heldur enn at bólturin fekk loyvi at ferðast ímóti málinum, so rakti hann beint á Babatunde. Eftir kanningar í kvøld hevur tað víst seg, at undirarmurin hjá Babatunde er illa brotin, og at hann tískil [...] var tað eyðsæð, at okkurt álvarsligt var áfatt við Mihcael Babatunde hjá Nigeria. Hann tók seg til høgra arm og varð borin av vøllinum. Tað vísir seg nú, at armurin er brotin, og at ein liðfelagi var
landinum, eftir at hann hevði brotið seg inn í eini hús í Sørvági, eftir at hann var burturvístur av countryfestivalinum. Politiið gjørdi eisini ferðmátingar sunnudagin, men gleðast um, at eingin var steðgaður [...] steðgaður. Tað vísti seg, at campingvognurin var ov tungur í mun til bilin, og bilførarin verður tí sektaður fyri at hava brotið ferðslulógina. Politiið vil heita á fólk, at minnast til ymsu lógirnar, [...] hvat viðvíkur vognum á bilum. Umframt at tað krevst stóra koyrikortið, um samlaða vektin á bili og campingvogni fer um 3500 kilo, so eru eisini reglur fyri hvussu vektlutfallið millum bil og vogn er.
sigur, at tøkniliga menningin seinastu árini ger, at SEV nú kann loyva væl meiri av vindi inn á føroyska el-netið. Nú vindmyllulundin í Húsahaga verður alment tikin í nýtslu 9. oktober, er hóskandi at staðfesta [...] staðfesta, at tað er miðvís gransking, menning, dagføringar og nýskipanir, ið nú bera okkum ávøkst á grønu kósini, sigur Hákun Djurhuus. Tær 13 vindmyllurnar í Húsahaga hava við sær, at komandi árini fara [...] fara 60 prosent av elframleiðsluni at stava frá vindi og vatni, og at oljan verður grundarlagið undir 40 prosentum av elorkuni.
ið ljóðar við vissu, er at AB fer at gera sáttmála við nýggja áleyparan, ið er til royndarvenjing. Umframt tað, so royndarvenur Ahmed Keita framvegis við Skála. Tað ber til at fylgja við á in.fo alt kvøldið [...] Tað er í kvøld á midnátt, at føroyska flytingarvindeygað í fótbólti letur aftur. Vanliga plagar at henda eitt sindur av hvørjum, tá flytingarvindeygað letur aftur, men sum skilst, verður hesa ferð talan [...] ljóðaði annars, at Andy Olsen var á veg úr NSÍ, men sum skilst, verður framrættaði miðvallarin verandi í NSÍ. Úr hinum feløgunum verður arbeitt friðarliga, og tað er ikki væntandi, at tann stóra flytingin
myndugleikarnir søgdu fyrrapartin, at næstan 200 lík eru í kølivognum á einum toki. Reuters skrivar, at tokið stendur í býnum Torez, og at uppreistrarmenn hava forðað fyri, at tað sleppur haðani. Eftirlitsmenn [...] hvar líkini eru. Í gjár varð sagt, at 196 lík vóru í einum toki, sum stóð á einari jarnbreytarstøð í Donetsk, og ein talsmaður fyri uppreistrarmenninar segði í morgun, at tað vóru teir, sum koyrdu líkini [...] kemur eitt lið av niðurlendskum serfrøðingum til Ukraina. Teir skulu millum annað gera DNA-royndir fyri at eyðmerkja tey deyðu. 192 av teimum 298, sum vóru í tí malaysiska flogfarinum, vóru niðurlendingar.
møguligt hjá føroyskum skipum, frá hósdegnum, at landa sild og makrel í ES-havnum, eins og at umskipa makrel í hesum havnum. Harumframt verður eisini aftur loyvt at útflyta makrel og sild til ES. -Nú vinnan [...] Løgmansskrivstovan boðar í dag frá, at ES nevndin fyrrapartin hevur endaliga staðfest, at handilsforðingarnar móti Føroyum skulu strikast. Hetta verður formliga gjørt mikudagin 20. august. Tískil gerst [...] samstarv við ES, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður. Løgmansskrivstovan viðmerkir eisini, at orsaka av, at handilstiltøkini eru sett úr gildi, verða bæði gerðarrættarmálini móti ES steðgaði.
vóru á fjalli í dag. - Tað var tó nokk av fólki á sandinum; eg meti, at tey mundu vera 200 í tali, so tað var ikki so, at tað stóð á at fáa drápið frá hondini, sigur sýslumaðurin. Grindin verður býtt í [...] Grindin var nakað trek at reka, men drápið gekk væl. Nú verður bíðað eftir merkjarunum, og seðlarnir koma út seinni í kvøld. Finnbogi Midjord, sýslumaður, sigur, at tað ikki var so nógv fólk í grind, tí [...] n á Streymoynni, Hestur, Koltur og møguliga eisini Nólsoy at fáa heimapartar. Ógreitt er nær seðlarnir koma út, men Finnbogi Midjord metir, at um 21 tíðina í kvøld eru teir í øllum førum komnir.
valdu vit at koma til henda dystin, sigur Marco, sum eins og vinmaðurin Rolf, kemur úr Leipzig. Undir dystinum sást greidliga, at teir báðir hildu við Føroyum. - Úrslitið var í lagi, men bara synd, at Føroyar [...] Føroya bara fyri at síggja landsdystin ímillum Føroyar og Kasakstan. - Vit fingu hvørki ferðaseðil ella atgongumerki til landsdystin ímillum Føroyar og Týskland, men vit høvdu sett okkum fyri, at vit skuldu [...] ikki megnaðu at vinna ímóti endanum, hildu teir báðir fyri. Marco og Rolf komu til Føroya mikudagin og fara av landinum aftur í morgin við kós ímóti Stokkhólmi, har teir týskvøldið fara at hyggja eftir
fulla løn. Men hesum vísti Sjúrður Skaale aftur. Hann hevði fingið at vita frá løgtingsstjóranum, at hann kundi taka farloyvi við løn fyri at røkja fólkatingsstarvið. Men Sjúrður Skaale vildi ikki hava løgtingsløn [...] Tá varð eisini brikslað honum, at hann trekti tingmannaløn meðan hann røkti fólkatingsstarvið fyri Høgna Hoydal. Tingmenn hava lagað sær viðurskiftini soleiðis, at teir kunnu fáa farloyvi við løn, tá teir [...] og fólkatingsløn samstundis. Fólkatingslønina ber ikki til at siga frá sær, men stjórin í løgtinginum, Súsanna Danielsen, váttaði fyri Sjúrði, at hann kundi frásiga sær løgtingslønina, og tað gjørdi Sjúrður
er so ætlanin at grava út fyri barnagarðinum næsta ár. Men borgarstjórin sigur, at enn er óvist akkurát nær barnagarðurin verður gjørdur. - Vit ætla ikki at leypa framav, men vit ætla at kanna væl og virðiliga [...] hvussu stórur hann skal vera, sigur borgarstjórin. Sostatt dugir hann heldur ikki at siga um tað eisini verður næsta ár, at farið verður undir sjálva byggingina. Myndina tók Erik Christensen [...] Nú fá eisini hvalbingar barnagarð. Bygdaráðið hevur samtykt at gera banragarð í bygdini og tað verður eisini tann næsta, stóra íløgan hjá kommununi, sigur Trúgvi Gudmundarson, borgarstjóri. Kommunan hevur