Samanleggingin ein veruleiki

- Oyndarfjørður verður altíð Oyndarfjørður, segði bygdarráðsformaðurin, Árni Joensen, tá ið Sosialurin tosaði við hann undan fólkaatkvøðunum í Oyndarfirði í fjør heyst. Nú er endaligi sáttmálin um samanlegging millum Oyndarfjarðar kommunu, Skála kommunu og Runavíkar kommunu undirskrivaður

Undirskriving

Hóskvøldið klokkan 19.30 var samkoma í býráðshøllini í Saltangará í samband við, at endaligi sáttmálin um samanlegging av teimum trimum kommununum, Oyndarfjarðar kommunu, Skála kommunu og Runavíkar kommunu, varð undirskrivaður. Væl av fólki var til móttøkuna, har ímillum eisini løgmaður, Jóannes Ejdesgaard og landsstýrismaðurin í innlendismálum, Jógvan við Keldu umframt onnur umboðandi landsumsitingina. Bý-og bygdarráðslimir úr teimum trimum kommununum vóru eisini hjástaddir, tá ið undirskrivingin fór fram. Seinni um kvøldið var hátíðarhald í Róðrarneystinum á Glyvrum.
Sambært sáttmálanum, verða hesar tríggjar kommunurnar lagdar saman í eina kommunu frá 1. januar 2005 at rokna, men longu nú er og verður tætt samstarv millum kommunurnar á øllum økjum.
Við verandi fólkatali í huga, verður samlaða fólkatalið í samanløgdu kommununum stívliga 3.500 við ársbyrjan 2005.

Á skinnaran

Tað eru sløk hálvt triðja ár, síðan Skála kommuna og Runavíkar kommuna undirskrivaðu sáttmála um samanlegging, og uppundir ársenda í fjør atkvøddu oyndfirðingar seg eisini inn í Runavíkar kommunu. Møguleikarnir hjá oyndfirðingum vóru tvinnir, Runavíkar kommuna ella Fuglafjarðar kommuna, sum hevur mark við Oyndarfjarðar kommunu. Valið fall á Runavíkar kommunu.
Undir samkomuni, segði Rodmundur Nielsen, býráðsformaður, at nú er ikki at helma í, men seta ferðina upp, so rætti leisturin á øllum økjum verður funnin.
- Nú er at seta hetta samstarv á skinnaran, soleiðis viðurskiftini í samanløgdu kommununum kunnu forma seg á bestan hátt, segði hann.
Kári Johannesen, bygdarráðsformaður á Skála, segði seg hava stórar vónir til hesa samanlegging.
- Verður samstarvið frameftir líka gott, sum tað hevur verið higartil, vænti eg, at vit saman fara at fáa tað besta burtur úr.
Hann ivaðist ikki í, at samstarvið verður minst líka so gott, nú Oyndarfjørður eisini er við.
Bygdarráðsformaðurin í Oyndarfirði segði seg vera bilsnan av, at tað hevur eydnast hesum trimum kommununum at finna breiðar semjur so skjótt.
Hann helt, at góð fyrireiking er orsøkin til, at tað hevur gingið so væl at leggja hesar tríggjar kommunurnar saman.
- Hetta er ein skræddaraseymaður leistur, ið saktans kann brúkast av øðrum kommunum, sum hugsa um samanlegging, segði Árni Joensen.
Allar tríggjar kommunurnar eru samdar um, at fyrireikingararbeiði til samanleggingina hevur verið stak væl.

Nærri borgarunum

Orsøkin til, at kommunur nú í størri mun enn áður tosa um samanlegging, er í fyrsta lagi stóru uppgávurnar, sum landið leggur út til kommunurnar at umsita.
Landsstýrismaðurin í innlendismálum, Jógvan við Keldu, segði, at endamálið við at leggja uppgávur út til kommunurnar, er at fáa tænastuna nærri borgarunum.
- Endamálið er ikki at spara landskassanum pening, segði hann.