Fjølmiðlar stigbenda fimta boðið

- Hmm, tað er líkt til at fjølmiðlar nú hava lyndi til at stigbenda fimta boð: tú skalt ikki drepa.


Soleiðis byrjar skaldið Carl Jóhan Jensen eina hugleiðing á Facebook, har hann prikar til hvussu fjølmiðlar dekka slíkar hendingar, aftaná at hava lisið seinastu søgurnar um hópdrápið í amerikanska statinum Texas í gjár. Carl Jóhan Jensen skrivar fylgjandi:


- Í farnu viku lógu eini átta fólk eftirá í New York av tí, at eitt svakt dundraði ein leigaðan vørubil inn á eina gongubreyt. Tá var eingin ivi í fjølmiðlunum. Hetta æt yvirgangur í øðrum hvørjum orði. Íðan kom eisini rættiliga skjótt í ljós, at viðkomandi hevði óvesturlendskt navn, óvesturlendskan uppruna og óvesturlendskan hugburð. Hartil var beistið, umframt vørubilin, útgjørt við herviligum litsproytuvápnum, so har var einki at ivast í. Hetta var fyriskipað og tilætlað, hvat tá.


- Í gjár hendi tað so aftur fyri aðru ferð í ein mánað, at ein skotóður maður vestanhavs tók sær fyri at skjóta eftir sakleysum fólki og tíðindi siga hann hava gjørt av við seks og tjúgu fólk í eini bygdarkirkju í Texas.


- Men tað er nú tað við hesum ørvitisfiskinum, hann eitur eitt vesturlendskt navn, er av vesturlendskum uppruna og hevur vesturlendskt grundarlag til gerðir sínar. Hartil var hann útgjørdur, sigst, við lógliga útvegaðum automatvápnum frá løggildum vesturlendskum framleiðara og hevði enntá eina fortíð í amerikanska flogherinum. Jú, men eru fjølmiðlar yvirhøvur sammæltir um tað í morgun, at álopið á bygdarkirkjuna í Texas einki hevur við yvirgang at gera. Hetta var ófyriskipað og ótilætlað, hvør skal siga: Guð havi lov.


- Sama sjónarmiðið varð m.a. endurtikið á in.fo nú fyrrapartin:


- Enn er motivið hjá illgerðarmanninum ókent. Myndugleikarnir í Texas upplýsa tó, at einki bendir á, at hendingin hevur við yvirgang at gera.