StÍF ? VÍF 28-27 (15-14)
Áskoðarafjøldin kókaði, tá Karstin Danielsen í seinastu sekundunum av dysinum millum oddaliðini í landskappingi sendi bóltin í netið. StÍF hevur framvegis fult stigatal, og er einsamalt á odda, nú øll liðini hava leikt 6 dystir.
Ansaðu eftir
John og Sámal
Ikki kann sigast annað enn, at javnt gekk á fyrsta partin av dystinum. Liðini bæði skiftust um at skora, og hóast StÍF vann sær eina góða leiðslu, so megnaðu vestmenningarnir at vinna meginpartin av hesi leiðsluni aftur, áðrenn farið varð til hálvleiks. Hetta er ikki fyrstu ferðina, at strandingarnir koma væl frá byrjan, fyri síðani at lova mótstøðuliðnum inn aftur í dystin, men tað er ofta vandin, tá tað gongur somikið væl eina løtu.
Ilt er tískil at meta um, hvat av liðunum sýndu betra spælið, men í hvussu er kann staðfestast, at Johan Danielsen enn einaferð hevði stóran týdning fyri dystin, við tað at hann fleiri ferðir bjargaði, tá vestmenningar høvdu leikt seg ígjøgnum strandaverjuna.Vestmenningar vóru sera stinnir í verjupartinum fyrsta hálva tíman, og tað var týðuligt, at teir ikki ætlaðu sær at lata John Petersen skjóta eins nógv mál, sum hann hevur gjørt seinastu dystirnar. Hetta eydnaðist eisini sera væl, tí John skeyt einans 1 »vanligt« mál í fyrr hálvleiki.
Jónleif Sólsker hevði tó eisini gjørt sítt heima arbeiði, og ansaðu hansara leikarar sera væl eftir, at Sámal Joensen ikki slapp at skjóta. Eisini fyri strandingar eydnaðis royndin, og fekk Sámal bert tað eina málið allan fyrra hálvleik.
Tá so nógv orka verður løgd í at ansa eftir einum einstøkum leikara, ger hetta aloftast, at viðleikarar hansara fáa betri sømdir, og soleiðis var eisini sunnudagin á Skála. Tað er jú ikki soleiðis, at tað einans eru John og Sámal á hesum báðum liðum, sum duga at skjóta mál, so fleiri av hinum leikarunum á vøllinum dugdu væl at gera sær dælt av góða plássinum, sum teir fingu hendan dagin.
Ingi út og
Sámal ígongd
Í seinna hálvleiki leikaði framvegis javnt á, og nú var tað VÍF, sum sá út til at hava munin. Um hálvan seinna hálvleik eydnaðis kortini strandingunum at vinna seg framum aftur, og tá Ingi Olsen lítla løtu seinni fekk triðju útvísingina og harvið reyða kortið, var líkt til, at StÍF nú hevði fingið eina avgerandi yvirvág. Teir megnaðu eisini at toga seg frá vestmenningunum, soleiðis at tá 3 minuttir vóru eftir, høvdu teir eina 3 mála leiðslu. Tað var tó nær við, at strandingarnir høvdu kannað sær bitan, uttan at spyrja Sámal Joensen eftir, tí tá 20 sekund vóru eftir at leika, hevði Sámal júst skotið sítt 4. mál innan 3 minuttir, og nú stóð brádliga á jøvnum. StÍF fór aftur í eina seinastu álopsroynd, og alt endaði við, at Karstin Danielsen kundi langa bóltin í netið, soleiðis at strandingar fyri 6. ferð í ár kundu fara av vøllinum sum sigursharrar.
Óroyndir dómarar
At talan var um toppdyst var framman undan lítil ivi um, og hetta boðaði áskoðarafjøldin eisini frá. Uml. 850 áskoðarar vóru til dystin, og er hetta størsta talið higartil í ár. Sum tað framgongur av omanfyristandandi, so fingu hesi ein ógvuliga spennandi dyst.
Verður týdningurin av dystinum havdur í huga, so er tað merkisvert, at tveir so óroyndir dómarar verða settir til slíka uppgávu. Ikki tí, eg ivist ikki í, at teir gjørdu teirra besta, men tá somikið nógv stendur upp á spæl, og tá so nógvir áskoðarar standa og geyla, hevði tað verið betur, um meira royndir dómarar tóku sær av uppgávuni. Tað vóru eisini fleiri vestmenningar, sum vóru rættuliga ónøgdir við dømingina, men her er talan einamest um áskoðarar. VÍF venjarin, Hjalmar Klein Olsen, helt í hvussu er ikki, at teir kunnu geva dómarunum skuldina fyri tapið, men at teir heldur eiga at taka í egnan barm. Jónleif Sólsker, venjari hjá StÍF, heldur eins og starvsfelagin, at dómararnir ikki komu at hava avgerandi ávirkan í úrslitið.
Í øllum førum kann staðfestast, at tað tóktist ikki sum um dómararnir høvdu tamarhald á leikarunum, og onkuntíð sóust leikarar standa og skrála ókvæmisorð inn á dómararnar, uttan at hetta fekk nakrar avleiðingar yvirhøvur. Eg veit væl, at einasti háttur hjá dómarum at gerast betri, er at fáa so nógvar royndir sum gjørligt, men latið heldur hesar royndirnar koma í smáum, ístaðin fyri at geva teimum ov týdningarmiklar dystir beinanvegin.
Hinvegin eiga leikarar og serliga áskoðarir, at venja seg við, at tað nú einaferð er soleiðis, at tað eru dómararnir, sum døma í dystinum, og at hetta neyvan er nakað, sum verður broytt í bræði.
Dysturin í tølum:
StÍF: John Petersen 10 (7), Artur Johansen 7 (3), Sveinbjørn Poulsen 4, Jónleif Sólsker 3, Marius Joensen 2, Karstin Danielsen 2
VÍF: Sámal Joensen 9 (3), Ingi Olsen 6, Martin Hummeland 4, Agnar Joensen 3, Johnny Joensen 3, Peter F. Joensen 1, Harald Bjørgvin 1
Brotskøst: StÍF 11, VÍF 3
Útvísingar: StÍF 1, VÍF 3
Diskvalifikatión: VÍF 1
Dómarar: Dánjal Hansen og Kári Hansen









