Trý fólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

Harmonikusamanstoytur á Kaldbaksvegnum

Løgreglan arbeiðir framvegis við at greiða træðrirnar eftir eitt álvarligt ferðsluóhapp á Kaldbaksvegnum nú seinnarpin.

 

 

Les eisini: Álvarsligt ferðsluóhapp á Kaldbaksvegnum

 

 

Men tað, tey vita, er at talan er um ein harmonkusamanstoyt, har tríggir bilar eru uppií.

 

Óhappið hendi, tá ið ein seyður leyp tvørtur um vegin, so at ein bilur mátti bremsa harðliga fyri at sleppa undan at koyra á hann. Men tveir bilar, sum koyrdu aftanfyri, lukkaðust ikki at bremsa, rendu stoyttu saman við bilin frammanfyri.

 

Løgregla, sløkkilið og sjúkrabilar fóru  á staðið. Løgreglan sigur, at tilsaman vóru fimm fólk í teimum trimum bilunum og trý av teimum eru farin á Landssjúkrahúsið til kanningar.

 

Kaldbaksvegurin varð stongdur eina góða løtu í sambandi við óhappið, men nú er koyrandi aftur.