POLITIKKUR
Gitingarnar, um hvør verður nýggjur landsstýrismaður i mentamálum, eru nógvar. Og hesar gerast ivaleyst bara fleiri og fleiri, tí nýggjur landsstýrismaður verður í fyrstu atløgu settur á ólavsøku.
Hetta ger formaður Tjóðveldisfloksins, Høgni Hoydal, greitt.
Orsøkin er, at Tjóðveldisflokkurin vil tryggja sær, at samgongan finnur betri stev, og tey politisku málini hjá samgonguni betri kunnu verða framd, eftir samgongukreppuna fyri stuttum.
Hetta merkir, at Høgni Hoydal heldur fram sum landsstýrismaður í mentamálum. Hetta starv hevur hann røkt so at siga síðani Annlis Bjarkhamar 4. mars varð søgd úr starvi sum landsstýrismaður.
Sostatt hevur Høgni Hoydal virkað sum mentamálaráðharri í ein mánað, og hann heldur fram í góðar fýra mánaðir afturat.
Formelt er ikki talan um tvey størv, men at Høgni Hoydal hevur fingið fleiri málsøki at røkja. Hinvegin er bygnaðurin í almennu umsitingini skipaður soleiðis, at landsstýrismaðurin í mentamálum er ovasti fyri Mentamálaráðið, og landsstýrismaðurin í lógarmálum er ovasti fyri Løgmálaráðið.
Spurningurin er, um tað er nøktandi ? og kanska niðursetandi fyri mentamálini og lógarmálini - at sami landsstýrismaður røkir tvey størv í so langa tíð?
?Tað kundi tú sagt, um málsøkini ikki vórðu røkt. Við einum eyka innsatsi ber til at røkja størvini á ein nøktandi hátt, sigur Høgni Hoydal.
Hann vissar um, at tað er einki, sum bíðar óneyðugt í Mentamálaráðnum orsakað av støðuni.
Høgni Hoydal ásannar samstundis, at hendan støðan ikki er nóg góð í longdini, og tískil verður ein nýggjur landsstýrismaður settur, tá samgongan er betri fyri.
?Annlis Bjarkhamar hevði sett nógv ígongd, og hetta fylgi eg upp saman við umsitingini. Øll tey politiskuni málini verða rokkin, sigur Høgni Hoydal.
Føroya løgmaður, Anfinn Kallsberg, sum hevur ábyrgdina av at hava eftirlit við landsstýrismonnunum, vil ikki gera stórvegis viðmerkingar til støðuna.
Ein partur av semjuni í samgonguni snúði seg um at halda tey ymsu málini innanhýsis, heldur enn at fara í fjølmiðlarnar, og hetta hevur løgmaður eftir øllum at døma tikið til eftirtektar.
?Hvør verður landsstýrismaður er nakað, vit viðgera í samgonguni og ikki í fjølmiðlunum, er tað einasta vit fáa at vita frá Anfinni Kallsberg í hesum umfarinum.
Nógv evni
Spurningurin er, hvør nýggjur landsstýrismaðurin verður, er ikki viðgjørdur í Tjóðveldisflokkinun, upplýsir Høgni Hoydal.
?Men sjálvsagt eru tað nógv uppskot og nógvar gitingar kring landið, men vit hava ikki viðgjørt tað enn í floksleiðsluni, hvør nýggi landsstýrismaðurin skal verða.
Og líkt er til, at tjóðveldisfólk hava góða tíð at savna uppskot.
Og formaðurin hevur álit á, at flokkurin finnur ein góðan avloysarar til Annlis Bjarkhamar.
?Àhugin er altíð stórur, og vit mangla ikki skikkað fólk, sigur Høgni Hoydal, sum ikki metir sum annað enn ein positivan trupulleika at gera av, hvør skal vera nýggjur landsstýrismaður.
Hóast Høgni Hoydal hevur fingið fleiri málsøki, so fær hann kortini ikki tvífalda sína løn ? hon er tann saman, líkamikið hvussu nógv málsøki, ein landsstýrismaður hevur undir hond.