Todi settur í skuggan

Fremsti føroyski spælarin heldur ikki, at tað er serliga hugaligt, at hann ikki sleppur upp í part, sjálvt um hann í vikuni frammanundan hevur skorað tvey mál

ÚTISETI

Í dýrdarveðrinum leygardagin vóru fleiri enn 38.200 í Parkini í Keypmannahavn, og tey vóru vitni til enn eitt drama millum FCK og Brøndby. Millum áskoðararnar vóru fleiri føroyingar. Teir vóru fyrst og fremst komnir at síggja Toda Jónsson, men tað var ikki fyrrenn miðskeiðis í 2. hálvleiki, at Todi slapp av beinkinum og á vøllin.
Í bløðunum upp undir vikuskiftið skiltist, at FCK venjarin ætlaði at hava nýggja mannin Jörgen Persson og Peter Møller í álopinum, og at Todi Jónsson og Sibusisu Zuma, sum hevur verið eitt sindur skaddur, skuldu sita á beinkinum, og soleiðis var tað.
? Eg vandi ikki við mikudagin, tí eg var eitt sindur eymur. Tá eg hósdagin aftur vandi, var tað mær skjótt greitt, at eg ikki fór at fáa møguleikan frá dystarbyrjan, sigur Todi Jónsson úr Keypmannahavn.
Tað er einki serligt?
? Felagið ger nógv burturúr, at vit eru fýra álopsspælarar, sum allir kunnu brúkast, men fyri meg sum spælara er tað einki stuttligt. Í UEFA Cup dystinum næstsíðsta hósdag skoraði eg tvey mál, og so verði eg eina góða viku seinni settur á beinkin, og útskiftingarnar vísa, at eg hesa ferð varð roknaður sum fjórði maður, tí Zuma kom á vøllin, áðrenn eg kom.
Fyrrapartin í morgin fer FCK til Georgia, har teir seinnapartin hósdagin skulu royna at spæla seg víðari í Europa Cup kappingini. Fyrra dystin vunnu teir 3?1. Tað var tá, at Todi Jónsson skoraði tvey mál.
Tá vit tosaðu við Toda, visti hann ikki, um tað fór at verða pláss fyri honum millum teir fyrstu ellivu hósdagin, men tað man bera illa til at sleppa undan spælaranum, sum í fyrra dystinum skoraði tvey mál. Einki er at ivast í, at FCK fer at dúva upp á kontra møguleikar í Georgia, og í tí spælinum hava teir ikki betri álopsspælarar enn Zuma og Toda.
Eftir sigurin á Brøndby segði FCK venjarin, Hans Backe, at hann metir seg at hava fýra klassa álopsspælarar, og at hann ætlar at brúka teir allar í heyst. Samstundis legði hann afturat, at hann vónar, at ein ella tveir teirra fara at verða støðugir málskjúttar, og at teir tískil fara at gerast sjálvskrivað val.
Leygardagin var Peter Møller sera ágrýtin, og hann skoraði eitt mál. Nýggja keypið hjá svenska venjaranum, Jörgen Persson, sum er landsmaður hjá Hans Backe, hevur spælt fimm dystir, og higartil hevur hann púrt einki víst. Men venjarin tykist framvegis sinnaður at geva honum langar teymar.

Zuma í øðini
Tað er ikki bara Todi Jónsson, sum ikki heldur tað vera so ógvuliga hugaligt í FCK akkurát nú. Sibusisu Zuma er í øðini. Hann hevur leingi biðið um lønarhækkan, men felagið hevur ikki ónt honum aftur. Eftir at hann leygardagin hevði skorað sigursmálið ímóti Brøndby, flokkaðust tíðindamenninir um Zuma, og so nýtti hann høvið at leggja trýst á leiðsluna.
? Eg havi í trý ár víst hvør dugur er í mær. Nú havi eg í eina tíð biðið um at fáa ein nýggjan sáttmála og lønarhækkan, men leiðslan letst ikki um vón. Tí verður tað skjótt til tað, at eg fari at gera upp við meg sjálvan og so rými eg, tá sáttmálaskeiðið er lokið, sigur Zuma, sum hevur hálvt annað ár eftir at sáttmálaskeiðnum.
Zuma og Todi Jónsson sigast at vera millum teir lægst løntu í FCK. Sáttmálaskeiðið hjá Toda Jónsson verður runnið á sumri komandi ár. Fyrr í ár varð sagt, at samráðingar um nýggjan sáttmála skuldu vera í summar. Todi Jónsson sigur, at enn hava ongar samráðingar verið. Todi vil einki siga um, um hann er áhugaður at halda fram í FCK ella ikki. Men um tvey og tvey verða løgd saman, so skal ikki nógv til at ímynda sær, at hann ikki fer at skriva undir, meðan so nógvir eru um boðið í FCK álopinum.
At Zuma sunnudagin gav ilt av sær, hevði við sær, at FCK liðformaðurin, Christian Lønstrup, í miðlunum heitti á leiðsluna um at geva Zuma meiri í løn. Hann metti, at suðurafrikanarin væl og virðiliga hevði víst, hvør dugur var í honum. Liðformaðurin hevur enn einki sagt um, hvat hann heldur um lønina hjá Toda.