Gjaldskort: Tú mást verja tínar upplýsingar

Hendir tað, at ein upphædd verður trekt av gjaldskortinum hjá tær, sum tú ikki kennir til, so skal tú sum tað fyrsta, sperra gjaldskortið, sigur Naina Jespersen, leiðari í kundatænastuni í Banknordik.

 

 

Les: iTunes av órøttum tikið útvið 6000 krónur

 

 

Tá kortið er sperrað, skalt tú seta teg í samband við heimasíðuna ella fyritøkuna, sum hevur trekt peningin, tí bankin skal síggja dokumentatión fyri, at tú hevur gjørt tín lut, áðrenn bankin ger nakað.

 


– Lógarmessiga skulu vit síggja, at kundin hevur gjørt ein innsats fyri, at fáa vøruna fram ella at fáa pengarnir aftur. Er tað gjørt, men onki er komið burturúr, so fer bankin at krevja peningin inn, staðfestir hon.

 

 

Les: Gjaldskort verða ofta misnýtt

 

 

Hon mælir til, at kundin hugsar um hesi fýra punktini, tá tað kemur til gjaldskort og trygd:

 

 

1. Gjaldskortið er privat. Tað er eisini ólógligt at geva børnunum kortið at brúka. 

 

 

2. Gjaldskortið skal ikki liggja og sløðast. Verjir tú ikki kortið, so er prógvbyrðan nógv størri, verður kortið misnýtt.

 

 

3. Ger tær til vana, at kanna kontoina hvønn dag. Letur tú ov langa tíð ganga, so er torførari at hava yvirlit, og tú gloymir lættari, hvat tú hevur brúkt kortið til.

 

 

4. Sært tú, at ein upphædd er farin av,  sum tú ikki kennir til, so skalt tú sperra kortið við tað sama og bíleggja eitt nýtt kort, áðrenn tú fert at kanna, hvat er hent. 

 

 

5. Ert tú uttanlands, og kortið verður stolið, so er umráðandi, at tú meldar stuldurin til løgregluna, tí so stendur tú betur í tí, tá tú síðani skalt royna at fáa mistan pening aftur.

 

 

Hon leggur afturat, at kundin altíð kann fara í bankan og spyrja seg fyri, um okkurt er farið av, sum ein ikki skilur, tí tað er ein veruligur møguleiki fyri, at fáa mistan pening aftur um talan er um misbrúk, og tú hevur gjørt alt rætt, greiðir Naina Jespersen frá.