Millum viðhaldsfólkini á Tórsvølli í kvøld vóru tveir týskarar, sum høvdu lagt leiðina til Føroya bara fyri at síggja landsdystin ímillum Føroyar og Kasakstan.
- Vit fingu hvørki ferðaseðil ella atgongumerki til landsdystin ímillum Føroyar og Týskland, men vit høvdu sett okkum fyri, at vit skuldu síggja Føroyar spæla. Tískil valdu vit at koma til henda dystin, sigur Marco, sum eins og vinmaðurin Rolf, kemur úr Leipzig.
Undir dystinum sást greidliga, at teir báðir hildu við Føroyum.
- Úrslitið var í lagi, men bara synd, at Føroyar ikki megnaðu at vinna ímóti endanum, hildu teir báðir fyri.
Marco og Rolf komu til Føroya mikudagin og fara av landinum aftur í morgin við kós ímóti Stokkhólmi, har teir týskvøldið fara at hyggja eftir landsdystinum millum Svøríki og Týsklandi.