Bakkafrost hevði ein umsetning upp á 400 milliónir krónur og eitt rakstrarúrslit upp á 60 milliónir krónur í fyrsta ársfjórðingi 2012. Úrslitið eftir virðisjavningar, rentur og skatt varð upp á 16 milliónir krónur. Rakstrarúrslitið bleiv 60 milliónir krónur, sum svarar til 5,31 krónur fyri hvørt kg av laksi, sum felagið tók í ársfjórðinginum. Øll virkisøkini hjá felagnum høvdu nøktandi avlop.
Hesum boðar Bakkafrost frá í tíðindaskrivi í morgun.
Felagið sigur, at lívfrøðiliga og veterinera gongdin er framhaldandi góð. Marknaðurin fyri laks hevur verið merktur av methøgum útboði av laksi, men hevur hóast hetta staðið seg hampiliga væl. Við stóru økingini í alheims útboðnum av laksi seinastu 9 mánaðirnar kundi ein lægri laksaprísur væntast, men eftirspurningurin eftir laksi sær út at vera øktur tilsvarandi, bæði á teim vanligu marknaðunum; men eisini á nýggjum marknaðum.
Bakkafrost økti munandi um virksemið í fyrsta ársfjórðingi 2012 í mun til fyrsta ársfjórðing 2011. Tøkan meir enn tvífaldaðist úr 5.460 tonsum av laksi í fyrsta ársfjórðingi 2011 til 11.348 tons í fyrsta ársfjórðingi 2012.
Framleiðslan av lidnum vørum er eisini økt. Í fyrsta ársfjórðingi 2012 framleiddi felagið 3.975 tons av liðugvørum í mun til 2.974 tons í fyrsta ársfjórðingi 2011. Hetta er ein øking upp á 34%. Ein av orsøkunum til økingina er, at felagið byrjaði framleiðslu av liðugvørum á virkinum í Fuglafirði.
Sølan av alifóðri øktist eisini í fyrsta ársfjórðingi 2012 í mun til fyrsta ársfjórðing 2011.
Fyrsta ársfjórðing 2012 setti Bakkafrost 2,6 milliónir smolt út. Hesi kunnu takast í seinni hálvu av 2013.
Útlitini fyri 2012 eru hampilig. Laksaprísurin væntast framhaldandi at liggja á eini lágari legu, men útlit eru fyri hækkandi prísum seinni í ár ella í 2013. Tøkan av laksi fer væntandi at verða umleið 42.000-44.000 tons av kruvdum laksi (tá eru 6.000 tons frá Faroe Farming ikki tald við), og hevur felagið longu gjørt søluavtalur fyri ein part av hesum. Søluavtalurnar eru viðvíkjandi portiónum, sum verða framleiddar á Glyvrum og í Fuglafirði.
Í 2011 gjørdi Bakkafrost samtakið íløgur fyri áleið 130 milliónir krónur, og fara íløgurnar í 2012 væntandi at verða umleið 115 milliónir krónur.
Vit eru væl nøgd við úrslitið fyri fyrsta ársfjórðing av 2012. Útboðið av laksi øktist munandi, og viðførdi hetta, at laksaprísurin bleiv lágur. Vit kunnu tó fegnast um, at alt fleiri kundar hava varnast mongu góðu eginleikarnar við laksi, og at nýtslan er vaksin meir enn nakrantíð áður. Lívfrøðiliga og veterinera gongdin í føroysku alivinnuni er góð, og hevur Bakkafrost ein sunnan og kappingarføran rakstur, sum ger, at vit eru bjartskygd um framtíðina, sigur Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost.