Eitt seksti ára minni

Í ár eru liðin átati ár, síðani Norðlýsið úr Fuglafirði gekk burtur

(Henda grein stóð í Eysturoynni fríggjadagin 2. okt. 1987 undir heitinum "Eitt 6o ára minni," sum Theodor Johannesen festi á blað 1982. Hann var bróðir Martin, ið fórst við Norðlýsinum bert 20 ára gamal. Theodor var føddur 2. febr. 1908 og doyði 24 okt. 1986, sostatt hevur hann verið 14 ára gamal, tá ið Norðlýsið fórst. Hetta hevur sjálvandi sett seg í minni, og var tað ikki einasti sorgarleikur, ið Tummas Johan og Johanna Maria, foreldur Theodor og Martin, upplivdu. Tey mistu tvey børn eftir einari nátt - Fridu og Jógvan, ið doyðu av meslingum 30. januar 1929 19 og 24 ára gomul. 18. okt. eru liðin áttati ár síðani Norðlýsið gekk burtur.)


Tað var tíðliga um heystið 1922, at farið varð at skipa fiskin úr "Only Sister" yvir í "Norðlýsið". Fyrra skipið átti Tummas Sigvald Thomsen í Norðragøtu. Hann var eisini skipari sjálvur. Fiskurin varð fiskaður á Eysturlandinum og skuldi seljast í Grimsby.
Eg var við at leggja og salta fiskin í lastina á "Norðlýsinum". Eg haldi, bara ein partur av fiskinum var umskipaður, tí Norðlýsið var minni skip enn "Only Sister".
Martin bróðir og Jákup á Geilagarði, báðir 20-ára gamlir, høvdu verið við "Vágbingi" (TG 332), ið Julius í Smillum førdi tað summarið, Teir vóru vinmenn og hildu nógv saman. Teir vórðu bidnir at koma við henda túrin.
Meg minnist, at Óla Jákup kom Norðan úr Gerði við einum leypi av eplum, ið hann hevði tikið upp. Komin heim áraka hús okkara, fór Martin niðan til hansara. Prátið fall á at fara við "Norðlýsinum". Tá helt annar fyri: " Fert tú við "Norðlýsinum", fari eg eisini." Sum sagt, so gjørt.
Triði maðurin hiðani úr bygdini, sum fór við, var Fredag Petersen 39 ára gamal sonur Gamla skósa - Sámal Petersen, ið var ættaður úr Funningi og Kristiannu, sum var ættað úr Garðshorni í Oyndarfirði. Fredag var giftur við Amalju, sum var ættað úr Leirvík. Hann hevði verið við "Ruth" hetta summarið sum kokkur. Skipari var Olivar Thomsen í Norðragøtu. Sjálvur Gamli Sámal Petur fór norður til hansara at biðja hann við sum kokk. Fredag dugdi eingilskt, so hann skuldi eisini vera tulkur. Hann hevði siglt nógv við eingislkum trolara, og tí lá tað raðið fyri hjá honum at tosa enskt. Hann hevði siglt í fleiri ár út frá Grimsby við trolara, sum fleiri fuglfirðingar tá á døgum gjørdu.
Fredag gav ikki svar beinanvegin, men mátti samráðast við konuna um hetta. Svarið frá konuni var: " Tað mást tú best vita sjálvur!"
Hetta kenni eg væl til sjálvur, tí ofta varð hetta sagt við einum noktandi tónalagi. Hvussu var og ikki, Fredag fór við, og allir minstraðu 6. okt. 1922.
Sama kvøldið helt Kristian M. Ottesen, trúboðari, møti í Gamla skúla ( hann kom til bygdina summarið 1922 og var her til 1926). Eg kann minnast, at Óli, skiparin á Norðlýsinum, stóð uppi við pultin og talaði. Hann brúkti tekst úr einum av Dávids sálmum. Til endans helt hann fyri, at nú skuldi hann og skipsfelagir hansara út á eina ferð, ella reisu, sum hann ikki hevði roynt áður. Fyri mær ljóðaði hesin túrur so møtimikil, at hetta fór at vera teirra lagnuferð. Feigdin dregur, og fátt man feigum forða.
Møtið varð so endað, og tá ið komið var útum, helt Fredag eina stutta røðu um frelsuna í Jesusi. Øll lýddu á hann. Hetta kvøldið var sera vakurt veður. Fredag var tann fyrsti í Fuglafirði, ið hoyrdi til Brøðra samkomuna.
Dagurin hin 7. oktober rann upp við besta veðri. Martin kom inn á kamarið hjá Kristjani og mær, stóð upp við durastavin og greiddi frá einum dreymi, hann hevði havt um náttina. Hann kom gangandi Heimi á Sandi, hann var lágur í ættini, og lá eitt ótal av sprekum fram við sjóvarmálanum. Hann helt hetta vera ein undarligan dreym. Martin hevur verið sanndroymdur, tí Norðlýsið strandaði um náttina á Spurnhead 18. oktober 1922 ( Siglingarsøgan bind 9 síðu 27) allir, ið við vóru, sjólótust. Teir, ið fórust vóru: Óli Krossteig, skipari, Óli Andreas Hansen og Sámal Martin Samuelsen við Keldu - allir úr Leirvík, Tummas Sigvald Thomsen við Gil, bestimaður, Norðragøtu og Fredag Petersen, kokkur, Martin Johannesen og Óla Jákup Jacobsen - allir úr Fuglafirði.
Sum siður var, tá ið farast skuldi av stað, varð farið til tey nærmastu at siga farvæl. Mær er fortalt, at Fredag var inni hjá Alexanduri - Alexandur av Eiði - og segði farvæl, og hildu teir bøn saman, áðrenn teir skiltust.
Faðir mín, Tummas Jóhan (deyður 24. apríl 1940 71 ára gamal) hevði altíð bønarhald við okkum, tá ið vit fóru avstað. Soleiðis var eisini, tá ið Martin fór út á sína seinastu ferð. Hann las úr sálmi Dávids nr. 71 ørindi 1 til 8. Hjá tær, Harri, søki eg skjól, lat meg ongantíð verða til skammar o.s.fr. Ofta vóru avbygdamenn, ið við vóru, við til hetta bønarhald heimi í Toftum hjá foreldrum mínum.
Fyrrapartin fór Martin oman í Støð. Faðir fylgdi honum. Hetta var føðingardagurin hjá pápa 7. okt. Norðlýsið hevur óivað ligið fyri teymi, tí varð róð um borð.
Veðrið var gott, og eingin ond rørdist. Ein motorbátur sleipaði Norðlýsið suður úr Borðoyanesi. Við motorbátinum vóru tríggjar kvinnur úr Frelsunnarherinum, ið búðu í Fuglafirði. Báturin skuldi leggja inn á Havnina við teimum, tá ið sleipið var liðugt.
Meðan Norðlýsið varð togað út av Fuglafirði, sang manningin og sungu tær tríggjar kvinnurnar sangin: De kommer fra øst og vest? Tað var sera stilt henda dag, so ljómurin frá hesum sálmi hoyrdist væl í bygdini. Tá ið komið varð út fyri Leirvík, blástu tær í horn, og hoyrdist hetta til lands. Onkur eldri leirvíkingur hevur havt hetta á munni síðani.
Tær tríggjar kvinnurnar, ið fóru til Havnar við motorbátinum, búðu í húsinum hjá Katrinu Sofíu, jarðarmóðrini, har tær í hjallaranum høvdu eina lítla kaffistovu. Tann elsta æt Mina og var dani, tann næsta var íslendsk og æt Svava Gísladóttir. Hon doyði í vetur nøkur níti ára gomul. Tann yngsta var ein ung donsk genta, sum eg ikki minnist navnið á. Hetta var í tjúgunum. Á niðara veggi á sethúsinum stóð skrivað:
Frelsens Hær
Salvation Army
Gæste- og Sømandshjem
Sailors Home

