øllum tí arabiska heiminum, og allir eru teir til reiðar at taka lut í sjálvmorðsatsóknum. Teirra fyrimynd er maðurin, sum fyri nøkrum døgum síðani sprongdi eina sjálvmorðsbumbu og drap fýra amerikanskar hermenn [...] sjálvbodnu eru komnir til Bagdad. Teir fara at stríðast ímóti amerikansku og bretsku deildunum í Irak til tess at verja arabiskt og muslimskt land, stóð í einari kunngerð frá høvuðsstøðini hjá felagsskapinum [...] enn, sum eru til reiðar at stríðast ímóti fremmandum álops- og hersetingarmonnum, segði hann. USA ávarar Amerikanska stjórnin ávarar Iran og Sýrialand ímóti at styðja yvirgangsbólkar. Hetta er aðru ferð
tos um framburð og frælsi, um sjálvberandi búskap, um og-so-víðari-patentloysnir og mannminkandi tiradir um danska olmussu til sjúk, gomul, avlamin og ung lesandi. Er hesin orðvavstur og hendan eyðmýking [...] nakrar dagar hevur tú verið har á sjúkrahúsinum í tveir mánaðar, og hóast bæði tú og eg og børnini eru við góðum toli, so er saknurin stórur, og stundum kennast dagarnir so tómir. Eg haldi, at lítli beiggi [...] dámar so væl, og hóast hann er tungur og krevur umhugsan, so gerast torskildu orðini so livandi og sonn. Hann skrivar einastaðni nakað soleiðis, (tú hevur óivað lisið bókina fyri langt síðani, og tær líkt hevur
iftum. Politikkur gjørdust skjótt partur av lívi hansara og hevur hann gjøgnum nógv ár tikið lut í bæði kommunal- og landspolitikki umboðandi Javnaðarflokkin. Álitisstørvini hava verið mong og krevjandi [...] altíð verið - og er - ítróttin. Ítróttin og ítróttararbeiði heva altíð ligið fremst hjá honum og hevur hann verið virkin í fleiri ítróttagreinum. Sverre hevur m.a. roynt seg í bæði hond- og fótbólti, men [...] Sverre vaks upp í Valinum hjá ommu og abba sínum, Juliu og Poul í Trøðini. Havandi í huga, at júst í hesum arbeiðarabýlingi kyknaði áhugin fyri verkamannafeløgum og samhaldsføstum hugsjónum, er kanska
sund og fjørð, teir brendu vita, og teir glaðaðu. Seinni kom telegrafurin, telefonin og boðstøðirnar. Í øllum førum var hetta sama galdandi; boðini skuldu koma fram til rætta viðkomandi, skjótt og óbroytt [...] Teletech, vísir á, at eins og aðrar mentanir, so hava eisini føroyingar í øldir havt tørv á fjarskifti. - Forfedrar okkara góvu boð frá sær, tá ið grindaboð vóru, og tá ið eitt nú prestur, lækni ella jarðarmóðir [...] flestu lívsins viðurskiftum ræður um, at boðini koma fram rættstundis, óbroytt og til rætta viðkomandi. Hetta vita tey á Teletech, og tí leggur internetveitarin seg eftir at veita tænastur, ið kunnu nøkta tørvin
Dánjals Bók. Høvdið av skírum gulli, bróstið og armarnir av silvuri, kviðurin og lendarnir av kopari, men ólukkutíð vóru føturnar hálvt av jarni og hálvt av leiri. Og tær hildu ikki fyri stoytinum, nú tá ið [...] úr lofti. Harvið fór standmyndin stiklandi fram eftir rommum og vindurin foykti alt burtur. Soleiðis fyrikemur mær nú Sambandsflokkurin og serliga hansara fyrr so uppblásti spíri úr Suðuroy. Tað sigst [...] Suðuroyggin fekk fyrstu raðfesting, og er hetta alneyðugt, skal oyggin ikki gerast ein marginaliseraður útjaðari, eftir at meginparturin av landinum norðanfyri er samanbundið og samansjóvað. Allar verkætlanirnar
