an móti føroyskum laksaalarum er slept, og at sakin er niðurløgd. Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost á Glyvrum, sigur, at ES í veruleikanum viðgjørdi sakirnar móti føroyingum, norðmonnum og chilenarum [...] finnlendingar, sum ákæra føroyskar og norskar sílaalarar fyri at dumpa prísirnar á sílum á ES-marknaðinum. Regin vísir á, at norðmenn selja nógvan laks til ES, men nøgdirnar úr Føroyum hava verið smáar [...] bert snúgva seg um nøkur hundrað tons í umrødda tíðarskeiði, hava vit eina ringa sak. Stjórin á Bakkafrost vísir á, at tann parturin, sum fór til ES, partvís var síl, sum ikki slapst av við eystanfyri. Alarar
hevði ein umsetning upp á 400 milliónir krónur og eitt rakstrarúrslit upp á 60 milliónir krónur í fyrsta ársfjórðingi 2012. Úrslitið eftir virðisjavningar, rentur og skatt varð upp á 16 milliónir krónur. [...] væntast, men eftirspurningurin eftir laksi sær út at vera øktur tilsvarandi, bæði á teim vanligu marknaðunum; men eisini á nýggjum marknaðum. Bakkafrost økti munandi um virksemið í fyrsta ársfjórðingi 2012 [...] tons í fyrsta ársfjórðingi 2011. Hetta er ein øking upp á 34%. Ein av orsøkunum til økingina er, at felagið byrjaði framleiðslu av liðugvørum á virkinum í Fuglafirði. Sølan av alifóðri øktist eisini í
Rasmussen (Ras) á Toftum 70 ár. Dagurin verður hildin í Kvinnufelagshúsinum á Glyvrum fríggjadagin 26. mars frá kl. 19. Silvurbrúdleyp Týsdagin 23. mars hava Heidi og Jan Abrahamsen á Strondum silvurbrúdleyp [...] 45 og 50 ár, halda vit felags føðingardag í Eydnuni á Oyrarbakka 10. apríl kl. 18. Tey ið ynskja at gleða okkum við at koma, verða biðin at boða frá á tlf. 422165 ella 226623 innan 25. mars. Heilsan Halljón [...] vilja gleða okkum við at koma verða biðin um at siga frá innan 8. apríl á tlf. 447160 ella 270876 Diamantbrúdleyp Ruth og Robert á Lakjuni, Fuglafirði, halda diamantbrúdleyp í bygdarhúsinum í Leirvík 26
umboðaði Bjarni Fólkaflokkin í Tórshavnar skúlaráði. Á løgtingsvalinum í 1984 var Bjarni á fólkaflokslistanum í Suðurstreymi. Í 1987 møtti hann fyrstu ferð á tingi. Eftir valið í 1990 var hann fyrsti varamaður [...] og Hans (1947) í Havn. Günda og Niels Pauli búgva nú á eldra sambýlinum í Kollafirði. Bjarni las eitt ár geografi í Keypmannahavn. So fór hann á Føroya Læraraskúla, har hann leyk prógv í 1982. Alisfrøði [...] saman við øðrum skrivað alisfrøðibókina RAV-7. Bjarni var lærari í Skúlanum á Trøðni, í Tekniska skúla í Havn, og tímalærari á Føroya Handilsskúla, áðrenn hann í 1996 gjørdist varastjóri í Eysturskúlanum
mikudagur, og veðrið er avgjørt til uttandura arbeiði her við kirkjuna á Glyvrum. Uppi í eini lyft stendur Allan og riggar til at leggja bikið á takið. Og niðri undir honum stendur Jóan Magnus og rør í eini grýtu [...] munandi útbygging. Men tíðarinnar tonn slítur eisini á bygningin uttan, og nú var komið hartil, at takið mátti umvælast og reinsast. Serliga nógvur gróður var á teimum sunnaru síðunum. - Vit hava nú vaskað tað [...] snøgga vit takið aftur, og smyrja síðani takkit ella takbik av slagnum Icopal á aftur. Hita upp Hóast kirkjan hevur síni ár á baki og takið hevur uppliva tær fýra árstíðirnar mangar ferðir, hevur talan kortini
Róðrarneystinum á Glyvrum. Sambært sáttmálanum, verða hesar tríggjar kommunurnar lagdar saman í eina kommunu frá 1. januar 2005 at rokna, men longu nú er og verður tætt samstarv millum kommunurnar á øllum økjum [...] - Nú er at seta hetta samstarv á skinnaran, soleiðis viðurskiftini í samanløgdu kommununum kunnu forma seg á bestan hátt, segði hann. Kári Johannesen, bygdarráðsformaður á Skála, segði seg hava stórar vónir [...] Oyndarfjarðar kommunu. Valið fall á Runavíkar kommunu. Undir samkomuni, segði Rodmundur Nielsen, býráðsformaður, at nú er ikki at helma í, men seta ferðina upp, so rætti leisturin á øllum økjum verður funnin.
