Remee og Blachman róstu Jógvani til skýggja

– Nú hevur tú funnið teg sjálvan. Hetta var akkurát tú, eg havi ikki hoyrt teg so góðan fyrr.

Soleiðis vóru skoðsmálini, sum Jógvan fekk frá X Factor dómarunum, Remee og Blachman í kvøld, eftir at hann hevði sungið vakra lagið hjá Teiti, »Josephine«.

 

– Hetta var so stórt, at tú ert vaksin eini 10-15 metrar í mínum hugaheimi. Tú fert heilt sikkurt víðari til finaluna og kanska at vinna alla kappingina, segði Remee.

 

Avgerðin um, hvør av teimum fýra luttakarunum ikki skal við til finaluna fellir nú, meðan DR sendir TV avísina. Til ber framvegis at atkvøða. Við at senda ein sms til 1212 so og skriva "jog" kanst tú atkvøða fyri Jógvani. Til ber eisini at atkvøða umvegis X Factor appina hjá DR, sum kann heintast umvegis Appstore.

 

TRÝST HERfyri at hoyra Jógvan syngja fyri løtu síðani