hending fyri finnar. Hvat tað hevði at siga fyri finsku tjóðina at fáa frælsi, men ikki bara eitt ókeypis frælsi, men eitt frælsi, sum finnar skuldu stríðast fyri – alt eftir hvørjum parti tú vart í, teimum [...] teimum reyðu ella teimum hvítu. Finska søgan er spennandi og stundum eisini blóðug. Hóskvøldið kemur finnlendingurin Henrin Wilén til Føroya at greiða eitt sindur frá finsku søguni. Henrik Wilen er skrivari [...] hátíðarhalda 100 ára dagin fyri at tjóðin fekk sjálvstýri frá Russlandi. 100 árið fyri finska frælsið hevur verið hátíðarhildið í alt ár í tí eystasta av Norðurlondunum, men nú kemur gildisrómurin í hæddina
hátt. Hvat hendi, hvussu høvdu teir tað, tá vanlukkan hendi, og aðrir slíkar spurningar fyltu nógv fyrstu tíðina, sigur Sóleyg á Fríðriksmørk. Tað at familjan ikki hevur ein gravstað at vitja hevur eisini [...] døgum og alt Føroya land hevur djúpastu samkenslu við teimum. Tey hava mist fimm mans í besta aldri. Á veg inn av fiskiskapi hvarv Sjóborgin við fimm monnum umborð og eingin veit hvat er hent teimum. Almenna [...] tí sorgin kom í stigum. - Tað at missa ein persón, ið tú ert góð við, er líka ringt sum at missa fleiri persónar. Munurin er bara tann, at tá tú missur fleiri, so tekur ta longri tíð at koma fyri seg
Hmm, tað er líkt til at fjølmiðlar nú hava lyndi til at stigbenda fimta boð: tú skalt ikki drepa. Soleiðis byrjar skaldið Carl Jóhan Jensen eina hugleiðing á Facebook, har hann prikar til hvussu fjølmiðlar [...] ørvitisfiskinum, hann eitur eitt vesturlendskt navn, er av vesturlendskum uppruna og hevur vesturlendskt grundarlag til gerðir sínar. Hartil var hann útgjørdur, sigst, við lógliga útvegaðum automatvápnum [...] fjølmiðlar dekka slíkar hendingar, aftaná at hava lisið seinastu søgurnar um hópdrápið í amerikanska statinum Texas í gjár. Carl Jóhan Jensen skrivar fylgjandi: - Í farnu viku lógu eini átta fólk eftirá í New
Klára tey ikki at gita, so kanst tú geva teimum “hint” ella tey spyrja fleiri spurningar um lutin, hvat hann kann skal brúkast til, hvønn lit hann hevur og so framvegis. Til ber at brúka vanligar lutir, so [...] stearinsljósum sum tú eigur inni – jú fleiri litir tú hevur, jú stuttligari verður spælið. Fyll ein plastikk kopp ella ílat hálvt við vatni, og tak restirnar av stearinljósunum fram. Tá tú dyppar stearin í [...] tekningum ella øðrum, um tú hevur hug. Tá tað er klárt at spæla, so setur tú ymsikar lutir inn í eskjuna. Síðani skulu børnini skiftast um at koyra hondina inn í eskjuna, og síðani gita, hvat er í. Klára
eg ikki til reiðar til persónliga at standa fram fyri øllum Føroya fólki við mínum søgum, sigur ein onnur kvinna. – Eg eri ikki klár til at tosa um hetta júst nú, og tað hevði verið gott, um tú fekst samband [...] síðani eg var úti fyri ágangi, men eg eri ikki klár til at siga frá tí enn. Eg burdi gjørt tað, men eg tori ikki, sigur ein kvinna, sum in.fo hevur tosað við. Tað er hugvekjandi at uppliva, at hóast kvinnur [...] stuttum út upp á, at kvinnur skriva #metoo og siga soleiðis, at tær eisini hava verið fyri sexsjikanu ella kynsligum ágangi. Hetta er alt í kjalavørinum av, at amerikanski filmsframleiðarin Harvey Weinstein
