hvussu nógv fer í gjøgnum. Eingin tilgongd Sum virkisleiðari á tveimum fiskavirkjum, ásannar Andreas F. Hansen, at høvuðstrupuleikin hjá fiskavirkisvinnuni í Føroyum er hin sami, sum vit síggja í eitt nú Íslandi [...] ar fram á fundi í Vinnuhúsinum í síðstu viku, sum Ráfiskakeyparafelagið tók stig til. Trupul støða Andreas F. Hansen, virkisleiðari á virkjunum hjá Sandoy Seafood, er eisini formaður í Ráfiskakeyparafelagnum [...] Íslandi í Noregi. - Munurin er bara, at støðan, sum vit hava havt í Føroyum seinastu árini, longu kom til sjóndar í hinum báðum londunum fyri eini 10 árum síðan. Tey tóku avleiðingarnar og hava fylt upp
Mitt í sera fína býarpartinum í London, Knightsbridge liggur lítli íslendski handilin Design Center Knightsbridge, eini fittlig handilshøli í tveimum hæddum, á tremur við luksusvørum og listaverkum. Tað [...] vøkstur í søluni boðar frá, at handilin í longdini fer at bera seg. Design Center Knightsbridge var mánakvøldið í farnu viku karmur um samkomu fyri føroysku luttakararnar á ráðstevnuni “At fóta sær í Lodon” [...] karmur fyrstu samkomuna í London, var ikki trupul at skilja. Handilin er dømið um áræðið og nýhugsan, og um nakað heilt serligt íslendskt, ið hevur megnað at fóta sær í London. Í einum grannalagið har íbúðirnar
Annars hevur Høgni Johansen rætt í kjaki við Heðin Mortensen í SvF. Ikki fyrrenn í jan. 2005 vendir Tórshavnar havn sær til friðingarnevndina um kaikant, men longu í februar 2005 koma teir við ískoyti [...] leggjast kann at á Signabø, tá líkindi ikki eru til tað í Havn. Vit skulu minnast til, at fjallarøðin í Streymoy er brotin av Kollfjarðardali, so opið er í Vestmannasund. So har eru hvirlur og kastivindar úr [...] av havnarøkinum á Skansatanga fer í gongd uttan viðtøku av Tórshavnar býráð. Vil fegin hava at vita nær arbeiðið fer í gongd, og útskrivt við dagfesting um viðtøku í Tórshavnar býráð. Til hvat er havnarlagið
vísir á, at konseptið í Ålborg og Keypmannahavn er hitt sama, burtursæð frá, at ætlaða hotellið í Keypmannahavn er væl størri. - Í øllum trimum førunum er talan um hotel í tveimum hæddum, men hotellið, [...] Ferðavinna Í síðstu viku var fundur millum umboð fyri ferðavinnuna í Vestmanna og teir, sum arbeiða við verkætlanum um flótihotell í Havn, Ålborg og Keypmannahavn. Tað var borgarstjórin í Vestmanna, Karl [...] at talan í fyrstu syfti ikki er um at byggja flótihotell í Vestmanna, men óhugsandi er ikki, at aðrir møguleikar eru í økinum. - Vit umrøddu ikki slíkar ætlanir sum tær, ið vit arbeiða við í Havn, Ålborg
væl vera, at Rene, sum hevur havt trupulleikar við skaða í fótinum, verður í hópinum í Sandavági í dag. B71 hevur bara tapt eina ferð í ár. Tað var í fyrsta umfarinum 30. apríl, tá ið AB vann heimadystin [...] móti niðurflutta GÍ, sum tapti 4-2, tá ið B68 var í Gøtu. Í tveimum teimum síðstu umførunum skal B71 spæla á heimavølli móti B36 og í Hvalba. B71 vann 8-0 í Gundadali móti B36, og B71 vann 10-1, tá ið Royn [...] B68, men sandoyingar eru omaná í innanhýsis uppgerðum. Størsti møguleikin hjá B71 at missa stig í trimum teimum seinastu umførunum er í dag. B71 skal spæla á Valloyruni í Sandavági. FSV04 er á triðja plássinum
