundi hugsað sær, at fyrsta stig móti samanlegging kundi verið, at skúlarnar verða knýttir saman í einum netverki, har lærarar kunnu ferðast ímillum. Og hetta er ikki bara galdandi fyri smáu skúlarnir ella skúlarnir á bygd. Eisini stóru skúlarnir í miðstaðarøkinum áttu at samstarvað nógv meira fyri at fáa eitt betri tilboð til næmingarnar. Ikki bara í 10. flokki, men allir árgangir.
- Til dømis í framhaldsdeildini, har holdini í teimum kreativu og handaligu lærugreinunum eru so smá, at tey í veruleikanum eru ikki ein valmøguleiki.
Mangla lærarar
Eins og fleiri onnur eisini hava víst á í orðaskiftinum, saknar Magnus Tausen ítøkiliga føroyska gransking, sum prógvar, um smáir ella stórir skúlar eru betri fyri næmingarnir.
- Niels Egelund sigur, at tað er betri við fleiri næmingum. Men vit vita eisini, at summi trívast væl í einum lítlum bólki. Við at varðveita nakrar av smáu skúlunum, ganga vit fleiri á møti, hóast eg sjálvur vildi hildið at eitt næmingatal millum 15 og 18 næmingar í 1. flokki optimalt - námsfrøðiliga. Men tá vit koma upp í framhaldsdeildina er størri tørvur á samstarvi, til dømis til vallærugreinir, sigur Magnus Tausen.
Eitt av høvuðsargumentunum hjá Magnus Tausen er stóri læraramangulin, ið hevur verið sær, at nógv skúlabørn fáa ikki eitt undirvísingartilboð, sum Lærarafelagið kann liva við.
- Og tað eru ongi útlit fyri, at vit fáa útbúnar lærarar í hesi langt omanfyri hundrað størvini. So hetta kunnu vit undir ongum umstøðum góðtaka, sigur hann. Og samstundis vísir hann á, at í nógvum av smæstu skúlunum arbeiða útbúnir lærarar, sum kundi verið brúktir betri til fleiri næmingar.
Her skoytir Magnus Tausen upp í, at framyvir verður uppaftur størri tørvur á samstarvi, tí lærarin verður ikki so breitt lærdur sum higartil. Læraraútbúgvingin verður broytt, so hvør lærari hevur færri fak. Tað hevur við sær, at framtíðar lærarin hevur størri vitan á sínum øki.
Eisini heldur hann, at lærarar eiga at hava eina avmarkaða uppgávu í ávísum lærugreinum ella í innskúlingini, mið- ella framhaldsdeildini. Til dømis, at tú eru serfrøðingur í at undirvísa miðdeildini í náttúruvísindaligum lærugreinum. Tað kundi tú saktans gjørt longu nú, við betri samskipan.
Bjargingarætlan
Læraraformaðurin hevur eisini aðrar grundgevingar fyri at leggja skúlarnir út í samstarvseindir. Til dømis, at samferðslukervið er somikið gott í dag, og at barnatalið á smáplássum í fleiri ár hevur verið minkandi.
- Summi halda, at teir smáu bygdaskúlarnir doyggja út, men tað kann eisini blíva ein bjargingarætlan fyri teir. Men so verða tað kanska ikki bara børnini í bygdini, sum ganga har, men eisini børn úr grannabygdunum. Tí skúlin hevur altíð brúk fyri hølum, sigur Magnus Tausen.
Her kemur hann inn á eitt annað, sum eisini hevur týdning fyri smáu plássini. Nevniliga, at virka lokkandi fyri ungar barnafamiljur.
- Kappingin við meginøkið er sera stór. Men hevur tú eitt gott, fjølbroytt og spennandi skúlatilboð, so ivist eg ikki í, at tað hevði verið lokkandi fyri barnafamiljur. Men hevur tú harafturímóti eitt stirvið ella ótíðarhóskandi skúlatilboð, so er tað bumbusikkurt, at barnafamiljurnar halda seg burtur, sigur Magnus Tausen.
Og hann nevnir eitt nú Suðuroynna, har barnatalið er í støðugari minking.
- Tú kundi komið í eina støðu, har tú fekst eitt kanón tilboð. Fyrst skuldi oyggin sjálvandi skipað seg í eina kommunu, sum so kundi fingið ein samlaðan posa av tímum at ráða yvir til allan skúlan. Ella Sandoy. Tá kundi tað brádliga blivið lokkandi at flutt higar, sigur Magnus Tausen, sum ikki ivast í, at nógvir kommunalpolitikarar eru samdir við honum og Lærarafelagnum í hesum.
- Nógv eru bangin fyri, at vit fara at fáa a og b kommunur ella skúlar. Men tað hava vit longu. Tí stóru plássini hava so nógv meira at bjóða borgarunum, at hini kunnu ikki fylgja við. Tað síggja vit bara við at hyggja eftir útgerðini, sum er í dag. Hon er sera ójøvn alt eftir hvørja orku kommunan leggur í økið. Til dømis í sambandi við bókasavnstilboð, telduútgerð og ítrótt.
Lykilin liggur í MMR
Læraraformaðurin heldur ikki, at tað átti at verið torført at fingið eitt samstarv í lag millum skúlarnar í Føroyum, so teir kunnu gagnnýta orkuna betri.
- Mentamálaráðið situr í stóran mun við lyklinum í hesum málinum. Í løtuni verður tímatalið latið til hvønn skúla sær í mun til næmingatalið. Men letur tú eina samlaða játtan til eitt heilt øki, so kundi kommunan ella ein leiðandi skúlastjóri býtt tímarnar út á eindirnar. Eitt ráð, sum skal umsita skúlan í øllum landinum kann ikki koma við kravboðum um, at 26 næmingar skulu vera í hvørjum flokki, og so ikki krevja meira av skúlunum kring landið, sigur Magnus Tausen.
Men er Magnus Tausen ikki bangin fyri at sparingin sum verður í krónum og oyrum kortini kemur at merkja eina samlaða skerjing av játtanini til skúlaverkið?
- Sjálvandi er tað nærliggjandi at hugsa, at hetta bara verður enn ein sparing á fólkaskúlaøkinum. Tíðirnar eru ringar og leitað verður við ljós og lykt eftir pengum á fíggjarlógini. Men vit noyðast at trúgva upp á, at endamálið er at fáa eitt betri og meira fjølbroytt tilboð til fólkaskúlanun, sigur formaðurin í Føroya Lærarafelag.
Hann vísir staðiliga á, at onki er vunnið, um endamálið er at spara pengar, men at endamálið má vera, at fáa betri gagn av játtanini, sum er.
- Um ætlanin er at spara pening við at pressa fleiri næmingar inn í stovurnar og so annars bara at halda fram sum higartil, so er onki vunnið. Men um endamálið harafturímóti er at økja um dygdina, við at fleiri útbúnir lærarar vera um børnini og at størri eindirnar kunnu bjóða fleiri og betri tilboð, so er nógv vunnið.
Málið má vera, at vit varðveita hvørja einastu krónu innan skúlaverkið, men afturfyri brúka hana so væl sum gjørligt, sigur hann.










