- Teir koma úr øllum tí arabiska heiminum, og allir eru teir til reiðar at taka lut í sjálvmorðsatsóknum. Teirra fyrimynd er maðurin, sum fyri nøkrum døgum síðani sprongdi eina sjálvmorðsbumbu og drap fýra amerikanskar hermenn.
Tað sigur irakski generalurin, Hazem al-Rawi.
Víðgongdi palestinski felagsskapurin, Islamskt heilagt kríggj, boðaði um vikuskiftið frá, at hann hevur sent fleiri sjálvmorðsbólkar til Irak.
- Teir fyrstu sjálvbodnu eru komnir til Bagdad. Teir fara at stríðast ímóti amerikansku og bretsku deildunum í Irak til tess at verja arabiskt og muslimskt land, stóð í einari kunngerð frá høvuðsstøðini hjá felagsskapinum.
Irakski varaforsætisráðharrin, Tariq Aziz, segði sunnudagin, at teir fremmandu sjálvmorðsbumbumenninir eru hetjur. Teir eru frælsisstríðsmenn, sum eru til reiðar at stríðast ímóti fremmandum álops- og hersetingarmonnum, segði hann.
USA ávarar
Amerikanska stjórnin ávarar Iran og Sýrialand ímóti at styðja yvirgangsbólkar. Hetta er aðru ferð, at USA ávarar sýrar.Amerikanarar vilja vera við, at Sýrialand hevur veitt Irak hjálp í krígnum ímóti amerikansku og bretsku hermonnunum. Men tað verður ikki góðtikið í Washington.
- Sýrialand velur sjálvt, um tað ætlar at halda fram við at styðja yvirgangsfelagsskapum og tí doyggjandi stýrinum hjá Saddam Hussein, ella um landið velur eina skilabetri kós, segði amerikanski uttanríkisráðharrin, Colin Powell, sunnudagin. Hann legði afturat, at sýriska stjórnin má sjálv átaka sær ábyrgdina av teimum avleiðingum, sum politikkur hennara kann fáa.
Samstundis ávara amerikanarar Iran. Colin Powell segði sunnudagin, at tað kann koma Iran aftur um brekku, stuðlar landið yvirgangsfelagsskapum.
Hendan seinna ávaringin kom, júst sum iranski uttanríkisráðharrin, Kamal Kharazi, gjørdi greitt, at Iran fer ikki at viðurkenna eina nýggja irakska stjórn, sum amerikanarar tilnevna.
- Vit fara bert at viðurkenna eina nýggja stjórn í Irak, sum verður skipað undir ST-eftirliti, og sum irakska fólkið sjálvt hevur valt, segði Kharazi.