Meinigheitskórið. Hósdagin kl. 16 venur Gentukórið (8 ár og eldri). Kl. 20 ungdómsmøti v/ungum av Glyvrum. Rhema á Hálsi Fríggjakvøldið 18-19.30 A.T.A.P. (barnaklubbi) Leygarkvøldið kl. 20 ungdómsmøti. Sunnudagin [...] sið á Skála Sjómanskvinnuringurin hevur alment møti mánakvøldið kl. 19.30. Ferðafrásøgn frá Ísrael við Judith og Meinard Hansen, Innsavnan. Øll eru hjartaliga vælkomin. Missións- og ungdómshúsið á Glyvrum [...] innsavnan. Í morgin verður barnamøti kl. 15 og kl. 19, innsavnan. Missiónshúsið á Tvøroyri Í samband við at missiónshúsið á Tvøroyri fylti 70 ár 9. nov., verða hesi møti: í kvøld kl. 20 møti við Árna Kjærbeck
kenna fólk Undir Gøtueiði og fólk á Skipanesi seg sum eitt fólk. - Vit hava altíð verið saman við fólkinum á Skipanesi, tá eitt nú nýggjársbál ella okkurt annað hevur verið á skránni. Økini liggja jú so tætt [...] skúlunum hjá Runavíkar kommunu – í Søldarfirði og úti á Glyvrum og Runavík. - Næmingarnir gingu eina tíð eystanfyri Gøtueiði í skúla, men fóru so útaftur á Skálafjørðin í staðin. Hann sigur, at tá pápi hansara [...] Eysturkommunu, tekur hann tað ikki so tungt, um onkur sigur, at hann býr á Skipanesi. - Nei, vit hava einki ímóti at siga, at vit búgva á Skipanesi, um tað skal verða, sigur hann. Samanhald Regin Joensen sigur
stjóri á Bakkafrosti, sum vísir á, at tíbetur hevur samtakið eitt stórt og nútímans liðugvøruvirki á Glyvrum, sum framleiðir hágóðskuvørur til matvøruhandlar kring heimin. - Meðan tørvurin á feskum laksi [...] laksi minkaði munandi undir koronu-farsóttini, vaks tørvurin á lidnum laksavørum nógv. Á henda hátt varðveittu vit eitt høgt virksemi, hóast truplu marknaðarstøðuna. Samstundis merkti økta sølan av liðugvørum [...] stóran tørv á arbeiðsmegi til at virka sínar vørur. Regin Jacobsen ásannar, at eldhugaðu starvsfólkini í fyritøkuni eiga stóra æru av, at Bakkafrost megnaði at varðveita eina sterka støðu á marknaðinum
og tí er tað ikki av tilvild, at hann seinni fór at fáast við timbur. Jacob arbeiddi á snikkaraverkstaðnum á Glyvrum í nøkur ár, til hann sjálvur fór at smíða hús. Hann hevur soleiðis bygt nógv sethús til [...] sum báðar fyltu 100 á Eysturoyar Røktar-og Ellisheimi, eru farnar. Deildarleiðarin á heiminum í Runavík, Sigrun Arnoldsen, sigur, at so undarligt, tað ljóðar, hava tey elstu búfólkini á heiminum oftast verið [...] børn. Jacob ikki elstur Hetta er ikki fyrstu ferð, at búfólk á Eysturoyar Røktar-og Ellisheimi fyllir 100. Jacob er heldur ikki elsta búfólkið á heiminum í dag. Tað er gjáarmaðurin, Karl Jacob Sigvardsen