lættari, hvat tú hevur brúkt kortið til. 4. Sært tú, at ein upphædd er farin av, sum tú ikki kennir til, so skalt tú sperra kortið við tað sama og bíleggja eitt nýtt kort, áðrenn tú fert at kanna, hvat er hent [...] krónur Tá kortið er sperrað, skalt tú seta teg í samband við heimasíðuna ella fyritøkuna, sum hevur trekt peningin, tí bankin skal síggja dokumentatión fyri, at tú hevur gjørt tín lut, áðrenn bankin ger [...] hent. 5. Ert tú uttanlands, og kortið verður stolið, so er umráðandi, at tú meldar stuldurin til løgregluna, tí so stendur tú betur í tí, tá tú síðani skalt royna at fáa mistan pening aftur. Hon leggur
kvinna, sum hevur skrivað um hetta á Facebook, er Bergtóra Høgnadóttir Joensen. Hon spyr, hvørja arbeiðsmentan og hvat fyri eitt arbeiðsumhvørvi tú vilt seta tín dám á? - Gott at tíðin er búgvin til, at ljós [...] einum viðurkennandi herðaklappi ella at unga gentan er ein snerpa. Ella at skal vera sterilt. Tað má gjarna vera vítt til veggja. Og so greiðir hon frá, at hon sjálv hevur upplivað sexsjikanu. - Eg serveraði [...] at geva mítt íkast til kjakið. Nú skrivi eg um ungar gentur, sum verða sjikaneraðar av eldri monnum. Veit sjálvandi væl, at talan eisini kann vera um kvinnur, sum sjikanera menn ella ein, sum sjikanerar
kunnu vera eitt ”tá tað kemur til skarpskeringar”, og nakað annað, ”tá tað ikki kemur til skarpskeringar”, men soleiðis málbar løgmaður seg. Fólk mugu vita, hvat tey velja Hvat er tað so, sum føroyingar skulu [...] atkvøða, hvat ”ja” merkir og hvat ”nei” merkir. Tann spurningurin er als ikki greiður í løtuni. Tá eg so havi loyvt mær at undrast á, at løgmaður møguliga hevur megnað at fáa Tjóðveldi at ganga við til uppskotið [...] omanfyri stjórnarskipanarlógina. Bárður Nielsen hevur harafturímóti tikið útgangsstøði í tulkingini hjá Høgna Hoydal, sum sigur tað øvugta. Tú veitst, hvar tú hevur Sambandsflokkin Løgmaður, Hans Pauli Strøm
tað spennandi, men tá tú hevur verið so nógv vekk við landsliðnum í so nógv ár, so skalt tú hava eitt ótrúliga gott bakland. Børnini krevja eisini sítt og tú kanst ikki vera til kappingar og annað hjá [...] soleiðis verður tað eisini hesaferð. Tú fær meg ikki at siga um tað verður nú ella ikki, men eg havi tikið eina avgerð, sigur Fróði Benjaminsen við Rás2. Hann hevur spælt 93 landsdystir og kann við halda [...] Fróði Benjaminsen sigur, at hann hevur tikið eina avgerð um framtíðina sum fótbóltsspælari. 39 ára gamli toftamaðurin vil tó ikki siga hvat avgerðin er. Sostatt veit bara hann, um hann spælir seinasta
sjálv/ur hevur tikið hana. Eru persónar og/ella privatar ognir á myndini, krevur hetta eisini samtykki. - Myndir kunnu sendast sum teldupostur til klaksvik@klaksvik.fo ella við vanligum posti til postboks [...] Hvussu vilt tú lýsa Klaksvíkar kommunu við einari mynd? - Tað hevur tú nú møguleika fyri at vísa okkum, tí Klaksvíkar kommuna bjóðar øllum at taka lut í myndakapping, har vinnarin fær 1000 krónur. Í morgin [...] einasta, tú skalt gera, er at senda okkum eina mynd sum vísir, hvat Klaksvíkar kommuna er fyri júst teg. Tað kann vera náttúran, býurin, bygdirnar, fólkini, barnagarðarnir, viðarlundin, Klakkur ella okkurt