heimaftur, eftir at teir hava verið í enska felagnum Queens Park Rangers og vant. Teir vóru í felagnum, sum heldur til í London, í 10 dagar. Har vandu teir við 1. og 2. liði. 1. lið spældi nógvar dystir, og [...] n var altíð felags, og tá Rógvi og Heðin ikki vandu við 1. liði, vandu teir saman við spælarunum, sum stríðast fyri at koma inn í hitan. Venjingin var ikki so hørð, og tað gekk væl hjá teimum báðum føroysku [...] tí ein nýggj fyriseting hjá danska fótbóltssambandinum forðaði fyri tí. Tað er Jákup í Stórustovu, sum hevur lagt ferðina hjá Heðin og Rógva til rættis. Tríggir aðrir ungir spælarar eru nú farnir til Englands
tilfar, sum fevnir bæði um tey økini, sum skulu bjóðast út, um tilráðingar í sambandi við serskatt, royalty, alment oljufelag fyri bert at nevna nøkur av málunum. Arbeitt hevur verið dag sum nátt nú í [...] annan mánadag. Men her er tó eitt men. Og tað eru fundirnir, sum eru í Norðurlandaráðnum alla vikuna. Fleiri av landsstýrismonnunum eru tí ikki heima. Um hetta fer at seinka viðgerðina er enn ilt at siga, men [...] oljumálum. Og hann hevur eisini borið skjótt at og latið tilfarið víðari til landsstýrismenninar, sum nú hvør í sínum lagi gjøgnumganga tað. Eyðun Elttør heldur tað er skeivt av sær at siga nakað ítøkiligt
um ein ætlar sær at mennast sum spælari, sigur Sámal Hansen, sum bara er 24 ára gamal, og tískil hevur árini fyri sær í fótbóltshøpi. Men tað er nú ikki tað einasta, sum hevur ávirkað Sámal soleiðis at [...] er í hvussu er øðrvísi enn tað var her heima. Her eru bara einir fimm kanska seks dystir, sum mann má seta seg upp til, og tað er ov lítið um tú skalt menna teg sum leikari, sigur Leiftursvenjarin. Øll bygdin [...] fór at vinna, sigur Sámal skemtandi um nýggja venjaran, samstundis sum hann leggur afturat, at tá hann sjálvur hevur vunnið tað, sum er at vinna í føroyskum fótbólti, er kanska neyðugt við nýggjum avbjóðingum
Eisini legði tú henda dagin serliga væl til merkis Nicolinu, sum stóð seg sera væl í verjupartinum. Samanumtikið má sigast, at VÍF virkaði betri sum lið, og at tær tískil kundu vinna ein hampuliga tryggan sigur [...] Stjørnuni ein skarpan gang har suðuri, tí at leika ímóti einum einum VB liði á ávíkavist heima- og útivølli er sum nátt og dagur. Skulu tær gera sær vónir um eina góða endastøðu verður tó eisini neyðugt [...] var tó væntandi, at talan kundi gerast um eina sera spennandi uppgerð ímillum tvey av teimum liðum, sum royna at hanga í himmalsferðini hjá Stjørnuni. Verjan riggaði Talan varð tó ongantíð um tann heilt
sjónleik, sum nevnist »Hin fullkomni javnlíkin«, og snýr hesin seg um korini, sum tey samkyntu liva undir. Leikurin er íslendskur, og tískil eru tað sjálvsagt tey íslendsku viðurskiftini, sum størsti denturin [...] tað hetta, sum leikurin snýr seg um. Sum sagt verður leikurin framførdur tvær ferðir, harav fyrra framførslan er á enskum ímeðan seinna framførslan er á íslendskum. So avgjørt eitt tiltak, sum tykist vert [...] Reykjavíkar, fyri at sleppa undan øllum teimum fordómum, sum eru í einum lítlum samfelag, har øll kenna øll. Hetta líkist rættuliga nógv støðuni her heima, har fleiri samkynt er flutt til eitt nú Keypmannahavn
