Tónleikur
Leygardagin verður stórt tónleikatiltak í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.
Tað eru Plátufelagið Tutl og Mentanarhúsið, ið skipað fyri tiltakinum í felag. Talan er um eina bæði stóra og fjølbroytta skrá, ið fevnir um eitt breitt úrval av bólkum og einstaklingum, ið hava givið út fløgur á plátufelagnum Tutl seinastu árini. Byrja verður kl 15 við barnakonsert og so heldur tónleikurin fram út á náttina, tó við tveimum steðgum á hálvan tíma hvør. Sostatt verður tiltakið nærum sum ein eindags festivalur við barnakonsert, jazz framførslum, fólkatónleiki, singer/songwriter, rock konsert og dansi.
Hetta verður eitt frálíkt høvi hjá øllum aldursbólkum at hoyra dygdargóðan føroyskan tónleik á einari konsert, og samstundis stuðla einum góðum endamáli.
Kostnaðurin fyri atgongumerki verður 200 kr fyri allan dagin. Børn undir 12 ár sleppa inn fyri 50 kr. Eftir kl 01:00 tá dansurin byrjar verður kostnaðurin fyri atgongumerki 120 kr.
Showcase
Knút Háberg Eysturstein er samskipari av tiltakinum. Hann sigur, at upprunin til tilktaki_ er, at í november tosa_u fólk frá Tutl og Mentanarhúsinum saman. Ætlanin var at gera eina sonevnda showcase - eina konsert, i_ skuldi vísa naka_ av tí, sum Tutl hevur givi_ út. Dentur skuldi leggjast á aktuell nøvn í stóran mun.
Men 2. jóladag komu tí_indini um fló_alduna í Asia og so var jú upplagt at skipa tiltaki_ sum eina stu_ulskonsert.
- At fáa tónleikarar at stu_la hevur ikki veri_ ein trupulleiki og hinvegin er hetta eisini ein møguleiki hjá teimum at gera vart vi_ seg, sigur Knút H. Eysturstein, i_ metir, at tiltaki_ í stóran mun er skipa_ sum ein heildaruppliving og eigur at njóstast sambært hesum.
- Tutl hevur veri_ virki_ útgávufelag sí_ani 1977, men tó eru ta_ kanska ikki øll sum vita, hvat Tutl er og stendur fyri. Kanska serliga tey yngru vita líti_ um felagi_, hóast tey kanska kenna útgávur, sum felagi_ hevur sta_i_ fyri. Tí er rímuligt at gera vart vi_ felagi_, sigur Knút Háberg Eysturstein.
Skrá:
15:00Sóljudansir (barnakonsert, tónleikur og sangur til yrkingar eftir Alexander Kristiansen)
16:00Mari Mons (finsk songkvinna, spælir frumkendan fólkatónleik)
16:45Yggdrasil (folk/jazz)
17:30Brandur Jacobsen v/ bólki (folk/jazz)
ste_gur _ tíma
18:30Kristleif Zachariasen (singer/songwriter)
19:15Knút H. Eysturstein v/ bólki (singer/songwriter)
20:00Kári Sverrison (folk/jazz)
21:00Martin Joensen v/ bólki (folk)
ste_gur _ tíma
22:00Makrel (rock)
23:30200 (punk)
01:15Showmenn (dansur)
Myndatxt:
Kári Sverrisson og Óli Olsen. Teir ver_a vi_ á konsertini í Fuglafir_i leygardagin og tann 4. februar eru teir á palli í Rex