18. partur
Hægstu donsku embætismenninir í Føroyum í 1918 vóru Rytter, amtmaður,Thygesen dómari og Vest, sum var fúti.
Í 1915 var ein ungur cand. jur. Edvard Mortensen, sum seinni fekk sær navnið Mitens, uppstillaður til fólkatingsvalið. Hann segði seg vilja stuðla sjálvstýrisflokkin og danska flokkin Radikala Vinstra á fólkatingi. Pápi hansara var Niels J. Mortensen, stórkeypmaður á Tvøroyri og millióningur, hetta merkti nógv tá. Hann stuðlaði sonin á allan møguligan hátt, ikki minst peningaliga. Edvard hevði eisini undir valstríðnum fingið veljararnar at meta seg sum eitt bindilið millum sambandspolitikk og sjálvstýrispolitikk. Hetta nýtti Mitens ofta í síni tíð í politikki at leggja upp til neyðsemjur. Tí kom hann ofta at verða kallaður “Komprimitens”. Men hetta dámdi fólki væl, og hann varð valdur.
Í 1918 varð aftur fólkatingsval. Undir valstríðnum kom eitt fjarrit frá forsætisráðharranum Zahle til amtmannin um, at stjórnin fegin vil hava Edvard Mitens afturvaldan til fólkatingið. Hetta var roknað sum ein óhoyrd uppílegging til eitt slíkt val. Tað var ikki bert sambandsflokkurin, sum tók hetta illa upp, men eisini nevndu embætismenn, sum í stundini sum mótmæli bóðu um at verða loystir úr starvi. Hetta koma eisini at hoyrast í restini av ríkinum. So vítt eg minnist varð amtmaðurin beinanvegin loystur úr starvi, meðan fútin og dómarin fóru frá nakað seinni.
[Petur Alberg hevur tó í bókini um hann eina eitt sindur øðrvísi søgu um hetta mál. Sambært honum hevði Zahle ikki beinleiðis sagt amtmanninum, at hann stuðlaði Mitens. Men hann hevði sagt hetta við donsk bløð. Zahle hevði síðani í telegrammi sent amtmanninum hesi tíðindi við boð um at senda telegrammið víðari til Edvard.]
Tarvar springa, tað gjørdi Jóannes Patursson ikki
Formaðurin í Sjálvstýrisflokkinum, Jóannes Patursson, hevði ført seg fram á ein slíkan hátt, at limir í landstinginum, har hann var limur, mettu hansara útspæl mestsum sum landasvik. Hesir fingu meirilutan í landstinginum at seta eina nevnd at kanna henda eyma spurning.
Í hesum sambandi vóru nøkur forhoyr í Føroyum. Tá kom eg at virka sum rættarvitni. Í onkrum førum var eg eisini tulkur millum J. Patursson og forhoyrsleiðaran Thygesen, dómara. Patursson vildi ikki tosa danskt, og Thygesen vildi ikki skilja føroyskt, hóast tað hjá hvørgum teirra var nakar trupulleiki.
Eg minnist, at eg í hesum forhoyri kom í sríð við Patursson um týðingina av danska orðinum "springe". Eg týddi hetta til "springa". Hesum mótmælti Patursson og segði, at "tarvar springa, tað geri eg ikki."
Endin á hesum máli varð tó, at Patursson varðveitti sín sess í landstinginum.
Patursson var annars ein sera sjarmerandi maður, vakur og tignarligur. Sum ungur minnist eg, at á fólkafundum og politiskum fundum byrjaði hann vanliga soleiðis: "Áðrenn eg byrji skal eg heilsa tykkum frá kongi." Hetta hevði stóra ávirkan millum teir kongatrúgvu føroyingarnar. Tað fór eins og eitt suð gjøgnum fjøldina, sum var púra ovfarin av hesum sjálvstýrismanni, sum soleiðis var á talufót við sjálvan kong.
Tilboðið í 1906
Tann fyrsta valfundin eg minnist var í 1906. Tað var hetta árið Patursson kom heim við sínum gitna sjálvstýristilboði, sum langt frá var so nógv á sjálvstýrisleið, sum heimastýrislógin seinni gjørdist. Hetta tilboðið skapti stóra øsing millum føroyskar politikarar og førdi til, at Sambandsflokkurin varð stovnaður sum mótvekt til tilboðið, sum var gjørt í samráð við forsætisráðharran J. C. Christensen. Hetta førdi eisini til stovnanina av sjálvstýrisflokkinum, sum stuðlaði tilboðnum.
Hesin fundur var kommunuskúlagarðinum í Havn, har tað var fult av fólki. Patursson var fyrsti talari. Hann greiddi frá tilboðnum og endaði við at spyrja, um nakar var ímóti tí.
Tá hoyrdi eg ein, sum við myndigari rødd svaraði: “Tað havi eg”, og hann fór beint upp á talarastólin. Tá var hetta suðuroyarsýslumaður Oliver Effersøe, sum seinni saman við Fríðrik Petersen prósti og øðrum kom at stovna Sambandsflokkin. Teir blivu eisini hvør eftir annan formenn fyri flokkin.
Eg kann ikki minnast, hvat Effersøe segði. Men eg minnist, at eg var meira í parti við Patursson út frá tí sjónarmiði, at tað var óhøviskt av einum manni at koma upp og órógva ein mann í hansara talu.
Tá ið eg kom heim, greiddi eg frá fundinum og segði meg eisini argast inn á Effersøe. Men tá ið pápi og abbi greiddu mær frá, hvat lá aftanfyri atburðin hjá Efferøe, tá kom eg at síggja hetta í einum øðrum ljósi.
Seinni gjørdist pápi tingmaður fyri sambandsflokkin, og seinni gjørdist eg sjálvur oddamaður í flokkinum. Men eg havi vist verið av teimum meira frísinnaðu sambandsmonnunum.
Pápi stillaði upp til løgtingsvalið, sum var eftir at tilboðið kom fram. Hann fekk eitt gott val, og tað fekk flokkurin eisini.
Heise hevði ikki brúk fyri hjálp
Eftirmaðurin hjá Thygesen sum dómari gjørdist Frederik Heise. Hann var heilt ungur og óroyndur. Eg visti, at hann fór at møta mongum serligum føroyskum viðurskiftum, sum hann einki kendi til. Eg bjóðaði mær til at hjálpa honum á allan hátt. Eg fekk ikki so mikið sum eina tøkk. Hann skuldi nokk klára seg sjálvan. Hetta var ein heilt annar tóni enn hjá undanmanni hansara.
Hóast Thygesen kendi væl til føroysk viðurskifti, spurdi hann meg ofta til ráðs, tá okkurt ivamál kundi vera.
Tað er eisini mín roynd, at hóast ikki sjálvur útbúgvin løgfrøðingur, so kann ein gjøgnum sínar arbeiðsroyndir fáa somu førleikar sum hjá útbúnum løgfrøðingum. Tað mundi eisini vera ásannandi hetta, at eg fleiri ferðir varð settur sorinskrivari.
Eg og Heise komu tó at arbeiða stutt saman, tí sama ár sum hann kom, gjørdist eg sýslumaður. Heise var dómari til 1924.
Stahlsmith gjørdist amtmaður aftaná Rytter, men hann doyði longu í 1920 av sponsku sjúku undir eini tænastuferð til Danmarkar. Hansara eftirmaður gjørdist Elias Olrik, sum kom at vera amtmaður fram til 1929.