pressu skal verða lív laga her á landi. Uttan eina frælsa, óhefta og atfinningarsama pressu er øll tala um demokrati og frælsi tóm og uttan endamál. Sosialurin [...] at makthavararnir halda seg til tær skrivaðu og óskrivaðu lógir, ið eru støðið undir demokratiinum. Hetta kann geva spenningar, men ger pressan sían skyldu og virða politikkararnir demokratisku spælireglurnar [...] pressan eigur at hava ein virknan leiklut at ansa eftir, at politikkarar og politiskir flokkar halda seg innan tær skrivaðu og óskrivaðu lógir, sum galda fyri demokratiið. Henda leiklut halda vit, at føroyska
Politikkur Hetta vikuskiftið hevur tjóðveldisflokkurin sítt árliga floksting. Flokstingið er landsfundur, ella aðalfundur floksins, og í ár verður flokstingið í bygdarhúsinum í Hósvík Umframt vanligu skránna [...] , á skránni, eitt nú eru bæði føroyskir og útlendskir gestarøðarar. Flokstingið verður sett fríggjakvøldið klokkan 19.30. Tá verður roknskapurin lagdur fram og klokkan átta fer formaður floksins at leggja [...] fríggjakvøldið verður so politiskt orðaskifti um formansfrágreiðingina og tá verður skift orð um m.a. fullveldismálið, fiskivinnumál, sosialmál og útbúgvingar Men fríggjadagurin er jú ein forvitnisligur dagur í
á tey fýra, sum høvdu umsjón við Bossinum og summarhúsinum - tveir vaktarmenn, kommandanturin Lozgasjeff og Matriona Petrovna Butusova, konan, sum reiddi upp og hevði umsjón við valdsharrans seingjarklæðum [...] tímar gingu, til Beria og Malenkov komu út í summarhúsið. Teir fóru inn til Bossin, komu út aftur, søgdu, at honum bagdi einki og fóru so avstað aftur. Eina ferð enn varð ringt, og nú lótu teir høgu harrarnar [...] nógv upp sum teir gomlu zararnir, hann var tignaður og æraður sum undan honum Pætur Mikli ella Aleksandur Fyrsti. Og meira enn tað, hann var í roynd og veru ikon, gudur. Hjá vanligum russarum kendist tað
Bjørn Simonsen o.a. spæla og syngja. Betesda, Klaksvík Leygarkvøldið kl. 20 og sunnukvøldið kl. 18 verður evangel. fundur, har Levi Joensen og aðrir tala. Manskvartettin og sangkórið syngur. Øll eru [...] venda sær til felagið. LFÚ-skrivstovan hevur opið mánadag og mikudag millum kl. 12 og 16 og týsdag kl. 16-18. LFÚ-ráðgevingin hevur opið týsdag og hósdag frá kl. 16-18. LISA Frá 24. februar er skrivstovan [...] Pisuvarða 2, Tórshavn Tlf. 315624 og 315688, Faks 315924, e-mail: maf@maf.fo og maf@post.olivant.fo Heimasíða: www.maf.fo Opið er: má. og tý. kl. 10-15, mi. kl. 13-18, hó. og fr. kl. 10-15. Endamál felagsins
POLITIKKUR Gitingarnar, um hvør verður nýggjur landsstýrismaður i mentamálum, eru nógvar. Og hesar gerast ivaleyst bara fleiri og fleiri, tí nýggjur landsstýrismaður verður í fyrstu atløgu settur á ólavsøku [...] ovasti fyri Mentamálaráðið, og landsstýrismaðurin í lógarmálum er ovasti fyri Løgmálaráðið. Spurningurin er, um tað er nøktandi ? og kanska niðursetandi fyri mentamálini og lógarmálini - at sami lands [...] hendan støðan ikki er nóg góð í longdini, og tískil verður ein nýggjur landsstýrismaður settur, tá samgongan er betri fyri. ?Annlis Bjarkhamar hevði sett nógv ígongd, og hetta fylgi eg upp saman við umsitingini