ferðafólki at leiga bil í Føroyum enn tað er í Danmark og aðrastaðni. Hetta kemst av, at í Føroyum ber ikki til at innflyta avgjaldsfríar bilar til at leiga fólki. - Hevði hetta borið til í Føroyum, kann [...] landsstýrinum er, at um seks ár skal ferðavinnan verða tvífaldað. Men í hesum sambandi heldur Arbeiðsgevarafelagið, at tað verður neyðugt at seta tiltøk í verk, sum fáa kostnaðartøðið í Føroyum niður, tí [...] tí tað er ov dýrt at ferðast í Føroyum aftur ímóti hvat tað kostar at ferðast í okkara grannalondum. Og eitt tilmæli frá Føroya Arbeiðsgevarafelag er, at Rúsan missur einkarrættin til at innflyta rúsdrekka
seinast í 30-unum, tá ið so nógvir fóru. ……………………………………………………… Grannahús hjá Tróndi í Gøtu Vit fara í hesum parti at umrøða nøkur onnur av húsunum í grannalagnum hjá Tróndi í Gøtu. Hetta eru húsini í Mortanstovu [...] Eliesar í Beiti. Tveir synir hjá teimum fóru av landinum. Óli Jákup fór til Canada og doyði ungur. Hildið hevur verið, at hann doyði í stóru eksplosióni í Halifax í 1918, men hetta hevur ikki fingist váttan [...] máttu vit eisini ganga í skúla um kvøldið. Tað var heldur ikki gingið í skúla hvønn dag. Men í 1929 kom nýggi skúlin, sum var roknaður fyri at vera sera frammalaga, tann fremsti í Føroyum. Millum annað
á Norðborg sigur, at tá Noreg og ES í fjør heyst søgdu, at tey fóru at lata síni skip fiska makrelkvotu, sum lá eftir í 2009, í 2010, fingu vit at vita, at vit eisini skuldu sleppa at fiska tað, sum eftir [...] Eg skal ikki siga, at eg ikki havi nevnt handan møguleikan í onkrum samanhangi. Tá fyrst Noreg og síðan ES í fjør heyst søgdu, at tey fóru at flyta ófiskaða kvotu av makreli í árinum 2009 inn í 2010, kann [...] flytast inn í 2010, sýtir nú fyri at útskriva okkum loyvi til at veiða hesi tonsini. Eg haldi, at orsøkin er, at landsstýrismaðurin er vorðin firtin, tí Felagið Nótaskip ikki hevur stuðlað honum í ætlanini
niður á jørðina - soleiðis sum stendur skriva í fyrstu Mósebók. Sum um hetta ikki var nokk, so merkir hetta eisini, at Gud ikki setti ein heilan dag av fyri at skapa menniskjuni - sum kirsiberið ovast á lagkøkuni [...] vóru í trá við tað ið Bíblian segði um skapanina, visti hann, at tær fóru at skapa øsing tá ið tær gjørdust almennar. Orsaka av hesum mundi hann ikki blivið liðugur at savna saman próvtilfar. Men í 1858 frætti [...] útsjóndin á finkum, ið er eitt smáfuglaslag í ætt við finkurnar í Kili, var ymisk oyggjarnar millum. Skjótt dugdi Darwin eisini, bert við at hyggja at skjaldskapinum, at siga hvørja oyggj ein skjaldbøka kom frá
var orsøkin til, at skipið ikki fekk lagt at á Krambatanga fyri løtu síðan. Tað upplýsir Hilmar Eliasen, stjóri í Strandferðsluni. - Okkum mannagongd er tann, at Smyril kann ikki leggja at, um hann einans [...] bíða eftir at gongd kom á ein triðja motor, áðrenn skipið kundi leggja at, sigur Hilmar Eliasen. Enn er ikki greitt hvør orsøkin er til, at brek kom á tveir motorar samstundis, men verður tað í løtuni kannað [...] Hvørja ávirkan hetta hevur á ferðaætlanina restina av degnum er eisini óvist. - Skipið fer ikki avstað aftur fyrr enn vit hava fingið staðfest orsøkina til feilin. Tí vita vit heldur ikki, um hetta fær ávirkan
