Hugskot til innispøl við børnunum

Heystið er komið, dagarnir verða styttri, vátari og kaldari, og vit eru meir inni saman við børnunum. Ofta verða bæði foreldur og børn móð av altíð gera tað sama, og tí hava vit savnað saman trý hugskot til kreativ spøl til teir vátu dagarnar, ta øll helst vilja vera inni og njóta samveruna – men eisini hava tað stuttligt sama. 

 

 

Dyppa stearinljós

her er upplagt at brúka restir av stearinsljósum sum tú eigur inni – jú fleiri litir tú hevur, jú stuttligari verður spælið.  Fyll ein plastikk kopp ella ílat hálvt við vatni, og tak restirnar av stearinljósunum fram. Tá tú dyppar stearin í vatnið, verður stearinið til smáar perlur, og við ymisku litunum ber til at gera smáar myndir í vatninum. Tryst eitt sindur í kantarnar fyri at fáa stearinið leyst, tá myndin er liðug.

 

 

Hvat er í pappeskjuni?

Tak eina stóra eskju og sker hol á síðurnar, so armurin á børnunum passar í holið. Pynta eskjuna við onkrum pappíri, tekningum ella øðrum, um tú hevur hug.

 

 

Tá tað er klárt at spæla, so setur tú ymsikar lutir inn í eskjuna. Síðani skulu børnini skiftast um at koyra hondina inn í eskjuna, og síðani gita, hvat er í. Klára tey ikki at gita, so kanst tú geva teimum “hint” ella  tey spyrja fleiri spurningar um lutin, hvat hann kann skal  brúkast til, hvønn lit hann hevur og so framvegis.

 

 

Til ber at brúka vanligar lutir, so sum litblýantar, leikur ella eina frukt. Tú kanst eisini nýta lutir, sum eru ólekkrir at røra við, so sum kókað spagetti, smør ella ein vátan lappa. Gita tey rætt, so fáa tey stig.

 

 

Skattaveiða

Vel eitt tema, sum til dømis eitt ávíst mynstur, bókstavir ella litir, og farið síðani og leitið í húsinum.Bið til dømis børnini finna tríggjar grønar lutir, ella fimm fýrkantaðar lutir. Ger eitt skema, og set x við hvørjaferð, tey hava fulfíggjað uppgávuna.

 

 

Hetta spælið hóskar seg eisini væl, tá børnini skulu læra bókstavir. Tá kunnu tey til dømis brúka myndatólið á teldlinum ella telefonini og taka myndir av tí, sum tey finna, ið byrjar við bókstavinum, ið tey leita eftir. Hvørjaferð ein mynd er tikin, so fær barnið eitt x í skemaði.

 

 

Les eisini: Bygg forðabreyt saman við børnunum