sami. Tað vanliga fyrr á útróðri og fram til umleið 1. heimsbardaga eisini umborð á sluppunum var at halda snørið stilt niðri við botn, tá var tað eisini vanligt at hava fýra húkar á fiskiloddinum. Tveir [...] Tveir sterthúkar vóru bundnir í ovarlaga á teyminum, meðan hinir báðir húkarnir vóru knýttir í endan á teyminum. Tað er hetta amboð, sum Mikkjal á Ryggi yrkir um í sanginum “Fiskurin bítur”. Men so lærdu teir [...] sær sínar egnu fiskileiðir. Bátarnir á Streymoynni hildu seg á leiðunum við Streymoynna, tað var teirra sjógvur, meðan bátarnir úr Eysturoynni hildu seg eystari á sjónum. Tað hendi seg meira enn so, at
kirkjurnar í hesum londum – um teir veruliga vilja kirkjuni væl. Fokus er bert á rættindi til samkynd. Fokus er als ikki á allar trupulleikarnar, ið kirkjurnar fáa av hesum. Ella – um tú ikki metir hetta [...] kyni. Kortini varð hetta mál trýst ígjøgnum frá politiskari síðu á ein ógvuliga ódamligan hátt. Hetta førdi m.a. til, at orðini “maður” og “kvinna” eru strikað í ritualunum, meðan nýggja orðið er “hjú [...] giftum samkyndum pørum. Tað er rætt, at møguleikin fyri at krevja signing fellur burtur. Men trýstið á kirkjuna – í fyrsta umfari fólkakirkjuna – er tó ikki burtur, um hjúnabandslógin verður broytt. Tvørturímóti
ljóst. Harnæst mátti eg undrast á, at kona mín elskaði meg ikki minni av tí, at mær tørvaði hennara fyrigeving, men meira. Soleiðis verður tað “náttúrligt” fyri okkum at lýða á Harrans orð um hjúnarbandið [...] spurdi eg mann, ið kom framvið, hví ellivu steinar vóru lagaðir hvørjumegin hornasteinin frá erva niður á helluna. Svarið var greitt, hann treiv í vísuna (kvæði) “Tolv var desiplene elleve apostlene”. Betri [...] samfelagsins grundarlag. Riðar tað, riðar alt samfelagið. Hetta merkja vit í dag. At siga Ja. Ja at vera maður og kona hevur størri týdning, enn eitt nýgift brúðarpar fatar. Tá verður eisini sagt “ja, ja” at verða
báðum møtunum og sunnudagsskúli er kl. 12. Millum møtini er drekkamunnur. Katólska kirkjan Gudstænastur á jólum í Mariukirkjuni: Mánadagin 23. kl. 17.30 Messa í Kerit. Týsdagin 24. kl. 07.40 Messa í Kerit. [...] Jólaaftan kl. 16.00 Jólagudstænasta. Leygardagin kl. 17.00 Landsbøn. Møtiskráin hjá Filadelfia sæst á heimasíðu okkara: www.filadelfia.fo Hebron, Argir Sunnudagin kl. 10.30 Morgunmøti. Eingin sunnudagsskúli [...] Heimasíða: www.hebron.fo Samkoman Immanuel Sunnudagin kl. 13.00 Sunnudagsskúli, kl. 17.00 Møti. Rhema á Hálsi Onki møti verður sunnudagin. Jólaaftan syngja vit jólini inn kl. 16.00. Sunnudagin millum jól
Dýrmett er minnið um farnan vin. Ein blíð glæma frá setandi sól, sum varliga og sorgblítt stavar á hjartað. Nakað soleiðis tekur ein ameriskur yrkjari til. Og nú gamli vinmaðurin legði hesa seinastu illgongdu [...] avmarking, har vóru bara fleiri dyr latnar upp. Tá ið eg fyri mongum árum síðan undirvísti í føroyskum á Føroya studentaskúla og fekk lýtaleysa uppgávu í hondina, gratt ikki, at Svenning hevði lært unga [...] átt. Men hann var so nógv meira enn bara ein málsins røktingarmaður. Hann var ein sjaldan vitandi maður, og kunnleiki hansara fevndi so víða. Hann vaks upp við bøi, fenaði og flogfenaði, hann hevði verið