at vita um føroysku ættina. Og tað hava tey fingið. Forfaðir teirra var Nicolaj Frederik Petersen, sum varð føddur á Miðgerði í Kollafirði 2. mai í 1845. Foreldur hansara vóru Samuel Peter Samuelsen (f [...] fingu tey átta børn. Ein teirra var tann so kendi keypmaðurin í Fuglafirði, Sámal Petur Petersen, sum sostætt er langabbabeiggi hesa konuna í New Zealandi. Í brævi til Sosial siga tey úr New Zealandi, [...] tey bæði eru fødd og uppvaksin í Skotlandi. Tey fluttu í 1965 til New Zealand. Men í fjør vóru tey heima í Skotlandi og vitjaðu skyldfólk, har áhugin fyri føroysku ættini varð vaktur. Hetta er bert enn eitt
væl er. Allan Joensen er sonur John Sigurd Joensen, sum var tiltikin fótbóltsspælari, og hann er beiggi Jan Joensen, sum var liðskipari á KÍ-liðnum, sum í ár vann greipuna. Sjálvur hevur Allan Joensen spælt [...] trupulleikar við hælsinuni, sum er slitnað tvær ferðir. ? Eg rokni ikki við, at eg dugi at renna longur, sigur hann speiskliga og avdúkar, at hann hevur lært at liva við skaðanum, sum hevur argað hann meira [...] maður. 1996 var eitt stórt ár hjá Allani, men árið endaði við tí skaðanum, sum nú hevur sett punktum fyri fótbóltskarrieruni, og sum bara hevur latið eina lítla vón verða eftir um, at evnaríki og lovandi spælarin
kappingini, so hava tær vísts, at tær eru fullgreiðar yvir munin sum er á føroyskum og altjóða hondbólti. Tær koyra á motorin her heima, og tí eru tær greitt fremstar í landskappingini. Hetta vikuskiftið [...] spælt javnt í ár, so er ikki óhugsandi, at tað júst verða tær, sum fara at taka stig frá Stjørnuni. VB hevur nevniliga eitt gott lið, sum til tíðir kann spæla sera væl. Tó skal sigast, at VB-kvinnurnar [...] m. a. av teirri orsøk, at Sámal Olsen er vaksin við uppgávuni, sum løgd er á herðar hansara. Sjálvandi merkir eitt lið, at ein leikari sum Áki fer, men tá aðrir leikarar standa klárir at taka ábyrgd, verður
eg prátið sum hevur verið frammi í sein-astuni heima í Føroyum. Eg hugsi um áttatiárini, tá kláraðu føroyingar sjálvir at stýra okkara samfelag út av eggini. Tað eru somu menn, sum stýra nú, sum stýrdu tá [...] Maskinsjefurin eitur sum áður nevnt Rógvi úr Nólsoy. Men tveir aðrir føroyingar eru eisini við Hirsholm. Teir eru heima í løtuni. Tann eini eitur Jóan Jakku, avloysir Jógvan sum skipara og er ættaður [...] ísfiskatúrur, sum fór undir 3000 kassar, varð hildin at vera ein mi-seydnaður túrur. Í dag verður ein túrur upp á 1000 kassar roknaður fyri ein góður túrur. Góði prísurin bjargar týrinum.. Vit, sum kenna til
eins nógv mál, sum hann hevur gjørt seinastu dystirnar. Hetta eydnaðist eisini sera væl, tí John skeyt einans 1 »vanligt« mál í fyrr hálvleiki. Jónleif Sólsker hevði tó eisini gjørt sítt heima arbeiði, og [...] einans eru John og Sámal á hesum báðum liðum, sum duga at skjóta mál, so fleiri av hinum leikarunum á vøllinum dugdu væl at gera sær dælt av góða plássinum, sum teir fingu hendan dagin. Ingi út og Sámal ígongd [...] at venja seg við, at tað nú einaferð er soleiðis, at tað eru dómararnir, sum døma í dystinum, og at hetta neyvan er nakað, sum verður broytt í bræði. Dysturin í tølum: StÍF: John Petersen 10 (7), Artur