Bróðurringurin á Havinum hevur stevnu á Toftum

Bróðurringurin á Havinum hevur sína árligu stevnu í  Missiónshúsinum Tabor á Toftum 

leygardagin 5. sept. og sunnudagin 6. sept. 2026 við hesi dagsskrá:

 

Leygardagin 5. Septembur 

Kl. 15:00: Limafundur í Tabor á Taftum við dagsskrá sambært lógfelagsins. 

Høgni við Rætt innleiðir.

 

Kl.18:00. Bønarmøti. 

 

Kl.19:00. Alment møti. Alfred Olsen, Toftir talar. Max Højgaard, Toftir endar. 

Sangbólkurin Eclesias úr Klaksvík luttekur við spæliog sangi.

 

Sunnudagin 6. septembur. 

Kl.11:00 Guðstænasta í Fríðrikskirkjuni á Toftum.

 

Kl.14:00 Alment møti. Torleif Johannesen, sjómanstrúboðari, Nes, talar. 

                  Streingjakórið í Rituvík luttekur við spæli og sangi. 

                 Formaðurin í BáH, Rúni Hentze endar møtið.

 

Á stevnuni verður møguleiki fyri at tekna seg sum lim í Bróðurringinum á Havinum.

 

Tann, ið ynskir at gerast limur, er vælkomin til limafundinleygardagin kl.15.

 

Stýrið fyri Bróðurringin á Havinum.