verður sagt, at náttin hevur verið stak friðarlig. Einki stórvegis hevur verið á vási, men sum altíð, eru onkur smáting at taka sær av. Løgreglan í Klaksvík er tvær ferðir í nátt boðsend, tí at onkur hevur [...] vertshúsi órógvaði tey runt seg so mikið, at fólk ringdu til løgregluna, ið kom á staðið og loysti trupulleikan. Seinni í nátt vóru aftur boð eftir løgregluni, tí at ein maður var til ampa fyri onnur. Talan [...] men í høvuðsstaðnum verður ein persónur ákærdur fyri rúsdrekkakoyring, eftir at løgreglan steðgaði honum í nátt. Best er at lata bilin standa, um ein hevur smakkað sær á.
ætlanin at gera niðurlagda kommunuskúlan í Havn til lestraríbúðir. Tað sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn Í gjárkvøldið kundu vit greiða frá her á www.in.fo , at Bjarni Djurholm fýltist á, at Tórshavnar [...] ikki gera nakað fyri at gera lestraríbúðir í Havn Les eisini Býráðið í Havn ikki kent sína vitjunartíð Heðin Mortensen sigur, at býráðið og Bústaðin viðgera í løtuni spurningin um at gera 35-40 lestraríbúðir [...] lestraríbúðir, mitt í Havnini. - Hetta kann gerast bíligt við at byggja ein part av niðurlagda Kommunuskúlanum um til lestraríbúðir, sigur hann. Sostatt verður Kommunuskúlin aftur eitt livandi stað í miðbýnum
eyðkennunum við Ovastevnu, er at nógvir bátar plaga at vitja oynna teir dagarnar stevnan er, og í ár varð einki undantak. Sunnumorgunin og út á dagin byrjaðu bátarnar sum vant at seta kósina heimaftur til [...] verður upplýst, at tá báturin kom inn í bátahylin í Leirvík um hálvgum tvey tíðina í gjár, varnaðist manningin umborð, at eldur var í maskinrúminum. Tað eydnaðist tó teimum umborð at sløkkja eldin við [...] við einum pulvureldsløkkjara, so neyðugt varð ikki hjá myndugleikunum at gera nakað við málið.
ein gyltur møguleiki hjá føroyskum fyritøkum at fáa virðismiklar royndir, ið kunnu vera avgerandi í royndini at vinna verkætlanir uttanlands. Hann vísir á, at samstarv er ikki óvanligt í byggivinnuni, og [...] - Tað er eingin ivi um, at føroyskar byggifyritøkur megna at forprosjektera Eysturoyartunnilin, sigur Magnus Magnussen, formaður í Føroya Handverksmeistarafelag, nú p/f Eysturoyar- og Sandoyartunnilin [...] og tí klára føroyskar fyritøkur saktans sjálvar at finna røttu samstarvsfelagarnar, um tað skuldi verið neyðugt. - Arbeiðið er ikki so frægt sum boðið út, soleiðis sum almenni innkeypspolitikkurin nágreiniliga
varð beinanvegin greitt, at hann hevði brotið beinið Sjúkabilur kom eftir manninum og flutti hann á Suðuroyar Sjúkrahús. Og har varð staðfest, at beinið var so mikið illa brotið, at boð vórðu beinanvegin [...] send eftir tyrluni at flyta mannin á Landssjúkrahúsið. Løgreglan sigur, at tey nú fara at kanna, hví óhappið hendi og í tí sambandi skulu allir partar, sum vóru uppií, avhoyrast, umframt vitni. [...] útav á motorsúkklu í Ørðavíkarlíð Suðuroy seinnapartin í gjár, meiðslaði seg illa. Løgreglan sigur, at tað, tey higartil hava fingið uppspurt, hendi óhappið, tá ið motorsúkklan skuldi yvirhála nakrar bilar
eftir at hann hevði sungið vakra lagið hjá Teiti, »Josephine«. – Hetta var so stórt, at tú ert vaksin eini 10-15 metrar í mínum hugaheimi. Tú fert heilt sikkurt víðari til finaluna og kanska at vinna alla [...] meðan DR sendir TV avísina. Til ber framvegis at atkvøða. Við at senda ein sms til 1212 so og skriva "jog" kanst tú atkvøða fyri Jógvani. Til ber eisini at atkvøða umvegis X Factor appina hjá DR, sum kann [...] kann heintast umvegis Appstore. TRÝST HER fyri at hoyra Jógvan syngja fyri løtu síðani
er ein av dómarunum. - Eg dugi ikki at ímynda mær, at tann, sum hevur avgerandi orðið at siga, tá ið ein luttakari skal sendast heim næsta fríggjakvøld, ikki fer at fáa atfinningar, sigur hon. [...] Avgerðin var eftir øllum at døma sera trupul og kensluborin, men endin var, at unga songkvinnan Tannaz mátti úr kappingini. - Kappingin er óútroknilig, og tað er sera trupult at vita, hvør endar í vandabólkinum
ikki megnaðu at taka seinast takið móti at hýsa oyggjaleikunum í 2019, so standa aðrar oyggjar í røð, tilreiðar at hýsa leikunum. Í summar verða leikirnir á Jersey, og tað er longu greitt, at Gotland verður [...] seg øll vera til reiðar at hýsa leikunum í 2021. Oyggjleikanevndin fer nú undir ítøkiligar samráðingar við teir fýra møguligu vertirnir um leikirnar í 2021. Eisini er greitt, at NatWest heldur fram sum [...] sum høvuðsstuðul hjá leikunum komandi tríggjar ferðirnar. Tað vil siga, at mest týðandi parturin av fíggjargrundarlagnum undir leikunum nú er tryggjað fram ti log við 2019.
ein seyður leyp tvørtur um vegin, so at ein bilur mátti bremsa harðliga fyri at sleppa undan at koyra á hann. Men tveir bilar, sum koyrdu aftanfyri, lukkaðust ikki at bremsa, rendu stoyttu saman við bilin [...] arbeiðir framvegis við at greiða træðrirnar eftir eitt álvarligt ferðsluóhapp á Kaldbaksvegnum nú seinnarpin. Les eisini: Álvarsligt ferðsluóhapp á Kaldbaksvegnum Men tað, tey vita, er at talan er um ein h [...] bilin frammanfyri. Løgregla, sløkkilið og sjúkrabilar fóru á staðið. Løgreglan sigur, at tilsaman vóru fimm fólk í teimum trimum bilunum og trý av teimum eru farin á Landssjúkrahúsið til kanningar. Kaldb
At føroyskar kirkjur seinastu tíðina eru rændar fyri pengar, hevur ført til, at kirkjurnar nú verða stongdar. Vanligt er annars, at kirkjur standa opnar um summarið og stongdar um veturin. Nú hevur dómpróstur [...] kirkjuráðsformenn kring landið og hevur mælt teimum til at steingja kirkjurnar og tøma kirkjubússurnar. Bjarki Henriksen, kirkjuráðsformaður á Sandi, sigur, at tey í dag hava tømt kirkjubússuna og hava sett pengarnar [...] pengarnar í banka, samstundis sum gjørt er av at steingja kirkjuna. Kirkjubússan í Sands kirkju stendur úti í forkirkjuni, og gjøgnum eitt ár er vanligt, at einar 7.000 krónur eru í bússuni. - Tað eru fólk