Skálafjarðar Kommunala Sløkkilið 50 ár

- Tað eru ikki altíð so tespiligar uppgávur, tit átaka tykkum, og tað er mær ein gleði og heiður at bjóða tykkum øllum at vera hjartaliga vælkomin til 50 ára veitsluna, segði Súni í Hjøllum, formaður í tilbúgvingarnevndini hjá Skálafjarða Sløkkiliði

 

Tilbúgvingarnevndin, f.v.: Tórbjørn Jacobsen, Hans L. Djurhuus, Pauli Poulsen, Súni í Hjøllum, Artur Johansen, Terje B. Vestergaard og Sunleiv Højgaard

Tann 4. september vóru liðin 50 ár, síðan Skálafjarðar Kommunala Sløkkilið – SKS – varð sett á stovn. Í hesum samband vóru sløkkiliðsfólk, bý- og bygdaráðslimir og onnur samstarvfólk boðin til eina hugnaliga samkomu á Svangaskarði fríggjakvøldið hin 6. september.

 

Tað var Súni í Hjøllum, formaður í tilbúgvingarnevndini, sum bjóðaði vælkomin. Hann segði í stuttum frá søguni hjá felagsskapinum, um týdningin av SKS, og hvørjar ætlanir liggja fyri framman.

 

Í sínari frásøgn segði formaðurin soleiðis:

 

- Tað er mær ein gleði og heiður at bjóða tykkum øllum at vera hjartaliga vælkomin til 50 ára veitsluna hjá felagsskapinum. Aftan fyri Skálafjarðar Sløkkilið standa tær tríggjar kommunurnar við Skálafjørðin, Nes kommuna,  Runavíkar kommuna og Sjóvar kommuna.

 

Súni í Hjøllum segði, at hin 4. september fyri 50 árum síðan varð felagsskapurin stovnaður, at sigast má, at hetta kommunuala samstarv hevur verið fyrimyndarligt við sera góðum og trúgvum sløkkiliðsfólkum – tey seinastu mongu árini við Sunleivi Højgaard sum tilbúgvingarleiðara og Vilhelm M. Olsen sum varaleiðara.

 

- Fólkatalið í hesum trimum kommunum er nú umleið 7.200, og tá felagsskapurin varð stovnaður fyri hálvari øld síðan, var fólkatalið umleið 4.400. SKS fevnir um eitt rættiliga vítt øki - av Eystnesi og norður til Funnings.

 

Formaðurin í tilbúgvingarnevndini vísti á, at í stýrinum fyri Skálafjarðar Sløkkilið eru teir tríggir borgarstjórarnir fastir limir, og haraftrat hevur Runavíkar kommuna tveir fastar limir. Í stýrinum er eisini tilbúgvingarleiðarin og eitt umboð frá fútanum.

 

Eisini møtir varatilbúgvingarleiðarin til fundirnar.

 

Í stýrinum sita nú: Hans L. Djurhuus, sum umboð fyri fútan, Sunleiv Højgaard, tilbúgvingarleiðari, Pauli Poulsen, Terje Vestergaard og Tórbjørn Jacobsen fyri Runavíkar kommunu, Artur Johansen fyri Sjóvar kommunu og Súni í Hjøllum fyri Nes kommunu.

 

Sum nevnt, møtir varaleiðarin, Vilhelm M. Olsen, eisini til fundirnar.

 

- Tað var hin 4. september í 1974, at fundur varð hildin á á kommunuskrivstovuni á Skála millum umboð fyri kommunurnar, sum tá vóru fýra við fjørðin, og endamálið við fundinum var at fáa í lag eitt samstarv um eitt felags sløkkilið fyri Skálafjørðin.

 

Møttir vóru: Jógvan Olsen, Skála, fyri Skála kommunu, John Rasmussen, Strendur, fyri Sjóvar kommunu, Fredrik Hansen, Søldarfjørður, fyri Runavíkar kommunu og Ernst Hansen, Toftir, fyri Nes kommunu.

