Handilstiltøkini sett úr gildi

Handilstiltøkini hjá ES mótvegis Føroyum verða sett úr gildi mikudagin

Løgmansskrivstovan boðar í dag frá, at ES nevndin fyrrapartin hevur endaliga staðfest, at handilsforðingarnar móti Føroyum skulu strikast. Hetta verður formliga gjørt mikudagin 20. august.  Tískil gerst tað aftur møguligt hjá føroyskum skipum, frá hósdegnum, at landa sild og makrel í ES-havnum, eins og at umskipa makrel í hesum havnum. Harumframt verður eisini aftur loyvt at útflyta makrel og sild til ES.

 

-Nú vinnan aftur hevur atgongd til ES marknaðin, hækkar okkara samlaða útflutningsvirði væntandi enn meira. Okkara viðurskifti við ES eru nú aftur í rættari legu. Hetta er fyrsta stigið til eitt betri og breiðari samstarv við ES, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður.

 

Løgmansskrivstovan viðmerkir eisini, at orsaka av, at handilstiltøkini eru sett úr gildi, verða bæði gerðarrættarmálini móti ES steðgaði.