SAMANHALD
Í summum kommunum verða bygdanøvn og bygdamørk fløkt saman í ein ellibita. Tey ungu hugsa minni enn tey tilkomnu og gomlu um neyvu bygdamørkini, sum ofta eru. Fólk hava eitt nú trupult við at skilja ímillum Runavík, Saltangará og Glyvrar. Sama fyribrigdi kann síggjast í Nes kommunu, har skiljast skal millum Nes, Toftir og Saltnes. Uppaftur aðrastaðni kann togan vera um nøvnini Trongisvág og Tvøroyri – og vit kundu hildið fram.
Fyri tey, sum eru vaksin upp á staðnum, er sjáldan nakar ivi, men fyri yngra ættarliðið – og kanska serliga fyri tey, sum flyta til bygdar - hava neyvu bygdamørkini sum heild ikki sama týdning.
Regin Joensen, sum býr Undir Gøtueiði, sigur, at hóast Eiðisá er neyvt mark millum Skipanes, sum hoyrir til Runavíkar kommunu og bygdina Undir Gøtueiði, sum hoyrir til Eysturkommunu, tekur hann tað ikki so tungt, um onkur sigur, at hann býr á Skipanesi.
- Nei, vit hava einki ímóti at siga, at vit búgva á Skipanesi, um tað skal verða, sigur hann.
Samanhald
Regin Joensen sigur, at tá okkurt er í bygdunum, sum fólk eru samlaði um, kenna fólk Undir Gøtueiði og fólk á Skipanesi seg sum eitt fólk.
- Vit hava altíð verið saman við fólkinum á Skipanesi, tá eitt nú nýggjársbál ella okkurt annað hevur verið á skránni. Økini liggja jú so tætt uppat hvørjum øðrum, børnini hava gingið í somu skúlum, og vit kenna okkum væl til sættis við fólk í grannabygdini, sigur hann.
Regin vísir á, at bátahylur er í bygdini, sum hoyrir til Gøtueiði og soleiðis til Eysturkommunu, men í løtuni liggur bara ein bátur í hylinum, sum maður eigur, ið býr í kommununi.
- Hinir eru bátar, sum fólk í Runavíkar kommunu eiga, men fyri okkum, sum búgva her, er hetta eingin trupulleiki. Vit siga einki um tað.
Sjálvur eigur Regin Joensen ein seksæring, sum stendur inni í neysti.
Skúlagongd
Skúlabørn Undir Gøtueiði hava flestu árini, sum Regin Joensen kann minnast, gingið í skúlunum hjá Runavíkar kommunu – í Søldarfirði og úti á Glyvrum og Runavík.
- Næmingarnir gingu eina tíð eystanfyri Gøtueiði í skúla, men fóru so útaftur á Skálafjørðin í staðin.
Hann sigur, at tá pápi hansara gekk í skúla, gingu næmingarnir um Gøtueiði og til Gøtu í skúla. Tá var eingin skipaður skúlabarnaflutningur, og neyðugt var tí at ganga allan henda langa teinin.
- Heimaftur úr Gøtu kundi myrkur koma á um vetrarnar, og tað var ikki altíð so tespiligt at ganga um Gøtueiði. Tí vildu tey, sum høvdu roynt hetta og seinni fingu børn sjálvi, ikki lata síni børn ganga hesa leiðina.
Regin Joensen heldur, at orsøkin til, at skúlabørn Undan Gøtueiði fyri tað mesta hava hava gingið í skúlunum hjá Runavíkar kommunu, í fyrsta lagi hevur havt sína orsøk í, at hetta hevur verið høgligari.