Eftir hesar kvinnur kom ein familja, sum hevði eftirnavnið Nielsen at virka fyri Frelsunnarherin í Fuglafirði. Trý børn vóru í familjuni, og gingu tey í skúla her í bygdini. Tey vóru tey síðstu, sum virkaðu í Frelsunnar herinum í Fuglafirði og vóru her til 1926.
Um summarið 1929 vóru eg og Pól Hansen, systkinabarnið úr Vestmanna, og vitjaðu frú Nielsen, ið búði saman við systir síni í Hvidovre. Hon var blivin einkja. Hon gav okkum kaffi og pannukøkur. Tað var hon so von við heima í Føroyum. Prátað varð aftur og fram um leyst og fast. Eitt kundi hon ikki gloyma, tað var tá ið Jens Elias kom inn til hana við einum tjógvi av einari jólaær. Hetta var forkunnugt, tí feskt kjøt var ikki til at bekoma um jóltíðir. Tá ið eg kom heim aftur 1931, segði eg Jens Eliasi frá hesum. "Ja," segði hann, "tað var satt, tí henda ær fekk altíð breyð úr hondini á trappusteininum. Hon maktaði hetta tjógv, og tað var henni væl unt."
Um summarið 1927 var eg við "Guide Me" á Eysturlandinum og vóru vit inni á Seyðisfirði. Eitt kvøldið vóru nakrir av manningini á møti hjá Frelsunnarherinum. Millum aðrar, eg kann minnast, sum vóru við, vóru Poul Reines, bróðir, og Chr. Jensen av Hellunum. Boðið var til kaffi eftir møti. Hetta vóru tær somu kvinnurnar, sum høvdu verið í Fuglafirði og búð í húsinum hjá Katrinu Sofíu. Tann elsta av teimum, Mina var deyð. Svava og tann yngsta av teimum greiddu frá ferðini til Havnar á sinni, tá ið Norðlýsið varð sleipað suður úr Borðoyanesi. Lagt varð afturat, at tá ið leyst var, sigldi motorbáturin fram við Norðlýsinum, og sagt varð farvæl. Sóust tey ikki aftur her, so skuldu tey síggjast aftur í Himmiríki.
Í nov. ella des. 1922 helt Vilhelm Nielsen prestur ( føddur 9. mai 1873, deyður 28. apríl 1931 ) minningarguðstænastu í Fuglafjarðar kirkju um teir, ið fórust við Norðlýsinum. Teksturin, hann nýtti, var úr sálmi Dávids nummar 50 ørindi 15. Heit so á meg á neyðardegi, eg skal bjarga tær, og tú skalt lova mær!
Um henda lagnutúr kanst tú lesa um, sum sagt, í bindi 9 síðu 27 í Føroya Siglingarsøgu, har bjargingarbáturin var á veg út til Norðlýsið. Manningin var farin upp í aðra mastrina, og hoyrdust rópini frá teimum neyðstøddu monnunum víða um. Bjargingarbáturin var komin tætt til skipið, men eitt brot tók bæði mastur og manning við sær í dýpið, og einki sást aftur til hvørki mastur ella teir skipbrotnu.