48 proset av elframleiðsluni var vindorka

SEV boðar frá, at 2. septembur komu 48% av elframleiðsluni frá vindorku.

Meðan nýggju vindmyllurnar á Húsahaga eru royndarkoyrdar, stavaðu 48,3% av elframleiðsluni í Føroyum frá vindorku.

Í nógv ár var eitt hámark fyri vindorku á netinum á 25%. Hákun Djurhuus, stjóri á SEV, sigur, at tøkniliga menningin seinastu árini ger, at SEV nú kann loyva væl meiri av vindi inn á føroyska el-netið.

Nú vindmyllulundin í Húsahaga verður alment tikin í nýtslu 9. oktober, er hóskandi at staðfesta, at tað er miðvís gransking, menning, dagføringar og nýskipanir, ið nú bera okkum ávøkst á grønu kósini, sigur Hákun Djurhuus.

 

Tær 13 vindmyllurnar í Húsahaga hava við sær, at komandi árini fara 60 prosent av elframleiðsluni at stava frá vindi og vatni, og at oljan verður grundarlagið undir 40 prosentum av elorkuni.