Fróði Benjaminsen sigur, at hann hevur tikið eina avgerð um framtíðina sum fótbóltsspælari. 39 ára gamli toftamaðurin vil tó ikki siga hvat avgerðin er. Sostatt veit bara hann, um hann spælir seinasta landsdystin týskvøldið.
Hoyr samrøðuna við at trýsta á pílin undir myndini
-Tá eg gavst, so gjørdi eg tað eisini uttan stórvegis hóvasták og soleiðis verður tað eisini hesaferð. Tú fær meg ikki at siga um tað verður nú ella ikki, men eg havi tikið eina avgerð, sigur Fróði Benjaminsen við Rás2.
Hann hevur spælt 93 landsdystir og kann við halda fram í eitt ár, koma upp á 100 landsdystir, men tað er ikki nakað miðvallarin hugsar um.
-Tað er ikki nakað eg hugsi um. Sjálvandi ljóðar tað spennandi, men tá tú hevur verið so nógv vekk við landsliðnum í so nógv ár, so skalt tú hava eitt ótrúliga gott bakland. Børnini krevja eisini sítt og tú kanst ikki vera til kappingar og annað hjá teimum. So tað er ikki akkurát tann partin eg hugsi so nógv um, sigur Fróði Benjaminsen.
Hann tosar eisini Víking og Ungarn í samrøðuni, sum kann hoyrast við at trýsta á pílin undir myndini. Rás2 sigur frá Landsdystinum móti Ungarn, sum verður týskvøldið klokkan 19.45.










