(KLAKSVÍK) Sundirskotnir løgreglubilar, brotnir rútar og uppgataðir húsaveggir, bera boð um, at tað gekk harðliga fyri seg, tá fýra ungir dreingir fóru at skjóta til máls eftir bilum og fólkum á Brekku í Klaksvík sunnukvøldið.
Politiið í Klaksvík váttar, at ólóglig vápn vóru uppi í vandamikla leikinum, tó vilja teir ikki siga, hvat slag ella hvussu nógv vápn, teir hava lagt hald á. Tó verður sagt av politistøðini, at talan var um riflur og ikki vanligar høglbyrsur.
Dreingir høvdu fingið hendur á vápnunum og lóðrinum í einum húsum hjá einum skyldmanni hjá einum av dreingjunum. Hesin maður hevði eftir øllum at døma fleiri riflur og lóður til hesar liggjandi í húsinum hjá sær.
Riflur eru kraftmikil skotvápn, sum kunnu drepa fólk heilt upp til 800 metrar haðani skotið verður latið av. Hesar riflur eru strangliga bannaðar at eiga og brúka í Føroyum.
Ólógligu vápnini
Skottilburðurin í Klaksvík setur av nýggjum ljóskastaran á spurningin um tey ólógligu vápnini, fólk kring landið liggja inni við.
Ein partur av hesum ólógligu skotvápnum eru komin til landið við føroyskum sjómonnum, sum hava siglt í Grønlandi og New Foundlandi, har hesi vápn eru fult lóglig og kunnu fáast til keyps av einum hvørjum, ið hevur áhuga at ogna sær eitt av hesum vápnum.
Føroyska vápnalógin loyvir bert vanligum høglbyrsum. Hetta eru byrsur, sum lógliga kunnu keypast av fólki, sum eru yvir átjan ár og verða nýttar til veiðu av fugli og øðrum. Hesar høglbyrsur mugu heldur ikki kunna skjóta meiri enn tvey skot, áðrenn tær skulu løðast av nýggjum.
Strangar lógir
Tó eru undantøk í vápnalógini. Eitt nú kunnu alibrúk fáa undantaksloyvi til at liggja inni við riflu til at verja seg ímóti eitt nú kópi, sum ger seg inn á aliringar. Strangar reglur eru tó fyri hesum vápnum. Loyvi er bert at nýta riflurnar innan fyri eitt ávíst øki, og serligt loyvi skal havast frá politinum, hvørja ferð alibrúkini skulu hava nýggj skot til hesar riflur.
Tað eydnaðist okkum ikki at fáa nakra viðmerking hvørki frá politinum ella fútanum um hvørja revsing tey, ið liggja inni við ólógligum vápnum, kunnu vænta sær fyri hetta, ella hvat er røtt mannagongd, um tú hevur hug at burturbeina ólóglig vápnh;llum mismuni millum einstaklingar og stættir.
Ein sjálvsagdur táttur í hesum stríðnum fyri samfelagsligum frælsi er at vit tjóðskaparliga eisini vilja standa á egnum beinum, at vit gerast búskaparliga sjálvbjargin og eisini ráða okkum sjálvi til fulnar - so vit sum búgva í hesum landi, og ongin annar, skulu ráða fyri, hvussu vit skipa okkara samfelag.. Men vit ásanna, at vit hava ídag ikki allar tær búskaparligu og fyrisitingarligu fortreytir sum skulu til, og tí er fyrsta stigið, at vit miðvíst fara eftir at útvega okkum tær, at vit nú fara at leggja grundarlagið, sum einar frælsar Føroyar kunnu standa á. Javnaðarflokkurin loypir ikki eftir einum fullveldi, sum búskaparligt og fyrisitingarligt grundarlag ikki er undir, og sum vit skulu gjalda fyri við skerdum samfelagsligum frælsi.
Jú, eg haldi tað er so náttúrligt, at ein sosialistur og sjálvstýrismaður hoyrir heima í Javnaðarflokkinum. Tá eg svaraði Manna síðst, vísti eg á, at tað hava verið gjørdar fleiri royndir at skipa politiskar flokkar vinstrumegin Javnaðarflokkin, sum tó allar eru so syndarliga miseydnaðar. Mín niðurstøða av hesum royndum var, at tað neyvan fer at verða rúm og vónandi heldur ikki neyðugt við nýggjum vinstraflokki. Tað er mín sannføring, at tey vinstrahallu sjónarmiðini skulu kunna rúmast í og vera ein partur av tí føroyska Javnaðarflokkinum. Tað var m.a. út frá hesi greiðu fyritreyt at eg á vári 1998 játtaði at fara uppí og stilla upp fyri Javnaðarflokkin.
Eg havi eisini sannað, nú meir enn tvey ár eru farin, at tað er hugsjónarliga rúm í Javnaðarflokkinum, her er vítt til veggja, ofta í sera lívligum og hvassum orðaskifti, um sosialismu og sjálvstýri, um neyðsemjur í gerandisdegnum og um politiskar hugsjónir. Men eg skal viðganga, at eitt mál hevur lagt seg tungt yvir alt og troðkað øll onnur spennandi mál til viks - tað er hetta stríðið um fullveldi ella sjálvstýri. Tí eri eg ein teirra, sum gleði meg til vit hava fingið lagt tað afturum, og tað aftur verður møguligt at viðgera verulig samfelagsmál, uttan at støðutakanin í hesum stríðnum skal forða fyri samstarvi millum teir flokkar, sum annars áttu at staðið saman, nevnliga Javnaðarflokkin og Tjóðveldisflokkin.
Hans Pauli Strøm,
javnaðarmaður