er vónleyst at siga nakað, sigur hann og leggur afturat, at tað ikki er vist, at dómurin verður tað seinasta orðið í málinum. ? Um dómurin verður kærdur, so kemur hetta málið jú at koyra í eina tíð afturat [...] Í tvær vikur hava partarnir sitið og roynt at fingið eina semju í málinum. Týsmorgunin var freistin úti, og tá fekk dómarin boð um, at tað ikki var eydnast at fáa eina semju í lag. Tí skal dómarin nú koma [...] úrskurði í málinum. Johnny Gaard, stjóri á Team 85, sigur, at hann ikki ynskir at gera nakra viðmerking til sjálvt semingsuppskotið. Hann dugir heldur ikki at siga nakað um, hvussu dómurin kann fara at ljóða
longu verið í valhøinum. Almenna valnevndin hevur ikki váttað hetta. Fólkaatkvøðan endar leygardagin, og talskvinnan hjá SPLM, Anne Itto, sigur við fjølmiðlarnar, at tað er ikki óhugsandi, at valluttøkan [...] fólkaatkvøðan um at loysa syðra part av Sudan frá hinum partinum av landinum fáa gildi, skulu í minsta lagi 60 prosent av teimum skrásettu veljarunum greiða atkvøðu. Tað verður sum skilst ikki nakar trupulleiki [...] kemur upp á 100 prosent, tá valhølini lata aftur. Tað endaliga úrslitið av fólkaatkvøðuni kemur ikki fyrr enn í næsta mánað.
1200 húsarhaldum í Føroyum. - Hetta svarar næstan til íbúgvaratalið í Klaksvík, sigur hann. Nú so nógv verður gjørt burtur úr umhvørvinum og tí neyðuga í at minka um útlát, er tað ikki lítið, sum ein umlegging [...] Fiskimálaráðið um loyvi at partrola. - Vit vita, at nógv olja er at spara við partroli, og vit vita av royndum hjá teimum smærru trolarunum, tá teir fóru at partrola, at veiðan ikki minkaði, men heldur kvinkaðist [...] eisini verið frammi, at partrol hevði verið ein gongd leið. Tá ið teir smærru trolararnir í sínari tíð fóru at partrola, spardu skipini uppí eini 40% í olju, samstundis sum fiskiskapurin ikki royndist verri
Í lesarabrævi fyrr í vikuni á in.fo, minnir Fríðálvur A. jensen á teir vandar, ið eru, um ein ikki er varin. Tað kann vera við fýrverki, í køkinum ella bara við eldi sum heild. Hann minnir á vandarnar [...] vandarnar, men ikki minst, so vísir hann á týdningin av fyribyrging. Og hann hevur við lítla vegleiðing. Eisini er áheitan hansara, at vit øll í felag taka tøk, eru ansin og fyribyrgja, so sleppast kann undan óhappum [...] óhappum. Og hetta er aktuelt hesa ársins tíð, nú jólini nærkast og nýtt ár eisini skal skjótast inn. Lesarabrævið sæst her : https://www.in.fo/news-detail/news/bodskapurin-um-fyribyrging-i-25-ar/
av, at seyðirnir eru deyðir. Hetta man verða tí, at, væl at merkja soleiðis, sum eg síggi tað, menninir, sum hava ábyrgdina av seyðinum, ikki hava gjørt sítt arbeiði ordiligt. Og her er talan um at hegna [...] húsarhaldið, so er seyðurin ikki so kærkomin fyri mong restina av tíðini. Og hetta hevur eisini verðið uppi og vent fyrr, so at málið er ikki ókent fyri okkum føroyingar. Tá er talan um, at seyðurin sæst við vegkantin [...] vegkantin. Hetta havi eg lagt sera væl til merkis, við tað at eg koyri dagliga til Vestmannar, og serliga frá tí at eg eri komin til Statoil-støðina í Kollfjarðadali, at eg síggi sera nógvan seyð. Hvussu