Nú eru jólini skjótt í hondum, og tá er eisini lívligt í vikuskiftinum. Nógv jólaborðhald eru; nógvir útisetar koma heim at vitja.
Alt hetta ger, at sera nógv fólk leita sær í býin at dansa og hugna sær hesi kvøldini.
Hetta ger eisini at ringt er at sleppa inn í tey føstu dansistøðini og nærum ógjørligt at fáa pláss at dansa.
Tí fer dansifelagið "Kom og dansa" at skipa fyri einum jóladansi, so at fólk, sum hava hug at fara í býin fyri at dansa og hugna sær annars, kunnu gera tað uttan at standa sum sild í tunnu.
Tiltakið verður í Ìtróttarhøllini á Hálsi leygarkvøldið 7. december, og vera tað teir vælumtóktu Twiligth sum fara at spæla til dansin.
Høllin á Hálsi er stór og og rúmlig, har gott pláss er at dansa.Borð og stólar verða sett upp, og høllin verður pyntað, eisini verður møguleiki at keypa okkurt leskandi eins og okkurt verður at fáa til matna.
Twiligth hava spælt til dans í mong ár og spæla teir sera góðan og flølbroyttan dansitónleik.
Tiltakið var eisini í fjør og var tað sera væleydnað siga stigtakararnir, sum vóna at hetta verður eitt afturvendandi tiltak til gleði fyri bæði ung og eldri. Aldursmarkið er sett til 20 ár