í skúlanum. Eg var komin eftir, at lærarinnan ræddist toruna. Ein dagin, eg ikki hevði lisið nógv uppá, fekk eg lærarinnuna at trúgva, at tað sá út sum at toran fór at ganga. Tað hevði eg hoyrt menninar [...] raskur at fáast við jørðina, men jørðin gav ikki nóg mikið at forsyrgja eini heilari familju. Tí mátti onnur inntøka eisini fáast. Hann var fittur í hondunum og dugdi at smíða. Kona hansara var røsk at veva [...] hevði eg glett meg til, at nú skuldi mín partur nýtast til at keypa mammu eina seymimaskinu. Men pápi, sum um hesa tíðina lá sjúkur í songini, gjørdi av, at parturin skuldi nýtast at keypa eitt sildagarn
veljararnar at meta seg sum eitt bindilið millum sambandspolitikk og sjálvstýrispolitikk. Hetta nýtti Mitens ofta í síni tíð í politikki at leggja upp til neyðsemjur. Tí kom hann ofta at verða kallaður [...] fram á ein slíkan hátt, at limir í landstinginum, har hann var limur, mettu hansara útspæl mestsum sum landasvik. Hesir fingu meirilutan í landstinginum at seta eina nevnd at kanna henda eyma spurning [...] Hann var heilt ungur og óroyndur. Eg visti, at hann fór at møta mongum serligum føroyskum viðurskiftum, sum hann einki kendi til. Eg bjóðaði mær til at hjálpa honum á allan hátt. Eg fekk ikki so mikið
gjørt ein urtagarð. – Fleiri søgdu okkum, at tit fáa einki at vaksa á Suðuroyarvegi, tí her er so ábært, men tá kom treisknið í Olevinu, tí hon elskar at fáa tað at bera til, tá tað ikki eigur bera til, greiðir [...] hava ikki brúkt professionella ráðgeving ella gartnara, men tey halda, at tað er umráðandi, at tú lærir lendið og veðrið at kenna, og at tú skapar lívd og byrjar í smáum. – Vit hava tríggjar stórar steinar [...] um, at blómunar ikki skuldu vera so høgar tey fyrstu árini, tí tær tola ikki vindin, sigur Olevina og leggur afturat, at tey hava roynt at hava litir í havanum alt árið, so tað bert er í januar, at urtagarðurin
Joensen, eisini nakað at siga um. Hann vísti fyrst og fremst á, at í báðum førum hetta hann, at talan var um óhepnar støður og í øðrum lagi vildi hann verða við, at tað var revsivert, at ein venjari leggur [...] eftirfylgjandi sjónleikurin, har »særdi« spælarin royndi at fáa hin revsaðan. Tað er til at skilja, at menn blíva heitir og tað er ein orsøk, at fótbóltur er so væl dámdur kring allan heimin, men tað, ið [...] »svíknskar«, meðan Oddbjørn metir at talan er um óhepni. Skaðarnir broyttu spælið hjá NSÍ nakað. NSÍ hevur ongan at seta inn í staðin fyri Klæmint, so liðið má umskipast so at teir spæla uttan ein veruligan
Kyndil hevði umleið ein hálvan minutt at fara í álop við, og dugdu teir væl at nøla, taka time-out og at enda seta Finn Hansson upp at skjóta avgerandi málið, soleiðis at Kyndil vann finaluna 22-20. Eftir [...] hjá Kyndli at taka time-out. Geir Wardum var avgjørdur og segði, at teir ikki skuldu royna so nógvar hálvara møguleigar; at teir skuldu vísa tolsemi í álopsspælinum, tí teir væl vistu, at verjan hjá KÍF [...] Kyndil í ein mun at binda um og at halda fast við tepru leiðsluna, hóast KÍF í løtum kom upp á javnt og megnaði at arga, men ongantíð veruliga hótta. Tað gekk ikki leingi áðrenn KÍF royndi at blanda kortini