 

Súni í Hjøllum vísti á, at úr fundarfrásøgnini kann lesast, at Skála kommuna hevði havt ætlanir um at keypa eldsløkkibil, og var eitt tilboð komið upp á ein bil úr Keypmannahavn, sum kundi fáast fyri 290.400 krónur.

 

- Víðari kann lesast (og eg endurgevi) "... við tað, at einki sløkkiamboð er á Skálafjørðinum, varð hildið rættast at kanna møguleikarnar um eina samskipan fyri allan Skálafjørðin, og kom hesin fundur tí í lag”.

 

Sagt verður síðan, at eftir drúgva, men sakliga viðgerð, vóru allir á einum máli um, at tað var átroðkandi at fáa sløkkiamboð. Umboðini samtyktu at stovna Skálafjarðar Sløkkilið og so møta aftur á einum seinni fundi at finna fíggingarleist v.m. til at útvega sløkkiliðsbilin.

 

- Tann fundurin er so hin 18. desember í 1974, og tá kemur fram, at umframt tær 290.400 krónurnar fyri bilin, so skuldi útgerð keypast fyri 43.527,40 krónur.

 

Úr skjalatilfarinum vísti Súni í Hjøllum á, at eisini skuldi brandpumpa keypast við útgerð fyri 38.534 krónur - ella tilsamans 372.461,40 krónur. Haraftrat varð roknað við at gjalda 60.000 krónur fyri toll og frakt - ella ein íløga fyri tilsamans einar 430.000 krónur.

 

- Sostatt var hetta ein stór íløga í mun til táverandi fíggjarorku hjá kommununum, segði formaðurin í tilbúgvingarnevndini.

 

Súni í Hjøllum vísti aftur til fundarfrásøgnina og segði:

 

-  Fyri at hendan íløgan ikki skal níva kommunurnar ov nógv, varð samtykt at søkja Føroya Brunatrygging um størst møguligan studning. Restin skuldi fíggjast við láni.

 

Í sínari frásøg segði Súni í Hjøllum eisini, at síðan stovnanina av Skálafjarðar Kommunala Sløkkilið (SKS) hevur formaðurin í stýrinum ella tilbúgvingarnevndini verið úr Nes kommunu, og fyrsti formaður var Ernst Hansen.

 

Síðan hava formenninir verið hesir: Arni Højgaaard, Ólavur Magnussen, Kaj Højgaaard, Oskar Joensen, Haldur Vang, Petur Jacob (Dakko) Petersen og Jóhannes Danielsen.

 

- Frá byrjan og heilt fram til 2001 var Jóannes Thomsen av Skála sløkkiliðsleiðari, og síðan hevur Sunleiv Højgaard verið leiðari. Hann varð settur á fundi í stýrinum hin 6. juni 2001.

 

Súni í Hjøllum legði dent á, at sløkkiliðsfólkini millum ár og dag hava verið sera trúgv, og fleiri náddu 40 ára starvsdag - og meira enn tað.

 

- Vegna stýrið ella tilbúgvingarnevndina vil eg nýta høvið at takka tykkum øllum sløkkiliðsfólkum fyri sera trúgva og drúgva tænastu. Tað er ikki altíð so tespiligar uppgávur, tit átaka tykkum. Orðatakið sigur, ”at tá ið neyðin er størst, er hjálpin næst”.

 

Og soleiðis hevur tað mangan verið, legði hann aftrat. 

 

- Og tann hjálpin, sum tit hava givið, ofta undir truplum og avbjóðandi umstøðum, hevur forðað fyri størri vanlukkum og sorgarleikum. Tykkara arbeiði, ofta sera avbjóðandi uppgávur, er og verður nógv virt av okkara borgarum og kommunalpolitikkarum.

 

Og Súni í Hjøllum legði aftrat:

 

- Saman við tykkum kunnu vit eisini fegnast um, at samstarvið tykkara millum eisini hevur verið fyrimyndarligt. Tit hava eisini dugað at hugna tykkum til hóskandi høvi, eitt nú tá tit býta út jólapakkar til børnini, ella sjálvir hava jólaveitslu.

