Føðingardagur
Týsdagin 27. juni fyllir glyvramaðurin, Jacob V. Hansen, 100 ár.
Jacob hevur búð á Eysturoyar Røktar-og Ellisheimi seinastu tvey árini, og er til aldurin bæði byrgur og væl fyri. Hann sær og hoyrir eisini rímiliga væl.
Jacob hevur altíð havt stóran áhuga fyri samfelagsviðurskiftum, og hann fylgir framvegis væl við tí, sum hendir.
Hann var sjómaður øll síni bestu ár og var við fleiri ymiskum skipum. Eitt nú var hann í fleiri ár við skipinum, Cementu hjá Óli á Miðgerði í Fuglafirði.
Jacob var eisini onkran túr við fiski í Bretlandi undir krígnum.
Tvær útbúgvingar
Tað mundi vera undantakið tá í tíðini, at fólk høvdu fleiri útbúgvingar, men Jacob er bæði maskinmeistaralærdur og hevur skiparaútbúgving.
Hann sigldi øll árini sum motorpassari.
Men Jacob hevur ikki bara verið sjómaður.
Hann hevur altíð havt góðar hendur, og tí er tað ikki av tilvild, at hann seinni fór at fáast við timbur.
Jacob arbeiddi á snikkaraverkstaðnum á Glyvrum í nøkur ár, til hann sjálvur fór at smíða hús. Hann hevur soleiðis bygt nógv sethús til fólk, ið standa sum ein varði yvir tann partin av arbeiðslívinum hjá honum.
Kona Jacob, Elina, var ættað úr Kvívík. Hon var 9 ár yngri enn maðurin og doyði í 1993.
Saman fingu tey sjey børn.
Jacob ikki elstur
Hetta er ikki fyrstu ferð, at búfólk á Eysturoyar Røktar-og Ellisheimi fyllir 100.
Jacob er heldur ikki elsta búfólkið á heiminum í dag. Tað er gjáarmaðurin, Karl Jacob Sigvardsen, sum fylti 101 ár 27. februar í ár.
Triðelsta fólk á heiminum í dag er Edith Klein, sum hevur verið búsitandi á Strondum, men er ættað úr Vágum.
Edith fyllir 99 í november.
Frida Jacobsen úr Leirvík og Karin Joensen úr Fuglafirði, sum báðar fyltu 100 á Eysturoyar Røktar-og Ellisheimi, eru farnar.
Deildarleiðarin á heiminum í Runavík, Sigrun Arnoldsen, sigur, at so undarligt, tað ljóðar, hava tey elstu búfólkini á heiminum oftast verið best fyri og hava eftir umstøðunum klárað seg ógvuliga væl.
Soleiðis er eisini við Jacobi, sum bæði letur seg í og úr sjálvur.
Og tað er eingin sjálvfylgja, tá ið tú er 100 ára gamalur.
Føðingardagurin
Tað eru tey avvarðandi hjá Jacobi V. Hansen, Eysturoyar Røktar-og Ellisheim og Runavíkar kommuna, ið saman skipa fyri føðingardegnum, sum verður hildin millum klokkan 15 og 18 týsdagin.
Vanligt er, at løgmaður og onkur landsstýrismaður saman við kommunalpolitikarum og stovnsumboðum eru við til ein slíkan dag saman við familjuni hjá føðingardagsbarninum.
Øll eru vælkomin at heilsa upp á Jacob týsdagin millum klokkan 15 og 18.
Sigrun Arnoldsson væntar, at menuin til føðingardagin verður gott smyrjibreyð og køkur.
Sosialurin ynskir Jacobi Vilhelm Hansen hjartaliga tillukku við stóra degnum týsdagin.