Í dag er 5. september, og tað merkir, at nátungaatíðin nærkast endanum.
Høvdu veðurvánirnar verið góðar í dag og teir næstu dagarnar, hevði ivaleyst borið til at fingið nakrar nátungar aftrat, áðrenn vertíðin er liðug.
Men, í dag er ikki nátaveður, og sambært veðurforsagnunum er ikki líkt til, at teir næstu dagarnir fara at roynast heldur.
Í morgin verður uppaftur meira vindur, og líkt er ikki til, t tað veðrur nakað nátaveður mánadagin, týsdagin ella mkudagin heldur.
Tá vit koma út í næstu viku, verður so mikið væl útliðið, at tað skal verða rættiliga gott veður, um tað skal bera til at taka nátunga á sjónum.
Soleiðis kunnu vit nú rokna við, at nátungatíðin helst er liðug á hesum sinni.










