Pressan er sum so ofta søgd at vera ?fjórða statsvaldið? í einum fólkaræðiligum samfelag. Pressan hevur í hesum høpi til aðaluppgávu at ansa eftir, at makthavararnir halda seg til tær skrivaðu og óskrivaðu lógir, ið eru støðið undir demokratiinum. Hetta kann geva spenningar, men ger pressan sían skyldu og virða politikkararnir demokratisku spælireglurnar er hesin spenningurin ein partur av demokratisku skipanini. Í einaræðissamfeløgum er sum kunnugt øðrvísi. Har er pressa eitt amboð sum einræðisharrin ella einaræðisflokkurin nýtir í kúganini av fólkinum.
Føroyar eru enn eitt demokratiskt samfelag, har pressan eigur at hava ein virknan leiklut at ansa eftir, at politikkarar og politiskir flokkar halda seg innan tær skrivaðu og óskrivaðu lógir, sum galda fyri demokratiið. Henda leiklut halda vit, at føroyska pressan tekur í størsta álvara. Føroyska pressan hevur dugað væl at halda eina javnvág í síni aðaluppgávu at ansa eftir politisku umsitingini, fylgja við á tingi og í almennninginum og at skapa orðaskifti um politiskar spurningar. Samanbera vit okkum við pressuna í t.d. USA, Bretlandi ella bara í Danmark, so kunnu vit uttan víðari sláa fast, at føroyska pressan ikki fer harðliga fram móti politiskum flokkum ella politikkarum, tá hesir bera seg at á ein hátt, ið ikki samsvarar við góða demokratiska siðvenju og ella tá hesi bróta fólkaræðisins skrivaðu og óskrivaðu lógir. Hinvegin roynir pressan støðugt undir umstøðum, ið ikki altíð eru eins lættar, at gera sína skyldu sum ?fjórða statsvaldið?.
Hetta, at pressan ger sína skyldu, áttu øll at fegnast um, men so er ikki. Seinastu árini hevur eitt nýtt rák gjørt seg galdandi, har ávísur flokkur og ávísir politikkarar hava víst eitt støðugt vaksandi argilsi yvir, at pressan ger sína skyldu. Tíðindafólk verða niðurgjørd, og forðingar verða lagdar teimum í vegin, tá ið tey royna at gera sína skyldu sum tíðindafólk. Tað síðsta er, at tíðindafólk verða beinleiðis hótt! Hetta kann ein frí og óheft pressa ikki góðtaka! Alt hetta er eitt tekin um, at nakað er galið í politisku skipanini. Hetta er tekin um, at tey, ið sita við politiska valdinum hava ilt í opinleikanum. Tey vilja ikki hava gjønumskygni! Her skulu ikki setast alt ov nógvir spurningar. Undir hesum umstøðum hevur pressan bert eitt at gera, nevnilga at halda á við at ansa væl eftir teimum, ið hava politiskt vald, at leggja teirra avgerðir undir lupp og seta hesar avgerðir undir eitt støðugt orðaskifti. Gongdin hesi seinastu árini og hendingarnar her uppá tað síðsta vísa, at hetta er altumráðandi, um eini frælsari pressu skal verða lív laga her á landi. Uttan eina frælsa, óhefta og atfinningarsama pressu er øll tala um demokrati og frælsi tóm og uttan endamál.
Sosialurin