 

Formaðurin í tilbúgvingarnevndini segði seg onga løta vera í iva um, at sløkkiliðskórið, sum hevur sungið til ymisk høvi, hevur eisini verið við til at samansjóðað felagsskapin tykkara millum.

 

- Millum ár og dag eru eisini hendar stórbroytingar í hesa hálvu øldina, sum felgsskapurin hevur virkað. Her hevur verið stórur framburður. Tá høvið og fíggjarlig orka hevur verið til staðar, so hevur felagsskapurin útvegað sær nútímans og hóskandi sløkkiliðsamboð og útgerð.

 

Hann vísti á, at tey fyrstu árini var høvuðssætið á Skála, men tað hevur nú í mong ár verið í Runavík, samstundis sum høllin á Skála, sum varð útvegað í seinasta valskeiði, var eitt frambrot.  

 

- Í seinasta valskeiði eins væl og í hesum hevur verið tosað um – og ávísar fyrireikingar eru gjørdar - til at byggja nýggja sløkkiliðsstøð. Hetta er eitt tungt fíggjarligt tak, og tí er tann ætlanin ikki aktuel her og nú, men vónandi kann ein slík verkætlan fremjast um ikki alt ov langt áramál.

 

Súni í Hjøllum segði, at bæði í fjør og í ár hevur verið arbeitt við at útvega kunnandi tilfar um ein stigabil.

 

- Tilboð varð umbiðið frá trimum fyritøkum, og í summar samtykti tilbúgvingarnevndin - eftir tilmæli frá tilbúgvingarleiðaranum - at mæla bý- og bygdaráðunum til at keypa ein stigabil frá Rosenbauer.

 

Hann vísti á, at tilmælið um at keypa stigabilin hevur politiska undirtøku, og gongur eftir ætlan, so verður sáttmáli um keyp av stigabili undirskrivaður nú í september. Kostnaðurin er umleið 6,4 milliónir, tá hann er komin á sløkkiliðssstøðina í Runavík. 

 

Eftir núverandi ætlan kemur stigabilurin til Føroya um árskiftið 2025/2026.

 

- Við tíðini broytist eisini tørvurin til sløkkiamboð, og nú verður hildið, at tað er alneyðugt at útvega ein stigabil, nú vit í økinum fara at fáa bygningar, sum eru minst fýra hæddir. Men eisini við tí í huga, at ávís ferðamannaskip, sum koma higar, eru ógvuliga høg.

 

Í samband við 50 ára dagin hjá SKS var ætlanin at koma út við einum minnisriti um felagsskapin. Tann ætlanin er seinkað, men nú hevur Helgi Jacobsen, sum eisini hevur skrivað fleiri bygdasøgur her um leiðir, játtað at átaka sær hesa uppgávu soleiðis, at minnisritið kemur út í komandi ári.

 

- Orðið kommuna merkir felagsskapur. Ofta, og tá serliga í ávísum førum, er tað lættari at lyfta í felag. Millum kommunurnar við Skálafjørðin er gott samstarv um økini, vit hava í felag. SKS er eitt gott dømi um tað. Saman kunnu vit fegnast um hetta í kvøld.

 

Vegna Tilbúgvingarnevndina takkaði hann enn einaferð sløkkiliðsfólkunum hjartaliga fyri tað stóra arbeiði, tey gera millum ár og dag, og hann bar eisini leiðsluni í SKS eina hjartans tøkk fyri sera gott samstarv.

 

- Somuleiðis vil eg takka øllum øðrum samstarvspørtum hjá SKS fyri gott og gevandi samstarv. At enda fari eg at ynskja okkum øllum tillukku við 50 ára føðingardegnum hjá SKS og vóni og vænti, at vit fáa eitt eitt gott og hugnaligt kvøld, segði Súni í Hjøllum.

 

 

 

 

 

 

 

Tilbúgvingarnevndin, f.v.: Tórbjørn Jacobsen, Hans L. Djurhuus, Pauli Poulsen, Súni í Hjøllum, Artur Johansen, Terje B. Vestergaard og Sunleiv Højgaard