mátti gerast. – Tað er soleiðis, at tá kvalitetur samlast á einum staði, so sleppur man ikki undan at tað gongur gott. Man fór frá at hava tvey feløg og tveir venjarar, til at hava eitt felag og ein venjara [...] Nevnast kann at tá man hyggur eftir hægst styrkismettu svimjarunum í heiminum, so liggur Pál á einum fantastiskum 13. plássi. - Hetta er heilt ófatuligt. Pál hevur evni at svimja, sum fáur, og at hann skal [...] So tað má staðfestast, at úrtøkan hevur verið góð, ikki bert fantastisku svimjiúrslitini, men eisini góðu umtaluna kring heim. Tað at Pál stóð seg so mikið væl, hevði við sær at donsku stórfeløgini innan
eigur at duga at skyna á veðri og vindi, vara seg fyri ikki at fara ov langt til havs, duga at lofta løtuni og ikki liggja sjóvarfallið av sær. Og um hann ikki dugir gand, so dugir hann kanska at fáa fólk [...] fólk at halda, at hann dugir meira enn at mata seg. Og er hann ikki altíð líka heiðurligur, so er tað kanska av teirri grund, at hann – so tvørlig sum viðurskiftini eru – ikki altíð kann loyva sær tað. [...] søguni, er dømt at elta fortíðar misslóðir. Tað skal vera mín vón, at minnið um henda mann, skúlamannin, klóka telvaran og Føroya helst fyrsta intellektuella, fer at styrkja okkum í stríðnum at sigla nútíðar
bert gjalda 6.500 kr. inn í skipanina. Gerst neyðugt at hækka inngjaldið til ALS, fer inngjaldsloftið at hava við sær, at nógv minni peningur fer at koma inn í ALS-kassan, enn komið hevði inn sambært gomlu [...] gleðiliga, at løgtingið eftir tilráðing frá ALS-stýrinum umsíðir eftir drúgva og áhaldandi ávirkan frá kreftum innan fakfelagsrørsluna samtykti at broyta ALS-lógina (tingmál nr. 179/2008), soleiðis at arbeiðsleys [...] bandi, at fólk við háinntøkum enn einaferð hava fingið meira í sín part. Breiðastu herðarnir og lættastu byrðurnar Skulu við varðveita eitt vælferðarsamfelag fyri øll, er neyðugt at tryggja, at breiðastu
Aftana at hann hevði tikið seg úr bólkinum, segði hann alment, at hann metti at tíðin var farin frá Iron Maiden, og varð hetta av mongum skilt sum ein ábending til hinar limirnar í bólkinum um at tíðin [...] seinna, Virtual XI, kom í 1998. Hvørgin av hesum útgávum megnaði at sannføra fólk um at tað var eitt lív eftir Bruce Dickinson. Endin var tískil at Blaze Bailey fekk durafjórðingin aftur. The Beast Is Back Í [...] á hesi útgávuni tað teir duga best, nevniliga at spæla Iron Maiden. Einasta broyting í ljóðmyndini er at tað hevur eydnast framleiðaranum, Kevin Shirley, at framganda eitt trummuljóð, sum veruliga vil nakað
alstórum týdningi, at dysturin á Sandi gav okkurt burtur av sær, tí skráin komandi vikurnar sær alt annað enn løtt út fyri nýggja liðið í deildini. Uttan at niðurgera sandoyingar, so má metast, at hesin dysturin [...] tíðini, men framman fyri málinum vóru teir púra sørir. At sandoyingar eisini megnaðu so væl at byrgja fyri mótstøðuálopunum komst helst eisini av, at verjan var nakað umskipað. Jón Brekku hevur higartil [...] nakar unglingi longur, megnar at vera á røttum stað til rætta tíð, og harumframt var so at siga einaráðandi, tá vágamenn royndu seg við luftbóltum. Sandoyingar royndu tó eisini at skapa sær nakrar møguleikar