iðurskifti. Øll - ung og gomul, konservativ og sosialistar, bygdafólk og havnarfólk - vilja hava, at umstøðurnar hjá heilsuverkinum eru so góðar, at vit øll kenna okkum trygg, líkamikið hvar vit búgva [...] leingi í dvala - at byggja dagstovnar bæði her og har, men hetta nøgtar ikki tørvin. Tí kom tað í seinasta sáttmálan millum felagið hjá yngri læknum og Almanna- og Heilsumálastýrið, at ein dagstovnur skuldi [...] Landssjúkrahúsið. Hóast sáttmálin helst er eini tvey ár, er einki hent enn. Tos og tulkingar henda og handa vegin. Orð og aftur orð, men einki røkist fyri eini loysn. Vit kunnu bara aftur staðfesta, at
gera, selja ella hava barnapornografiskt tilfar. Tær nýggju lógirnar hava til endamáls at verja børn og ung ímóti at verða misnýtt í tí umfatandi pornografiska ídnaðinum. Samstundis verður tað forboðið at [...] at gera, selja ella at hava sokallað eftirgjørt pornografiskt tilfar, sum er gjørt við teldu, og alt barnapornografiskt tilfar á alnótini verður bannað. Danski løgmálaráðharrin, Lene Espersen, sigur, at
Føroyum enn. Eg havi bara hoyrt gott um landið og føroyingar, og eri sjálvandi sera spentur at koma á vitjan, sigur hann. Við sær á ferðini, hevur Asbjørn konuna og ein av synunum. Asbjørn hevur seinastu árini [...] vónandi fara nógv ung at leita sær niðan á Torgið at royna seg sum glímarar. Framførslurnar hjá Asbirni verða á Torginum hósdagin 17. oktober kl. 16.00 og fríggjadagin 18. oktober kl. 13.00 og 17.30. Aftaná [...] Hósdagin og fríggjadagin í hesi vikuni fer kendi danski glímarin Asbjørn Riis at hava framførslur í SMS. Í hesi vikuni er forkunnug vitjan í SMS. Gesturin er danin og glímarin, Asbjørn Riis. Ella sum hann
leygarkvøldið 7. december, og vera tað teir vælumtóktu Twiligth sum fara at spæla til dansin. Høllin á Hálsi er stór og og rúmlig, har gott pláss er at dansa.Borð og stólar verða sett upp, og høllin verður pyntað [...] okkurt leskandi eins og okkurt verður at fáa til matna. Twiligth hava spælt til dans í mong ár og spæla teir sera góðan og flølbroyttan dansitónleik. Tiltakið var eisini í fjør og var tað sera væleydnað [...] føstu dansistøðini og nærum ógjørligt at fáa pláss at dansa. Tí fer dansifelagið "Kom og dansa" at skipa fyri einum jóladansi, so at fólk, sum hava hug at fara í býin fyri at dansa og hugna sær annars,
undirtøkan millum børn og ung fyri KÍ ger, at tað er avbera torført at tilrættisleggja alt. - Tí tað er alt ov lítið av plássi sum er. Men vit hava roynt og royna at fáa sum best burturúr. Og vónandi verður tað [...] við yngru liðunum úr býnum at spæla dystir, og tað skal ein venjari og leiðari millum annað eisini taka sær av. Endamálið við at seta ein ungdómsvenjara og leiðara er, at byggja framtíðina upp í felagnum [...] ár, sigur hann og sipar til, at fyrsta deild kvinnur og gentur 14 ? 17 ár hjá KÍ blivur Føroyameistarar í ár. - Kvinnufótbólturin í Klaksvík hevur altíð havt góð úrslit. Tær eru óførar, og tær gera eisini
børnini og tey ungu í felagnum. - Hvørt vikuskifti eru umleið 300-400 KÍ børn í sving. Og tey skula øll hava klæðir, og um tey skula aðrastaðni at spæla dyst, so skulu ferðirnar fyriskipast og leiðarar [...] hugsað verður um ovurhondsstóru undirtøkuna millum børn og ung fyri felagnum. Og hann vísir á, at rammurnar eru góðar, tá hugsað verður um góðar venjarar og góðar umstøður at venja undir. - Málið má verða, at [...] slapp at royna seg og bleiv heilt bitin av tí. Hann royndi seg eisini sum venjara, meðan hann var í Danmark. Seinnu árini hevur Bill búð í Leirvík, og hann hevur verið í Runavík og fingist við venjing
febr. 1908 og doyði 24 okt. 1986, sostatt hevur hann verið 14 ára gamal, tá ið Norðlýsið fórst. Hetta hevur sjálvandi sett seg í minni, og var tað ikki einasti sorgarleikur, ið Tummas Johan og Johanna Maria [...] Maria, foreldur Theodor og Martin, upplivdu. Tey mistu tvey børn eftir einari nátt - Fridu og Jógvan, ið doyðu av meslingum 30. januar 1929 19 og 24 ára gomul. 18. okt. eru liðin áttati ár síðani Norðlýsið [...] tónalagi. Hvussu var og ikki, Fredag fór við, og allir minstraðu 6. okt. 1922. Sama kvøldið helt Kristian M. Ottesen, trúboðari, møti í Gamla skúla ( hann kom til bygdina summarið 1922 og var her til 1926)
Noreg, hardingfele, Sophia Eriksson, Svøríki, viola d?amore og fiól. Bólkurin er á ferð til øll tey lond, leikararnir eru úr og mánakvøldið og týskvøldið sleppa føroyingar at hoyra ymsan fólkatónleik úr [...] Norðurlandahúsinum og týskvøldið klokkan 20:00 verður konsert umborð á Høganesi. Talan er um verkætlanina Music of the Northlands, sum nú vitjar í Føroyum. Hetta er samtak av ungum og eldri fólkatónleikarum [...] rum úr ymsum londum, ið fáa høvi at leika saman og læra ymsu mentanirnar at kenna. Á skránni er tónleikur úr øllum londunum, ið tónleikararnir eru úr og bólkurin er eisini á konsertferð til øll londini
høvdið í klubbagarðinum. Hann bløddi í høvdinum og bæði politibilur og sjúkrabilur vóru á staðnum. Tað vísti seg seinni, at maðurin varð sligin av eini kvinnu og tveimum øðrum monnum, sum hann hevði provokerað [...] trupulleikar á Vágsfirði. Har stóð ein maður á takinum á maskinhúsinum og veipaði um hjálp. Politiið í Havn segði Vaktar- og Bjarningartænastuni og politinum í Vági frá, sum síðani tók sær av málinum. [...] svímað umborð, og tí varð lækni ynsktur á staðið. Politiið sigur, at hetta var ikki so álvarsamt. Talan hevur helst bara verið um ein buldrutan túr, har ferðafólkið er vorðið bangið, og er tí svímað.
tvørlistarligari mentanarstevnu fyri ung í aldrinum 13 til 18 ár. Ung í Føroyum 2001 Fyrsta stevnan av hesum slag var í februar 2001 og var hon sera væl eydna. 60 ung frá øllum landinum arbeiddu eitt vikuskiftið [...] samstarvið og felags úrslitið standa í miðdeplinum. Ung úr øllum partinum av landinum skuldu hava møguleika bæði at sýna fram tað, tey gera, og fáa listarliga vegleiðing frá yrkislistarfólkum, og soleiðis [...] (2D) list og trívídda (3D) list, og fyri teimum koma Guðrið Poulsen og Karstin Olgar Lamhauge at standa. Tónleikurin verður eisini býttur í tvey, ein kórverksmiðja, sum Bjarni Restorff leiðir og ein við