At lýsa Klaksvík við einari mynd

Í morgin - mánadagin 9. oktober klokkan 12 - er seinasta freist at senda inn myndir til kappingina um at myndprýða nýggj kort hjá Klaksvíkar kommunu.

 

Hvussu vilt tú lýsa Klaksvíkar kommunu við einari mynd?

 

- Tað hevur tú nú møguleika fyri at vísa okkum, tí Klaksvíkar kommuna bjóðar øllum at taka lut í myndakapping, har vinnarin fær 1000 krónur. Í morgin - mánadagin 9. oktober klokkan 12 - er seinasta freist at senda inn myndir til kappingina.

 

Klaksvíkar kommuna skal hava nýggj kort at brúka í samband við vitjanir, heilsanir, brúdleyp og annað, og tí bjóðar kommunan øllum at vera við í kappingini um at myndprýða kortini.

 

- Tað einasta, tú skalt gera, er at senda okkum eina mynd sum vísir, hvat Klaksvíkar kommuna er fyri júst teg. Tað kann vera náttúran, býurin, bygdirnar, fólkini, barnagarðarnir, viðarlundin, Klakkur ella okkurt heilt annað.

 

Í Klaksvíkar kommunu siga tey, at allar myndir eru vælkomnar í kappingini, men tað er krav, at tann, ið sendir myndina inn, sjálv/ur hevur tikið hana. Eru persónar og/ella privatar ognir á myndini, krevur hetta eisini samtykki.

 

- Myndir kunnu sendast sum teldupostur til klaksvik(at)klaksvik.fo ella við vanligum posti til postboks 2, Klaksvík. Talgildar myndir skulu vera í fullari góðsku. Eisini ber til at lata myndir inn í Miðlan á Nólsoyar Pálsgøtu 32, har tað er opið allar gerandisdagar frá klokkan 10-16.

 

Lagt verður aftrat, at saman við myndini skal vera navn (og aldur, um talan er um børn), umframt ein stutt frágreiðing um myndina.  Meira kann annars lesast um myndakappingina um heimasíðuna hjá Klakavíkar kommunu - www.klaksvik.fo