Einki flótihotell í Vestmanna fyribils

Ferðavinnan í Vestmanna bjóðaði í síðstu viku teimum, sum ætla at byggja flótihotell í Havn, Ålborg og Keypmannahavn, til kunnandi fund um ferðavinnuviðurskifti

Ferðavinna

Í síðstu viku var fundur millum umboð fyri ferðavinnuna í Vestmanna og teir, sum arbeiða við verkætlanum um flótihotell í Havn, Ålborg og Keypmannahavn.
Tað var borgarstjórin í Vestmanna, Karl A. Olsen, sum formelt beyð til fundin.
Martin Restorff sigur, at hann, pápin, Jóhann Restorff og Petur A. Jacobsen, vóru í Vestmanna og fingu kunning um tær ætlanir, sum ferðavinnan í økinum hevur.

Einki flótihotell
- Hetta var bara ein kunnandi fundur, har vestmenningar greiddu okkum frá, hvørjar ætlanir tey hava.
Martin Restorff vísir á, at talan í fyrstu syfti ikki er um at byggja flótihotell í Vestmanna, men óhugsandi er ikki, at aðrir møguleikar eru í økinum.
- Vit umrøddu ikki slíkar ætlanir sum tær, ið vit arbeiða við í Havn, Ålborg og Keypmannahavn, men onnur ting komu upp at venda á fundinum.
Martin heldur ikki, at hann fer at greina út, hvørjar ætlanir ferðavinnan í Vestmanna hevur, men leggur aftrat, at har eru ymiskir áhugaverdir tankar og møguleikar frammi.

Eingi svar
Sum kunnugt, hava Martin Restorff, Petur A. Jacobsen og aðrir søkt um loyvi at leggja flótihotell á vestaru vág í Havn, í Ålborg og Keypmannahavn.
- Vit hava einki svar fingið frá Tórshavnar kommunu enn, men haðani er okkum lovað svar í hesum árinum.
Martin sigur, at í Ålborg er málið til viðgerðar, og har hava tey víst verkætlanini rættiliga stóran áhuga.
- Vit hava fingið positivar afturmeldingar úr Ålborg, men tey hava víst á, at verkætlanin helst skuldi verið eitt sindur minni í vavi, sigur hann.
Í Keypmannahavn fara tey at taka málið upp, men haðani vita stigtakararnir enn ikki, hvussu landið liggur.

Stórar verkætlanir
Nú tríggjar umsóknir eru um flótihotell, ávikavist í Havn, Ålborg og Keypmannahavn, spurdu vit Martin Restorff, um talan er um at byggja øll hesi trý hotellini, um umsóknirnar verða gingnar teimum á møti.
- Ja, vit ætla okkum at byggja á øllum trimum støðunum, sigur hann avgjørdur.
Martin vísir á, at konseptið í Ålborg og Keypmannahavn er hitt sama, burtursæð frá, at ætlaða hotellið í Keypmannahavn er væl størri.
- Í øllum trimum førunum er talan um hotel í tveimum hæddum, men hotellið, sum ætlanin er at byggja í Keypmannahavn, er heilar 240 metrar langt.
Martin Restorff sigur, at ætlaða hotellið í Havn fer at hava 30 dupultkømur, meðan hotellini í Ålborg og Keypmannahavn fara at hava ávikavist 100 og 150-200 dupultkømur.
- Kømrini í Ålborg og Keypmannahavn verða stívliga 28 fermetrar hvørt, og kømrini í Havn verða umleið 24 fermetrar hvørt, sigur hann.