X Factor: Tað verður enn verri

X Factor dómari roknar við enn størri dramatikki og truplari avgerðum, nú X Factor kappingin hjá DR nærkast endanum

Tárini trillaðu hjá bæði luttakarum, dómar og áskoðarum, tá ið dómararnir í X Factor kappingin hjá DR fríggjakvøldið skuldu senda ein luttakara heim. Avgerðin var eftir øllum at døma sera trupul og kensluborin, men endin var, at unga songkvinnan Tannaz  mátti úr kappingini.

- Kappingin er óútroknilig, og tað er sera trupult at vita, hvør endar í vandabólkinum. Líkamikið, hvør kemur í vanda, so tykist tað órímiligt. Soleiðis var tað í farnu viku og aftur í hesu viku, men tað verður enn verri næstu ferð, sigur Lina Rafn, sum er ein av dómarunum.

- Eg dugi ikki at ímynda mær, at tann, sum hevur avgerandi orðið at siga, tá ið ein luttakari skal sendast heim næsta fríggjakvøld, ikki fer at fáa atfinningar, sigur hon.