Føroyingar í toppinum

Eftir fýra umfør av 4th Klaksvík International, eru Heini Olsen og Hans Kristian Simonsen við í oddastríðnum. Helgi Dam Ziska hevur hinvegin fingið eina tunga kappingarbyrjan.

Talv

Í fornum og stásiligum umhvørvi í "Leikalund" sita seks sterkir telvarar í hesum døgum og stríðast og berjast ímóti hvørjum øðrum við intellekti teirra. Hóast tú situr fyri tað mesta púra friðarligur, er slík talvkapping sera møðandi. Og gongst tær illa, kann tað verða torført at finna neyðuga mentala styrki framaftur.
Eftir tríggir ósigrar á rað, eydnaðist tað Helga D. Ziska í 4. umfari at fáa javnt ímóti Hans Kristiani Simonsen. Helgi tapti óneyðugt í 1. umfari ímóti Eiriki Gullaksen og helst varð hesin hvøkkur orsøkin til telving undir vanligt støði næstu tvey umførini ímóti ávíkavist Heina Olsen og Johan Eriksson. Men við javnleikinum sunnudagin er Helgi komin í gongd. Vónandi eisini mentalt.

Snarsigur á norskum altjóða meistara
Hans Kristian og Heini hittust í fyrsta umfari. Uppgerðina vann Hans Kristian ruddiliga. Heini hevur tó longu vent gongdini, fyrst við sigri á Helga í 2. umfari og síðani fletti hann Gullaksen sera snøgt og skjótt í 3. umfari. Heini vísti taktiskar snildir sínar í hesum talvi, sum er við í blaðnum.
Sunnudagin leikt klaksvíkingurin ein góðan javnleik við svarta fólkinum ímóti Jens Ova Fries Nielsen og við javnleikinum hevur Heini 2,5 stig eftir fyrstu fýra umførini.
Eins og Hans Kristian skal Heini hava 7 stig av 10 møguligum fyri at vinna sær ein norm. Hetta tykist als ikki ógjørligt fyri teir báðar.
Hans Kristian hevur eisini 2,5 stig. Eftir sigurin á Heina, hevur sterki kollfirðingurin leikt tríggjar javnleikir, har hann ongantíð hevur verið í trupulleikum. Tvørturímóti, tí í talvinum ímóti Eriksson í 2. umfari, hevði Hans Kristian greiðan vinnandi fyrimun, men flutti síðani skeivt og blakaði sigurin vekk.
Orsøk er at fegnast um stigini higartil hjá Heina og Hans Kristiani. Óført at tveir av okkara monnum hava fingið góða byrjan og harvið enn hava møguleikan fyri normum og kappingarsigri. Mánadagin eftir evstamark var oddabrak millum Heina og Eriksson.

Fyrrverandi vinnari á odda
Vinnarin av 2nd Klaksvík International, Johan Eriksson, er á odda við trimum stigum. Hann var sum sagt í trupulleikum ímóti Hans Kristiani, men annars hevur sviin telvað sannførandi. Tvey av talvunum hjá Eriksson hava verið sera drúgv: Eriksson - Gullaksen remis, 105 leikir, og Ziska - Eriksson 0-1, 114 leikir!
Gullaksen og Fries Nielsen hava skuffað við ávíkavist tveimum og hálvumøðrum stigum.
Talvini verða víst beinleiðis á www.faroechess.com. Á www.myndakall.fo eru myndir frá kappingini at síggja.

Støðan
telvariratingstig
Johan Eriksson(2423)3,0/4
Heini Olsen(2325)2,5
Hans K. Simonsen(2305)2,5
Eirik Gullaksen(2382)2,0
Jens O. F. Nielsen(2381)2,0
Helgi D. Ziska(2177)0,5