Oljan er nú komin á skrivaborðið hjá landsstýrismonnum. Fríggjadagin handaði stjórin í Oljumálastýrinum, Herálvur Joensen, landsstýrismanninum í oljumálum, Eyðun Elttør, endaliga útkastið til fyrstu oljuleiting á føroyska landgrunninum nakrantíð.
Tað er um rættiliga rúgvusmikið tilfar, sum fevnir bæði um tey økini, sum skulu bjóðast út, um tilráðingar í sambandi við serskatt, royalty, alment oljufelag fyri bert at nevna nøkur av málunum.
Arbeitt hevur verið dag sum nátt nú í longri tíð og hava fólkini í Oljumálastýrinum lagt eitt ovurstórt arbeiði í at fáa útkastið liðugt. Herálvur Joensen heldur talan er um eitt væl úr hondum greitt arbeiði og vónar hann, at málið nú fer at fáa eina sakliga og seriøsa viðgerð bæði í landssstýrinum og á løgtingi. Nú hann hevur latið tilfarið víðari, liggur málið í hondunum á landsstýrismanninum í oljumálum. Og hann hevur eisini borið skjótt at og latið tilfarið víðari til landsstýrismenninar, sum nú hvør í sínum lagi gjøgnumganga tað. Eyðun Elttør heldur tað er skeivt av sær at siga nakað ítøkiligt um, hvat stendur í tilfarinum. Fyrst mugu landsstýrismenn og umboð fyri flokkarnar á tingi sleppa at lesa tað.
Sosialurin skilur, at ætlanin er at fáa málið fyri á landsstýrisfundi annan mánadag. Men her er tó eitt men. Og tað eru fundirnir, sum eru í Norðurlandaráðnum alla vikuna. Fleiri av landsstýrismonnunum eru tí ikki heima. Um hetta fer at seinka viðgerðina er enn ilt at siga, men miðjað verður so móti at fáa 1. útbjóðing í tingið um ikki so langa tíð. Helst í seinnu helvt av hesum mánaðinum.










