Er lestrarstuðulin komin?

:)

Hetta má vera ein tann mest afturvendandi spurningurin, sum verður settur millum lesandi í Føroyum í dag. Sjálvt um tey flestu eru samd um at lestrarstuðilin er alt ov lítil, so er hann kortini rættuliga tíðandi fyri tey flestu. Serliga tey sum ikki hava eitt arbeiði við síðuna av lestrinum.

Nú er ein nýggjur møguleiki, um tú vilt hava at vita hvussu tað er vorðið við lestrarstuðlinum hjá tær. Stuðulsstovnurin hevur nú fingið sína egnu heimasíðu.

Á www.studulsstovnurin.fo verður kunnað um hvussu vorið er við útgjaldinum av lestrarstuðlinum, umframt nógv annað spennandi eisini er at finna á hesi hentu heimasíðu.

Eitt nú ber til at lesa eitt sindur um stovnin. Í løtuni koyra gott 6000 sakir á stovninum. Hetta eru fólk sum antin fáa lestrarstuðul, lestrarlán, ella gjalda lestrarlán aftur. Alt hetta verður umsitið av fimm fólkum. Umframt leiðaran Terja á Lakjuni, so eru trý skrivstovufólk og ein fulltrúði á stovninum. Ikki kann sigast annað enn at tískil mátti verið grundarlag fyri einari slíkari heimasíðu, nú flestu fólk leita sær kunning um internetið.

Um tú hevur spurningar, sum tú ikki fært svaraðar á heimasíðuni, so ber til at venda sær til stovnin, sum hevur avgreiðslutíð frá týsdegi til fríggjadag millum 8.00 og 12.00 og aftur frá 13.00 til 16.00

Umframt ymiskir hentir upplýsingar finnast á heimasíðuni, ber eisini til at lesa umfatandi hagtøl, um lesandi í Føroyum og norðanlondum. Eisini eru møguleikar fyri lestrarvegleiðing á síðuni.in støðg uppá eitt ár. 1989 var tí eitt Iron Maiden frítt ár.

Bruce Dickinson nýtti høvið hetta árið at útgeva ein soloplátu, Tatooed Millonaire er heitið á hesari, sum fekk fína móttøku. Eisini Adrian Smith royndi seg sum solist, eftir at hann var farin burtur úr Iron Maiden. A.S.A.P ella Adrian Smith And Project komu sama árið við útgávuni Silver & Gold, og kanska er tað onkur sum minnist heitislagið, sum av og á var at hoyra.

Við nýggja guitarleikaranum Jannick Gers fóru Iron Maiden aftur í upptøkuhølini í 1990. Úrslitið av hesum upptøkum fekk navnið No Prayer For The Dying, og var ein afturvendan til gamla Iron Maiden stílin.


Exit Bruce Dickinson

Í 1992 kom so seinasta studioútgávan við Bruce Dickinson sum sangara, um sæð verður burtur frá Brave New World, ið hevur fáar dagar á baki. Fear Of The Dark er heitið á útgávuni, sum inniheldur 12 løg av skiftandi góðsku. Tað er eingin loyna, at tíðin um hetta mundið álvorliga var um at fara frá Iron Maiden, og tí galloperandi arbeiðararokkinum, sum teir líka síðani stovnanina hava hildið fast um.

Móttøkan av plátuni í Onglandi var hóast hetta rættuliga góð. Hon streyk beinleiðis inn á eitt fyrstapláss á sølulistunum. Ummælarar vóru hinvegin ikki ovurfegnir, og onkrir av teimum vóru eisini rættiliga náðileysir, tá teir skuldu fella dóm yvir útgávuna. Sum sagt, so var hetta svanasangurin hjá Bruce Dickinson í leiklutinum sum oddamaður í Iron Maiden. Aftana at hann hevði tikið seg úr bólkinum, segði hann alment, at hann metti at tíðin var farin frá Iron Maiden, og varð hetta av mongum skilt sum ein ábending til hinar limirnar í bólkinum um at tíðin var komin til at leggja árarnar inn, áðrenn tað seinasta av tí virðing í framvegis var millum manna skuldi hvørva

Eftir at Fear Of The Dark var útkomin fóru Iron Maiden á eina umfatandi farvæl konsertferð við Bruce Dickinson, eitt nú vóru teir eitt av høvuðsnøvnunum á tí árliga afturvendandi tiltakinum, Monsters Of Rock, sum verður hildið við Castle Donnington í Onglandi. Henda konsertferðin var væl vitjað. Nógvir av trúgvu Iron Maiden fjepparunum vildu nýta høvið at hoyra Bruce Dickinson eina seinastu ferð. Eisini úr Føroyum fór fitt av fólki við Smyrli til Skotlands á konsert við bólkinum.


Enter Blaze Bayley

Eftir at Bruce Dickinson var farin burtur úr Iron Maiden, fingu hinir limirnir ein nýggjan sangara upp í bólkin. Blaze Bailey, varð maðurin sum skuldi ganga í fótasporum Bruce Dickinsons. Orøkin til at valið júst fall á Blaze Bailey var, at Iron Maiden hevði verið á konsertferð saman við gamla bólkinum hjá Blaze Bailey, sum nevndist Wolfsbane. Wolfsbane blivu í 1990 spáddir eina stóra framtíð, tá teir góvu út fløguna Down Fall The Good Guys, men hetta bleiv kortini ongantíð til tað stóra.

Tvær útgávur bleiv tað til við Blaze Bailey sum sangara. Tann fyrra, The X Factor, kom út í 1995, og tann seinna, Virtual XI, kom í 1998. Hvørgin av hesum útgávum megnaði at sannføra fólk um at tað var eitt lív eftir Bruce Dickinson. Endin var tískil at Blaze Bailey fekk durafjórðingin aftur.


The Beast Is Back

Í 1999 hendi so tað sum nógv høvdu droymt um. Bæði Bruce Dickinson og Adrian Smith komu upp í bólkin aftur. Við trimum guitaristum, og Bruce Dickinson á odda, fóru Iron Maiden á eina útselda konsertferð í USA.

Fyri fáum døgum síðani kom so útgávan sum skal prógva at Iron Maiden framvegis kunnu kalla seg heimsins besta tungmálmsbólk. Brave New World er heitið á útgávuni, tikið frá bókini hjá Huxley við sama navni. Henda fløga er líka trúgv móti upprunanunum, sum ein muslimur móti koranini. Iron Maiden gera á hesi útgávuni tað teir duga best, nevniliga at spæla Iron Maiden. Einasta broyting í ljóðmyndini er at tað hevur eydnast framleiðaranum, Kevin Shirley, at framganda eitt trummuljóð, sum veruliga vil nakað. Vanligt trummuljóð hevur verið ein trupulleiki hjá Iron Maiden líka frá fyrsta degi.

Spennandi verður at hoyra um Iron Maiden, við sterkastu manning, megna at halda skútuni flótandi nú vit eru farin inn í eitt

nýtt ártúsund, har rapp og rennifjala punk, eru ráðandi kreftirnar á alltjóða tónleikapallinum. Respekt!