Margretha: Poli á Glyvrum var buldrutur men riddarligur

Í hesum parti greiðir Margretha frá niðursetukonunum í Ritvík og teirra serligu bíligu barnaansing. Hon gekk eisini í skúla saman við Pola á Glyvrum.

Per Nielsen var beiggi Óða Niels, sum var umrøddur í seinasta parti. Hann var handilsmaður og handlaði við øllum møguligum. Hann keypti eisini fiskin hjá útróðrarmonnum. Allir útróðrarmenn í Rituvík av­reiddu teirra fiski til Per, og fingu teir vørur afturfyri. So tað var ikki so nógvur peningur í umfari. Kon­urnar bóru fiskin í leypi úr Rituvík til Per, meðan menn teirra fingu ein tiltrongdan blund, áðrenn teir skuldu aftur til útróðrar, har dag­arnir vóru frá árla morgun til seint á kvøldi.
Fyri at menninir kundu fáa frið at sova, meðan konurnar av­reiddu fiskin, settu tær børnini í ta nærm­astu og turrastu torvgrøv, so tey ongan veg skuldu sleppa. So hart var lívið.
Per hevði eisini einastu myllu í bygdini. Hon var lítil, men nóg stór til tað kornið, sum varð dyrkað í Saltangará. Myllan var bygd um ánna Saltangará, sum rennir úr Toftavatni oman í Runavík. Her var demmað so mikið, at vatnið í eini trærennu varð leitt til mylluhjólið.


Vildi keypa mammuni seymimaskinu fyri fiskipartin
Uttan at gera av, kann eg siga, at eg var tann av systrunum, sum dámdi best mannfólkaarbeiði.
Tað var eisini eg, sum veiddi sild á fjørðinum saman við Knút Poul­sen, tá pápi var til skips.
Knút var eins og pápi niður­setu­maður í Saltangará. Hann var giftur við Bergittu Knudsen, sum var bóndadóttir á Vollanum.
Hann var eitt góðdýr, sum eg ikki havi sæð illan. Hann var eins og hinir raskur at fáast við jørðina, men jørðin gav ikki nóg mikið at forsyrgja eini heilari familju. Tí mátti onnur inntøka eisini fáast. Hann var fittur í hondunum og dugdi at smíða. Kona hansara var røsk at veva og at seyma.
Tey kláraðu seg eins og aðrir av niðursetmonnunum, og tey kundu eisini lata ein ullalagd til ulla­biddararnar. Knút kom í bátin hjá pápa at royna við gørnum á fjørðinum. Hetta dámdi honum væl, tí tað lá væl fyri hjá pápa at fáa sild.
Býtt varð við einum parti til bátin, og so fekk hvør av monnunum ein triðing. Eg kom tískil at gerast bátsfelagi hjá Knúti, tá ið pápi var til skips. Tá vóru vit framvegis av bestu bátum. Hetta skapti eitt sindur av øvundsjúku móti mær hjá mannfólkinum í ættini!
Tað ráddi jú um at kunna seta gørnini á røttum staði á kvøldi, har sildin kom í um náttina, og drigið var so morgunin eftir.
Sildin varð keypt av Símun á Høgabóli. Prísurin kundi svinga nakað alt eftir sum veiðan var. Eg kann minnast prísin hava verið niðri á 2 oyrum fyri sildina. Men tá ið eg og Knút fiskaðu saman kundi hann koma upp á 20 oyru.
Tann dagin vit høvdu størstu veiðuna hevði eg glett meg til, at nú skuldi mín partur nýtast til at keypa mammu eina seymimaskinu. Men pápi, sum um hesa tíðina lá sjúkur í songini, gjørdi av, at parturin skuldi nýtast at keypa eitt sildagarn fyri. Grundgevingin var sum so í lagi. Við einum garni afturat blivu veiðumøguleikarnir betri, og so kundi seymimaskinan keypast, tá ið garnið hevði vunnið seg inn aftur.
Men tá var eg illa nøgd um hesa avgerð. Fyri meg var tað ongantíð ein spurningur um, at eg sjálv skuldi hava part. Hjá mær var tað spenningurin at vera við og so at kunna skaffa inntøkur til húsið.
Á einum túri var eg nærum drukn­að. Tá var eg um 12 ára gom­ul. Johanna systir mín og eg vóru farnar í bátin, og tá vit settu gørnini fór eg til sjós, men eg fekk tó bjargað mær.

Í skúla
Eg fór í skúla 7 ára gomul. Lærar­innan var Bergitta Eliassen. So vítt eg veit hevði hon ikki læraraprógv, men hon hevði tikið skeið í teimum ymsu lærugreinunum.
Vit vórðu sett í teirri numm­ar­røð, sum vit dugdu til. Eg sat sum nummar eitt av gentunum vinstrumegin og Per Jacobsen sat sum nr. 1 av dreingjunum. Tað var bert ein skúlastova, so tey eldru og yngru børnini máttu skift­ast um hana. Per var ikki bert ein dugnaligur næmingur, hann var eisini sera hjálpsamur við gent-urnar.
Hann var ein mótsetningur til ein annan næming Napoleon Ja­cobsen. Hann kundi vera so ógvusligur í spæli, at genturnar rædd­­ust hann. Hann gjørdist seinni ein kendur skipari og kom væl fyri. Hann giftist við einum av mín­um javnaldrum og tey fingu nógv børn.
Eg kundi eisini spæla puss í skúlanum. Eg var komin eftir, at lærarinnan ræddist toruna. Ein dagin, eg ikki hevði lisið nógv uppá, fekk eg lærarinnuna at trúgva, at tað sá út sum at toran fór at ganga. Tað hevði eg hoyrt menninar tosað um. Lærarinnan bliknaði og fekk kvalma, og so blivu vit send heim!
Vit spældu nógv, tá ið eg var barn. Men vit spældu ikki so nógv saman við dreingjunum, tá ið tað var Napoleon, sum førdi ann. Men rætt skal vera rætt. Hann var eisini riddarligur og vardi okkum, tá tað vóru aðrir, sum gjørdu okkum for­treð.
Tað var tó avmarkað, hvussu nógv tíð kundi fara til spæl. Tað skuldi lesast uppá, og tað skuldi eisini hjálpast í húsinum. Í teimum best skipaðu húsunum fekk hvørt barn tillutað ein setning fyri hvønn dag. Ikki fyrr enn hetta var gjørt, var tíð til spæl. Omma lærdi meg eisini at binda.
Tað var eisini vanligt, at gentur fóru at hoyggja hjá teimum ymisku bóndunum, sum høvdu stór øki at hoyggja. Eg var vist ikki meira enn 10 ára gomul fyrstu ferð eg gjørdist hoygenta hjá Per bónda, Per Han­sen. Lønin var eitt hoylamb, eitt gott lamb, tá farið varð á fjall. Eg minn­ist hvussu errin eg var fyrstu ferð eg kom heim við einum hoylambi.