gongdini, fyrst við sigri á Helga í 2. umfari og síðani fletti hann Gullaksen sera snøgt og skjótt í 3. umfari. Heini vísti taktiskar snildir sínar í hesum talvi, sum er við í blaðnum. Sunnudagin leikt kla [...] Talv Í fornum og stásiligum umhvørvi í "Leikalund" sita seks sterkir telvarar í hesum døgum og stríðast og berjast ímóti hvørjum øðrum við intellekti teirra. Hóast tú situr fyri tað mesta púra friðarligur [...] kollfirðingurin leikt tríggjar javnleikir, har hann ongantíð hevur verið í trupulleikum. Tvørturímóti, tí í talvinum ímóti Eriksson í 2. umfari, hevði Hans Kristian greiðan vinnandi fyrimun, men flutti síðani
forðaði okkum ikki í at røkka málinum við innsavningini ? 15.000 kr., sigur Meinhard Arge, ein av oddamonnunum í kórinum. Sound of Glory fær í summar vitjan av tveimum norskum tensing-kórum, og í døgunum undan [...] stuðlaðu teimum í arbeiðinum. Eitt slíkt arbeiði krevur sjálvandi fyrireiking. Havnin varð deild upp í økir, har tey ungu so gingu hús úr húsi. Savnað varð inn í ruskposar, sum síðani vórðu lagdir í bilar hjá [...] kristiliga arbeiðið, sum KFUM í Havn stendur fyri. Men tann sum kom inn í KFUM seinasta leygardag kundi ikki sleppa undan tí rama luktinum av ølfløskum, sum tú møtti longu úti í gongini. Og kom tú longur upp
um kundi kosta okkum nakað av kreftum. Men tað riggaði bara tað heila í dag. Fyri bara tveimum vikum síðani vann VB fyri fyrstu ferð í hálvt annað ár á Stjørnuni. Mann kundi kanska hildið, at hetta gav [...] sigurin í hálvfinaluni gav nakað eyka. Skal eg nevna nakra einstaka orsøk, so var tað kanska heldur tað, at vit ilskaðust inn á kappingarnevndina, tí vit skuldu spæla í Vági leygardag og so oddadyst í Klaksvík [...] Klaksvík sunnudag. Tað gav okkum í øllum førum eyka motivatión, helt hon. Einki FM-tos Sum nevnt aðrastaðni, so kann tað væl henda, at sigurin í Klaksvík gevur VB ein eyka fyrimun í oddastríðnum. Trivaligur sum
Tónleikur Leygardagin verður stórt tónleikatiltak í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Tað eru Plátufelagið Tutl og Mentanarhúsið, ið skipað fyri tiltakinum í felag. Talan er um eina bæði stóra og fjølbroytta [...] av tí, sum Tutl hevur givi_ út. Dentur skuldi leggjast á aktuell nøvn í stóran mun. Men 2. jóladag komu tí_indini um fló_alduna í Asia og so var jú upplagt at skipa tiltaki_ sum eina stu_ulskonsert. - [...] (dansur) Myndatxt: Kári Sverrisson og Óli Olsen. Teir ver_a vi_ á konsertini í Fuglafir_i leygardagin og tann 4. februar eru teir á palli í Rex
Fyri fyrstu ferð í fimm ár royndi ÍF seg í fjør í bestu deildini. Málið var at sleppa undan at flyta niður aftur í næstbestu deildina, og tað eydnaðist. Fuglfirðingar vóru alla tíðina í tyngra endanum, [...] sum seinastu árini hevur verið í Leirvik, hevur áður verið í Fuglafirði. Inntil fyri tveimum árum síðani vóru Bartal Eliasen og Poul Ennigarð felagar í GÍ miðverjuni. Í fjør flutti Bartal til Fuglafirðar [...] næstaftastir. Í endaspæli eydnaðist tað teimum at sleppa undan niðurflytingini. Nú ÍF fer undir næsta árið í bestu deildini í hesum umfarinum, hava teir gjørt fleiri broytingar. Formenninir í ÍF hava ikki