Hans Pauli J. Hentze
Eitt, ið hevur sermerkt okkara land er seyðurin. Um hesa tíðina eru fjøllini gingin. Síðan verða krovini hongd í hjallarnar, og tað, sum kann nýtast av rovunum verður eisini sum best gagnnýtt. Og hetta hevur mangan smakkað sera væl.
Um seyðurin um hesa tíðina og so leingi tað varðar er kærkomin fyri mangt húsarhaldið, so er seyðurin ikki so kærkomin fyri mong restina av tíðini. Og hetta hevur eisini verðið uppi og vent fyrr, so at málið er ikki ókent fyri okkum føroyingar. Tá er talan um, at seyðurin sæst við vegkantin. Hetta havi eg lagt sera væl til merkis, við tað at eg koyri dagliga til Vestmannar, og serliga frá tí at eg eri komin til Statoil-støðina í Kollfjarðadali, at eg síggi sera nógvan seyð. Hvussu tað ber til, at hesin seyður sleppur at ganga leysur skilji eg ikki. Eitt, ið eg somuleiðis havi lagt til merkis er, at ikki fleiri seyðir eru deyðir enn hvat tað er, og serliga um veturin, tá ið bilførarin ikki hevur nakran møguleika at steðga bilinum áðrenn bilurin hevur rakt seyðin, tá seyðurin stendur á vegnum.
Innanfyri síðstu tíðina hava í øllum førum tveir persónar verið frammi í fjølmiðlunum og kært sína neyð um at teir hava mist seyð. Ei undur í tí, hetta skilji eg væl. Men soleiðis sum eg síggi tað, so hava hesir báðir menn sjálvir, eins og væl sum teir førarir, sum hava rent á seyðin, sjálvir ábyrgdina av, at seyðirnir eru deyðir. Hetta man verða tí, at, væl at merkja soleiðis, sum eg síggi tað, menninir, sum hava ábyrgdina av seyðinum, ikki hava gjørt sítt arbeiði ordiligt. Og her er talan um at hegna seyðin inni á teim stykkjum, har teir ganga. Men tað eru heldur ikki bara hesir báðir. Tað eru so mangir aðrir, sum eisini gera tað sama. Ongin ger nakað við tað, ikki so frætt sum mynduleikarnir. Men skulu bóndurnir “gremja” um síni tap, so eru tað mong onnur, sum eisini eru fyri ávísum tapi. Hesi tap eru pengar fyri skaða á bilin, har teir hava rent á seyð.
Men tað er allarhelst fínasta í lagi, at tað hendir. Og sum danir siga “går den, så går den”, og tað er júst tað, sum tað ger. Og ongin ger nakað við tað, so sløvheden længe leve.