eyguni á honum og segði: Jørn, sjálvmorð er ikki loysnin, tí tað ger, at tú ikki hevur møguleika at verða grøddur. Og tað lurtaði hann eftir. Ein dagin síðst í februar í 2010 steðgaði konan Britta á og segði: [...] undur, at eg havi fingið mítt lív aftur. Prædikumaðurin Jørn Hyldgaard hevði eitt gott lív. Nógv komu á møti hjá honum, bæði innan- og uttanlands. Men ein dag gekk galið. Filmurin knekkaði og hann reyk niður [...] møtt fleiri, sum framvegis eru sjúk. Tað eru menniskju, sum halda út og liva í einum slíkum helviti á jørð, sum tað er at vera sálarliga sjúkur. Tey berjast hvønn dag og kanska hvønn tíma fyri at yvirliva
fyri eyga, men tað ósjónliga, tí hitt sjónliga er tímiligt, men hitt ósjónligt ævigt. Eitt dømi; Ein maður fór gangandi ígjøgnum ein dal ein fínan summardag, har vóru blómur, sól og vakurleiki. Maðurin var [...] høvdu vit blivi brend og um hon var longri burtur, vildu vit doyð í kulda. Um tú hevur allar deilirnar á eini klokku liggjandi, so kann ikki eitt bing bang gera so allar skúvurnar loypa aftur í uppá pláss [...] dag ikki verið. Sjálvandi má tann almektigi Gud hava skapa alt, tí hann er tann einasti, ið var til, á ið einki var til. Hann er Alfa og Omega. Byrjan og endin. Ein dagur hjá honum er sum túsund ár og túsund
sterk og veik. Tí kom tað ikki óvart á nakran, tá fyrrverandi fakfelagsformaðurin, sum seinni bleiv formaður í Miðflokkinum, hótti við at fara úr samgonguni. Tað var upp á tíðina søgdu nógv. Hann segði enntá [...] søludagur var komin. Men tá hann so kortini gjørdi av at halda fram, so hevði hann ikki logið á forsíðini á Sosialinum. Hann var, sambært sær sjálvum, hvørki komin við einari lygn, einari forbannaðari lygn [...] fyri, at næstin í húsinum ikki endar í einum sorgarleiki. Hinvegin segði Josef Stalin, at tá ein maður doyr er tað ein sorgarleikur, men tá ein míilión doyr, so er tað hagtøl. Kanska er tað her, at logikkurin
og veik. Tí kom tað ikki óvart á nakran, tá fyrrverandi fakfelagsformaðurin, sum seinni bleiv formaður í Miðflokkinum, hótti við at fara úr samgonguni. Tað var upp á tíðina søgdu nógv. Hann segði enntá [...] søludagur var komin. Men tá hann so kortini gjørdi av at halda fram, so hevði hann ikki logið á forsíðini á Sosialinum. Hann var, sambært sær sjálvum, hvørki komin við einari lygn, einari forbannaðari lygn [...] fyri, at næstin í húsinum ikki endar í einum sorgarleiki. Hinvegin segði Josef Stalin, at tá ein maður doyr er tað ein sorgarleikur, men tá ein míilión doyr, so er tað hagtøl. Kanska er tað her, at
Tá ið ein maður nakað síðani ringdi til ein, ið skuldi vitna í rættinum í einum sakarmáli um rúsdrekkakoyring, hevði hann neyvan grunað, at tað skuldi fáa so álvarsligar avleiðingar, sum tað fekk. Men [...] vildi maðurin hava vitnið at missa minnið, sum tikið var til í rættinum. Vitnið legði kortini dent á, at talan var ongantíð um hóttanir ella í aðrar mátar, harðligt orðalag. - Hann var ógvuliga fólkaligur [...] rætt, men tað var heldur ikki ólógligt at seta seg í sambandi við eitt vitni. Hann legði eisini dent á, at ætlanin var ikki at fáa vitnið at broyta frágreiðing, men einans at tryggja sær, at vitnið var sannført