Campingvognurin má ikki vera ov tungur

Politiið vil heita á fólk, at minnast til ymsu lógirnar, hvat viðvíkur vognum á bilum.

Festivalgestir og stevnufólk hava gjørt lítið um seg, siga tey á politistøðini. Ein norðmaður varð vístur av landinum, eftir at hann hevði brotið seg inn í eini hús í Sørvági, eftir at hann var burturvístur av countryfestivalinum. Politiið gjørdi eisini ferðmátingar sunnudagin, men gleðast um, at eingin var steðgaður.

 

Ein bilur við campingvogni varð steðgaður. Tað vísti seg, at campingvognurin var ov tungur í mun til bilin, og bilførarin verður tí sektaður fyri at hava brotið ferðslulógina. Politiið vil heita á fólk, at minnast til ymsu lógirnar, hvat viðvíkur vognum á bilum. Umframt at tað krevst stóra koyrikortið, um samlaða vektin á bili og campingvogni fer um 3500 kilo, so eru eisini reglur fyri hvussu vektlutfallið millum bil og vogn er.