Tjóðveldisfólk hittast í Hósvík

Hetta vikuskiftið hevur tjóðveldisflokkurin floksting í Hósvík við føroyskum og útlendskum gestarøðarum

Politikkur

Hetta vikuskiftið hevur tjóðveldisflokkurin sítt árliga floksting. Flokstingið er landsfundur, ella aðalfundur floksins, og í ár verður flokstingið í bygdarhúsinum í Hósvík
Umframt vanligu skránna, er eisini ymiskt annað, forvitnisligt, á skránni, eitt nú eru bæði føroyskir og útlendskir gestarøðarar.
Flokstingið verður sett fríggjakvøldið klokkan 19.30. Tá verður roknskapurin lagdur fram og klokkan átta fer formaður floksins at leggja ársfrágreiðingina fram.
Klokkan nígggju fríggjakvøldið verður so politiskt orðaskifti um formansfrágreiðingina og tá verður skift orð um m.a. fullveldismálið, fiskivinnumál, sosialmál og útbúgvingar
Men fríggjadagurin er jú ein forvitnisligur dagur í føroyskum tónleikahøpið, tí hetta er jú kvøldið, tá ið Guðrun Sólja Jacobsen skal syngja í finaluni í Stjerne for en aften.
Og leiðslan í tjóðveldisflokkinum ætlar ikki at forkoma møguleikanum hjá teimum, sum koma á flokstingið, at fylgja við í kappingini, so á flokstinginum verður møguleiki at síggja Guðruna í sjónvarpi.

Gestarøðarar
Leygarmorgunin verður lagt til brots við morgunmati klokkan 9 og aftaná, klokkan 9.30, verður politiskt orðaskifti.
Tá fara tveir gestarøðarar at halda røðu, teir verða Josef Motzfeldt, formaður í grønlendska loysingarflokkinum, Inuit Ataqatigiit, vanliga stytt IA, og eitt umboð fyri íslendska bróðurflokkin hjá tjóðveldisflokkinum.
Eftir døgverða heldur politiska orðaskiftið fram klokkan 13 og tá verður ein annar, forvitnislig røða, tí tá fer Hermann Oskarsson, formaður í búskaparráðnum, at tosa um búskaparligu møguleikarnar.
Aftaná drekka, klokkan 15, fara ymsar nevndir hjá flokkinum at leggja fram og eitt nú fer flokstingið at viðgera fleiri uppskot um serlig framtøk fyri flokkin.
Aftaná fer flokkurin at velja fólk í ymisk álitisstørv, eitt nú at velja sjálva floksstjórnina.
Øll hava atgongd til flokstingið og tá ið politiskt orðaskifti er, hava eisini øll høvi at taka orðið.