Føroyskar fyritøkur ikki upp í part

- Føroyskar fyritøkur megna saktans at forprosjektera Eysturoyartunnilin, sigur Føroya Handverksmeistarafelag.

- Tað er eingin ivi um, at føroyskar byggifyritøkur megna at forprosjektera Eysturoyartunnilin, sigur Magnus Magnussen, formaður í Føroya Handverksmeistarafelag, nú p/f Eysturoyar- og Sandoyartunnilin hevur gjørt avtalu við norskt felag um forprosjekteringina.

- Hetta ein gyltur møguleiki hjá føroyskum fyritøkum at fáa virðismiklar royndir, ið kunnu vera avgerandi í royndini at vinna verkætlanir uttanlands.

Hann vísir á, at samstarv er ikki óvanligt í byggivinnuni, og tí klára føroyskar fyritøkur saktans sjálvar at finna røttu samstarvsfelagarnar, um tað skuldi verið neyðugt.

- Arbeiðið er ikki so frægt sum boðið út, soleiðis sum almenni innkeypspolitikkurin nágreiniliga ásetur, og sum greitt varð staðfest frá politiskari síðu, sigur formaðurin í Føroya Handverksmeistarafelag.

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðu við Magnus Magnussen.