Hava funnið 251 av teimum 298

Líkini av 251 av teimum, sum vóru í niðurskotna malaysiska flogfarinum, eru funnin.

Hinvegin er ikki heilt greitt, hvar líkini eru. Í gjár varð sagt, at 196 lík vóru í einum toki, sum stóð á einari jarnbreytarstøð í Donetsk, og ein talsmaður fyri uppreistrarmenninar segði í morgun, at tað vóru teir, sum koyrdu líkini upp í tokið.

 

Ukrainsku myndugleikarnir søgdu fyrrapartin, at næstan 200 lík eru í kølivognum á einum toki. Reuters skrivar, at tokið stendur í býnum Torez, og at uppreistrarmenn hava forðað fyri, at tað sleppur haðani.

 

Eftirlitsmenn hjá OSCE hava verið í Ukraina teir seinastu dagarnar, og í dag kemur eitt lið av niðurlendskum serfrøðingum til Ukraina. Teir skulu millum annað gera DNA-royndir fyri at eyðmerkja tey deyðu. 

 

192 av teimum 298, sum vóru í tí malaysiska flogfarinum, vóru niðurlendingar.